leygardagur 11. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 238 - 11. desember 2004
Tørvur á lógarbroyting
Finn Nielsen, stjóri á
Føroya Keypsamtøku,
fegnast um, at okkurt
endiliga hendir á
handilslógarøkinum.
– Núverandi lóg verð-
ur allíkavæl ikki hild-
in, so tað er uppá tíð-
ina at vit fáa eina lóg,
sum slær fast hvat vit
kunnu og ikki, sigur
hann
UPPLATINGARLÓGIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Keypssamtøkuhandlarnir
koma ikki undir undantøk-
ini í nýggja lógaruppskot-
inum, sum í løtuni er til
hoyringar, áðrenn tað verð-
ur lagt fyri tingið.
Uppskotið sigur, at und-
antøkini eru handlar, ið selja
gerandisvørur og sum hava
eitt sølupláss, sum er minni
enn 250 fermetrar. Undan-
tøkini kunnu hava opið al-
tíð, bæði um næturnar, í
vikuskiftum og á heilidøg-
um, meðan matvøruhandlar,
ið eru størri enn 250 fer-
metrar, skulu vera stongdir
frá leygarkvøldið kl 23 til
mánamorgun kl 06. Teir
stóru handlarnir hava sostatt
ikki loyvi at hava opið
sunnudagar.
Onkur handilseigari hev-
ur gjørt vart við, at hetta er
kappingaravlagandi og at
tað líkist ongum, at markið
millum undantøk og ikki-
undantøk skal vera gólv-
víddin á handlinum.
Gott uppskot
Men hóast Keypssamtøku-
handlarnir hjá Finn Nielsen
eru so mikið stórir, at teir
ikki kunnu hava opið
sunnudag, so er hann stór-
liga fegin um, at skil endi-
liga kemur á upp– og aftur-
latingarlógina í landinum.
– Sum tað er í dag, er tað
tilvildin sum ræður. Vit hava
eina lóg, sum greitt sigur, at
bert kioskir við avmarkað-
um úrvali av matvørum
kunnu hava opið sunnudag-
ar. Men lógin verður als ikki
tikin í álvara. Sum er, eru
tað eisini rættiliga stórir
matvøruhandlar, sum hava
opið, hóast tað er ólógligt.
Ein nýggj lóg fer at sláa fast,
hvat er loyvt og ikki, sigur
ein ógvuliga avgjørdur Finn
Nielsen.
Longri opið leygardag
Finn Nielsen sigur, at hann
avgjørt tekur undir við
nýggja uppskotinum, hóast
onkur heldur, at tað er kapp-
ingaravlagandi. Finn er
fullgreiður um, at hann ikki
sleppur at hava opið sunnu-
dagar, men hann sigur, at
sunnudagarnir ikki eru tað
týdningarmesta fyri hann.
– Tað, sum vit veruliga
ynskja, er at kunna hava
longri opið leygardagar,
fyrst og fremst. Tað fara vit
at kunna við hesum upp-
skotinum, og tað er gott, tí
tað er stórliga brúk fyri tí.
Hyggur tú í handlarnar hjá
teimum, sum hava opið
leygardag – hóast teir eftir
galdanadi lóg als ikki hava
loyvi til tað– so sært tú, at
teir hava úr at gera. Fólk
ynskja at keypa leygardag-
ar, og tað er bara rímiligt, at
tey so eisini sleppa tað,
staðfestir Finn.
Finn heldur, at tað er
átroðkandi við eini nýggjari
lóg, og hann heldur, at hetta
er eitt sera gott uppskot.
– Sunnudagarnar kunnu
vit altíð fara at tosa um
seinni, men leygardagarnir
eru tað, sum er mest
átroðkandi nú, sigur hann.
Finn sigur, at tað, at Keyps-
samtøkuhandlarnir
ikki
koma undir undantøkini,
bert hevur praktiskan týdn-
ing sunnudagar.
– Tað er einki í kortunum
sum bendir á, at vit fara at
hava
opið
sunnudagar
allíkavæl, so tað rakar ikki
okkum, staðfestir hann.
Hann leggur afturat, at
teir handilsmenn sum eru
ónøgdir við, at teir framyvir
ikki kunnu hava opið
sunnudagar, bert eru teir
handilsmenn, sum bróta
núverandi lóg
– Og teimum havi eg ikki
so ilt av, sigur Finn.
