leygardagur 11. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 238 - 11. desember 2004
-Tá Skemtbøkurnar
hjá Óla P einaferð í
framtíðini koma
undir hamaran,
verður tað heilt vist
onkur, sum fer at
stinga hondina
ógvuliga djúpt niður í
lumman, væntar
Edmund Joensen,
løgtingsformaður
JÓLAGÁVA
Anna Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Edmund Joensen, løgtings-
formaður sat so hugagóður
og smáflenti, tá vit ringdu
at spyrja, hvat hann helt um
jólagávuna, hann hevði
fingið frá Óla P.
- Tú, eg siti beint nú og
lúri í hana. Eitt tað stuttlig-
asta er at sita fyri seg sjálv-
an við tekningunum og
gruna yvir, hvussu tað ber
til, at Óli mest sum altíð er
langt frammanfyri politik-
arnar. Hann er vorðin ein
sannur meistari í at avdúka
sovorðið, sum politikarnir
vóru púra vísir í, at ongin
annar hevði lagt merki til.
Tað man eftirhondini vera
gingið upp fyri teimum
flestu, at tað also ikki ber til
at krógva seg fyri Óla P.
– Tað sermerkta við
hansara
tekningum
er
eisini, at tær altíð fara beint
inn í kjarnina á einum máli,
sum politikarar hava vavt í
og rundan um í vikur og
ofta mánaðir. Tað munnu
vera fleiri við mær, sum
fyrst fara eftir tekningini
hjá Óla, tá tey fáa Sosialin
upp í hondina, men eg má
viðganga, at eg eisini geri
tað, fyri at síggja hvat úrslit
Óli er komin til í onkrum
politiskum máli, tí tað rakar
sjáldan við síðuna av.
Edmund hevur ongantíð
ivast í, at tað býr ein ógvu-
liga rámandi politiskur ana-
lytikari aftanfyri einfaldu
strikurnar hjá Óla – eitt
kynstur, teknarin bara er
vorðin kringari í við árun-
um. So tað er ikki bara tað,
at tekningarnar eru stuttlig-
ar. Sum politiskar viðmerk-
ingar eru tær eisini á sera
høgum
støði,
heldur
Edmund.
– So eg eri eisini rættiliga
errin av at eiga hesi signer-
aðu eintøkini av Skemt-
bókunum. Tað verði ikki
eg, sum fari at koyra tær á
uppboðssølu, men tá tær
einaferð í framtíðini koma
undir hamaran, verður tað
heilt vist onkur, sum fer at
stinga hondina ógvuliga
djúpt niður í lumman,
væntar Edmund Joensen.
Løgmaður var avbera
glaður fyri jóla-
gávuna frá Óla P og
stúrdi ikki fyri at
verða mintur á løtur,
har Óli kanska hevur
gingið løgmanni
nakað nær
JÓLAGÁVA
Anna Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
–
Eg
haldi
ikki,
eg
nakrantíð eri vorðin so
fornermaður
av
nakari
tekning hjá Óla, at eg ikki
dugi at síggja tað stuttliga í
henni. Og skuldi tað hent,
hevði tað bara verið eitt
tekin um, hvussu beint Óli
hevur rakt, sigur løgmaður,
sum avdúkar at hann hevur
allar Skemtbøkurnar stand-
andi bæði á skrivstovuni og
heima í stovuni.
– Tað hevur verið ómeta-
liga stuttligt at fylgja við
Óla øll hesi árini, og tað er
ongin ivi um, at hann hevur
ment seg nógv sum teknari.
Í fyrstuni var tað mest tekn-
ingina í sær sær sjálvum, tú
legði merki til. Síðani byrj-
aðu ymsir smálutir at koma
til sjóndar, sum tú sjáldan
varnaðist beinanvegin, men
sum gjørdu tekningina upp-
aftur forvitnisligari, tí tað
er ofta har, tað serliga bein-
rakna situr. Og seinnu árini
má eg siga, at Óli er vorðin
ein sannur meistari í at
brúka síni sermerktu orða-
spøl sum eitt eyka krydd,
bæði til tað stuttliga, men
sanniliga eisini fyri at snara
evnunum eitt hakk longur
tann speiska vegin.
Løgmaður heldur eisini,
at tað er fínt at Óli ikki aftar
seg við at lata síni egnu
sjónarmið skína ígjøgnum
onkuntíð, tí tað vísir bara,
at tað er eitt menniskja við
eini sterkari persónligheit,
sum situr og teknar.
– Óli tvíheldur um sítt
listarliga frælsi, og tað havi
eg stóra virðing fyri. Men
hann leggur ongantíð eftir
fólki fyri at hanga tey út
persónliga. Heldur ikki, tá
hann sleppir at gera tað,
hann dugir serliga væl,
nevniliga at avdúka politik-
arar, sum royna at fáa okk-
urt at síggja út, sum nakað
annað, enn tað í veruleikan-
um er.
Jóannes er vísur í, at
politiski gerandisdagurin í
Føroyum hevði verið mun-
andi fátækari, um vit ikki
høvdu tekningarnar hjá Óla
á baksíðuni á Sosialinum at
gruna yvir og stuttleika
okkum við.
– Og lat meg nevna eitt
afturat. Eg havi lagt til
merkis, at tá eg siti og blaði
í Skemtbókunum, kemur
tað meir enn so fyri, at eg
verði mintur á onkra hend-
ing, eg mest sum hevði
gloymt. Nú bøkurnar eru so
nógvar í tali, eru tær vorðn-
ar eitt heilt uppslagsverk,
sum ikki bara dagfestir
hendingar,
men
eisini
endurskapar allan stemmn-
ingin, sum var rundan um
tær – og tað má sigast at
vera rættiliga sermerkt,
heldur løgmaður.
Edmund Joensen fær handaða nýggjastu Skemtbókina í snotuligu og hugnaligur hølunum á
Løgtingsskrivstovuni
Mynd Jan Múller
Edmund Joensen, løgtingsformaður:
Ber ikki til at krógva seg fyri Óla P
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
Brúkar Skemtbøkurnar sum uppslagsverk
Jólagávan
frá Óla P
Sum vanligur siður hevur verið øll hesi árini
Sosialurin hevur givið út tekningarnar hjá Óla P í
bók, so fingu landsins hægst kosnu menn eisini
hesaferð »Skemt« i jólagávu. Teknarin vitjaði í
Tinganesi og á løgtingsskrivstovuni, har ávikavist
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Edmund Joensen,
tingformaður fingu seinastu bókina í Skemt-røðini í
jólagávu. Hetta er tann 16. bókin í hesi røð.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður fekk nýggjastu Skemtbókina frá teknaranum Óla P.
Mynd Jan Müller