Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 19 Løgmaður: Høgni hevur miskilt málið Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið hevur framt brot stýrisskip- anarlógina, tí tað hev- ur viðtikið danskar lógir rundan um løg- tingið. Høgni Hoydal hevur misskilt málið, her er eingin nýggj lóg, sigur løgmaður MARJUN DALSGAARD Christiansborg Høgni Hoydal setti miku- dagin Anders Fogh Rasmus- sen forsætisráðharra fyri- spurning um, hvat hann ætlar at gera við brot á fólka- ræði í Føroyum, tí danskar lógir verða lýstar í Føroyum, sum ikki eru viðgjørdar í løgtinginum. Forsætisráð- harrin svaraði, at hann als ikki hevur nakran áhuga í at leggja seg út í, hvat lands- stýri leggur til viðgerð í løg- tinginum, og at kunngerð- irnar vóru lýstar í semju við Føroya Landsstýri. Hetta fær Høgna at kalla kunngerðirnar fyri brot á stýrisskipanina. – Tað er skelkandi at mál- ini ikki eru komin fyri løg- tingið, sigur hann. Sambært stýrisskipanarlógini er álagt løgmanni og lands- stýrinum at leggja allar lógir fyri løgtinginum, og hetta er eitt klárt brot á tað reglu, sigur hann. Hann er bangin fyri, at framyvir fer løgtingið ikki at kunna fylgja við í hvørjar lógir vera samtyktar at galda í Føroyum, og man aldrin kann vita, hvat er í væntu, tá Kunngerðarblaðið kemur við postinum. – Um okkara landsstýri so gjarna vil tekkjast donsku stjórnini, at teir bara lata alt fara í gjøgnum uttan at spyrja løgtingi fyrst, missa føroyingar alla ávirkan á, hvat er galdandi í Færoyum, sigur hann. Talan er um tvær kunn- gerðir frá 26. november 2004, sum standa í Kunn- gerðarblaðnum B nr. 13 og 14. Onnur er ein kunngerð um NATO-sáttmálan, sum snýr seg um innliman av Týsklandi í 1954 og seinni teimum baltisku londunum. Hin ein kunngerð um al- tjóða dómstólin fyri krígs- brotsverk. Eingi nýggj lóg Jóannes Eidesgaard løg- maður sigur, at Høgni Hoydal hevur miskilt sam- anhangin, og at tað als ikki er talan um nakað brot á stýrisskipanarlógina, eins og hetta ikki kann saman- berast við hendingina í vár, tá danska stjórnin setti hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, rundanum før- oysku politikkararnar. – Viðvíkjandi lógini um altjóða dómstólin er talan um eina samanskriving av lógum, sum áður eru við- gjørdar og viðtiknar í løg- tinginum. Hetta er ein pedagogisk kunning til borgaran, tí tað er ómøgu- ligt at fylgja við í, hvørjar broytingar gjøgnum tíðina eru gjørdar í galdandi lóg, um hetta ikki verður gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur aftrat: – Mær vitandi er hetta ein kunngerð, sum fyrrver- andi landsstýri, sum, Høgni Hoydal sjálvur var partur av, hevur biðið um. Við- víkjandi kunngerðina av NATO-sáttmálanum kann ein undrast á, at Høgni Hoydal tekur tað máli upp í Fólkatinginum, tí tá altjóða sáttmálar verða broyttir, verður tað kunngjørt fyri at kunna um broytingarnar, og ikki tí tað skal viðgerðast. Tað er nú einaferð soleiðis, at føroyingar einki at hava at siga, um NATO ger av at broyta sáttmálan - hartil er talan um gamlar broytingar, til dømis tá Týskland á sinni var innlimað í NATO í 50’unum, og tær hava verið galdandi í nógv ár, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur ikki, at nakað brot hevur verið á stýrisskipan- arlógina. – Eg hevði skilt tað betur um hann tók í grein sjey í heimastýrislógini, sum vísir á, at tað er góður siður, at leggja øll mál fram fyri løgtingið, men einki nýtt er í hesum málum, og tí meti eg, at tað hevði tað verið at halda løgtinginum fyri gjøldur, at lagt hesi málini til viðgerð. Hóast tað ikki er vanlig mannagongd, at danska stjórnin leggur seg út í, hvørjar lógir verða lagdar fyri løgtingið, spurdi Høgni Hoydal kortini mikudagin Anders Fogh Rasmussen, hvat hann ætlaði at gera við tað brot á fólkarættarligu mannagongdirnar, sum eru í Føroyum, í sambandi við at tvær lógir eru lýstar í Kunngerðarblaðnum, sum ikki eru viðgjørdar í løg- tinginum. Hann legði donsku stjórnina undir at seta lógir í gildi í Føroyum, uttan at spyrja føroyingar fyrst. Orsøkin til hetta er, at danska stjórnin í 2003 valdi at seta nakrar hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, hóast eitt samt løgting mótmælti hesum. Eftir