Hann sigur seg bæði
vóna og vænta at uppskotið
verður samtykt, soleiðis at
tað kann koma i gildi
skjótast gjørligt.
Deildin hjá Føroya
Banka á Flogvøllinum
letur aftur 1. februar
komandi ár. Janus
Petersen, bankastjóri,
sigur, at tørvur ikki er
á deildini longur, og
at automatikkurin
kemur at fylla plássið
AFTURLATING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Sum er, hava vit eina
automat og ein sonevndan
infostandara, við eini teldu.
Har er møguligt at fara á
internetið at søkja sær vitan
um t.d. víðari flrogferðslu,
Strandferðsluna ella annað.
Í Automatini eru danskir
pengar, sum so eisini kunnu
nýtast í Føroyum. So tey
einastu, sum veruliga koma
at merkja, at deildin steing-
ir, eru tey, ið frammvegis
bert hva bankabók, sigur
Janus Petersen um aftur-
latingina.
Lítil nýtlsa
Janus Petersen sigur, at
avgreiðslan á flogvøllinum
er bert opin frá kl 10-13, og
at hon verður sera lítið
brúkt.
– Tað sum er at gera har,
eru serliga vekslingar, og
tað eru ikki meiri enn ein
ella tvær um dagin. Tørvur-
in á at hava eina damu
sitandi har hvønn dag, er tí
ikki serliga stórur. Størsta
orsøkin til dalandi nýtsluna
av avgreiðsluni er uttan iva
hon, at nærum øll fólk í dag
hava kort, og teimum nýtist
tí ikki at veksla. Kortið kann
jú nýtast um allan heimin,
sigur Janus Petersen.
Hann sigur, at Føroya
Banki tí hevur vurderað, at
tíðin ikki arbeiðir fyri av-
greiðsluni á Flog-vøllinum.
– Tænastan við automat-
ini og infostandaranum er
ein góð tænasta, og tey allar
flestu kunnu fáa gleði av
henni. Eg vænti tí ikki, at
saknurin í avgreiðsluni á
flogvøllinum verður nakað
serliga stórur, sigur hann.
Janus vísir eisini á, at so
leingi sum avgreiðslan er
opin, so gera fólk síni ør-
indi har, ístaðin fyri at nýta
automatina.
Heimsmet í
avgreiðslum
Spurdur um hetta ikki fer at
hava eina negativa ávirkan
á ferðavinnuna, at fólk ikki
hava eina bankaavgreiðslu
at venda sær til, tá tey koma
til landið, svarar Janus
ógvuliga avgjørdur, at tað
heldur hann ikki.
– Um fólk ikki hava
pening til bussin, so kunnu
tey taka út úr automatini.
Flestu ferðafólk hava jú
kort. Vit hava eisini 20 aðr-
ar deildir opnar runt um í
landinum, so tænastan er í
lagi. Saman við Sparikass-
anum hava vit væl einar 50
deildir í landinum, og tað er
heimsmet pr. innbúgva. So
eg haldi ikki, at vit kunnu
leggjast undir at leggja fót
fyri ferðavinnuna, sigur
Janus.
Hann sigur, at aðrastaðni
hava tey eina avgreiðslu pr
5.000-10.000 innbúgvar.
Her er talið ein avgreiðsla
pr. 1000 fólk ella minni.
– Eg vænti ikki, at fólk
fara at sakna avgreiðsluna
serliga nógv, tí tað verður
ikki serliga stórur munur
fyri tey flestu. Bert tey við
bankabók mugu nú minnast
til at orna síni bankaviður-
skifti dagin fyri, tey fara
avstað, sigur Janus Petersen
at enda.
Avgreiðslan á flogvøllinum steingir í februar:
Automatikkurin tekur yvir
Janus Petersen, bankastjóri,
væntar ikki, at fólk fara at
sakna avgreiðsluna á
flogvøllinum. – Tey flestu
hava jú gjaldskort allíkavæl,
vísur hann á
Savnsmynd
Finn Nielsen, stjóri í Keyps-
samtøkuni, gleðir seg til
nýggja uppskotið um aftur-
latingarlótina kemur í gildi.
– Tað er tíð uppá at fáa skil
uppá hetta økið, sigur hann
Savnsmynd