hetta, gjørdi løgtingið av at ótmæla avgerðina hjá donsku stjórnini enn einaferð, men einki broyttist. Síðan skeyt Norðuratlantsbólkurin upp, at Fólka- tingið legði trýst á stjórnina, at seta lógirnar úr gildi og ávaraði samstundis um, at varð hetta ikki gjørt, fóru føroyingar at skilja tað sum, at hetta var ein nýggjur framferðarháttur hjá donsku stjórnini við- víkjandi Føroyum - at lýsa lógir fyri Føroyar, uttan at spyrja føroyingar fyst. Høgni Hoydal vildi mikudagin vera við, at júst hetta er hent nú, og hann sipaði til tvær kunngerðir í Kunngerðarblaðnum B frá 26. november. BAKGRUND Høgni Hoydal fekk greið boð um at halda føroysk orða- skifti í Føroyum, tá hann mikudagin setti tveir spurning- ar til forsætisráð- harran CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Mikudagin setti Høgni Hoydal danska forsætis- ráðharranum tveir spurn- ingar í spyrjitímanum í fólkatinginum. Hann fekk í báðum førum at vita, at hann kundi taka orða- skiftið til Føroyar, har tað hoyrir heima, og at tað einki hevur við fólkating- ið at gera. Fyrri spurningurin var í sambandi við nógv um- rødda málið, at víðkanin av NATO sáttmálanum og lóg um altjóða krígsdóm- stólin ikki varð viðgjørd í løgtinginum. Í hesum førinum, svar- aði Anders Fogh Rasmus- sen, at hann als ikki ætlar sær at leggja seg út í, hvat Føroya Landsstýri sendir í løgtingið til viðgerð, eins og hann undraðist á, at Høgni vildi hava seg at leggja seg út í tað, tí hann vanliga helst sær, at danska stjórnin blandar seg uttan um, hvat hendir í Føroyum. Høgni Hoydal sigur, at hann spurdi um hetta, av tí at hann óttaðist, at tað vóru danskar lógir, sum vórðu settar í gildi í Før- oyum uttan um Føroya Landsstýri - og tí spurdi hann danir. – Hartil eru tað danir, sum hava gjørt hesa skip- an, og áttu tí at gjørt nakað fyri, at hon riggar í sátt við fólkaræðiligu prinsippini, sigur Høgni Hoydal. Næsti spurningur hjá Høgna Hoydal var við- víkjandi uttanríkismál. Hann vildi vita, um Før- oyar og Grønland kunnu gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaránum og IWC, og aftur var svarið, at kjakið hoyrir heima í Føroyum. Sambært And- ers Fogh Rasmussen, veit Høgni Hoydal væl, at hetta ikki ber til, av tí at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land, og hann heldur sostatt ikki, at nøkur orsøk er til at draga spurningin í fólkatingið. Danir blokera Hesum er Høgni Hoydal ikki samdur í - hann heldur, at tað eru danir, sum forða fyri, at føroy- ingar og grønlendingar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. – Tað er siðvenja í Norðurlandaráðnum, at viðtøkur verða broyttar til frama fyri tey smáu lond- ini - tað eru danir, sum blokera fyri, at Føroyar og Grønland kunnu gerast limir, sigur Høgni. Hann heldur ikki, at fullmagtin, sum lands- stýri nú samráðast við donsku stjórnina um, gev- ur føroyingum størri ávirkan. – Tað eg vildi hava for- sætisráðharran at vátta var, at vit ikki fáa størri ávirk- an við hesi fullmaktini - vit hava longu møguleika fyri at samráðast um fiski- vinnuavtalur og so fram- vegis. Hann váttaði eisini hetta - vit gerast ikki sjálv- støðugir limir í altjóða- felagsskapum, sum Norð- urlandaráðnum og Altjóða Hvalakommisiónini, IWC við hjálp av hesari full- maktini, og tí er einki nýtt í hesum. Undir hólmgonguni millum løgmann og Høgna Hoydal, segði Jó- annes Eidesgaard í hesum sambandi, at fullmaktin er ein veruleikagerð av Tvøroyrarskjalinum, sum Høgni Hoydal kallaði eitt stórt framstig fyri full- veldi, men at landsstýri arbeiðir iannanfyri teir karmar, sum ríkisfelags- skapurin setir. Fogh: Tak hatta stríði í Føroyum Høgni Hoydal heldur, at landsstýrið hevur framt brot á stýrisskipanarlógina við at viðtaka danskar lógir uttan um løgtingið Jóannes Eidesgaard løgmaður sigur, at Høgni Hoydal hevur miskilt samanhangin, og at tað als ikki er talan um nakað brot á stýrisskipanarlógina, eins og hetta ikki kann samanberast við hendingina í vár, tá danska stjórnin setti hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, rundanum føroysku politikkararnar Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, biður Høgna Hoydal fara heim til Føroyar at føra hetta orðaskiftið