leygardagur 11. desember 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÓLAPRÝÐI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Jólaprýði, jólatrø,
jólamenn og ikki minst jólagáv-
urnar. Tað er nógv at gleða seg
til, tá tað nærkast jólunum. Øll
hava nógv at gera og stákast við
at fáa alt tilreiðar, so jólini verða
so hugnalig sum tilber.
Eitt tað fyrsta, sum hevur við
jólini at gera, er, tá fólk fara at
heingja jólaprýði upp. Børn
elska at pynta til jóla, og klatri-
nissurnar verða hongdar upp
allastaðni saman við perum,
stjørnum og øðrum prýði. Tey
heingja prýði upp í barnagarðin-
um, skúlanum og heima við hús.
Og tað er so spennandi.
Fyrr var tað óivað líka spenn-
andi at prýða til jóla, um enn
fólk ikki áttu so nógv prýði. Men
tað er munur á, hvussu dýrt
prýði var fyrr og nú. Tá kundi tú
neyvan keypa eina ljósketu við
meira enn 30 perum í fyri undir
100 krónur. Í dag er tað púra
vanligt, og tað ger ivaleyst sítt
til, at tað virkar sum fólk hava
nógv meira prýði hangandi uppi.
Uttanduraprýði
Eitt, sum sást so nógv meira til í
dag enn fyrr, er uttandura prýði.
Hava fólk eitt stakitt, eitt træ ella
hvat tað nú skal vera, so sást
sum oftast ein ljósketa hanga á
tí. Og tað ger tað veruliga
hugnaligt. Tað er ein vøkur sjón
at síggja eitt peruskrýtt træ.
Men so eru tað eisini nøkur,
sum hava heilt nógv prýði á
húsinum sjálvum. Húsið á
myndini er sanniliga eitt tekin
um tað. Við ljósketum, blinkandi
jóla- og kavamonnum í
grasinum, sum syngja Santa
Claus is coming to town og
einari ljósmynd á sjálvum
húsavegginum, sum hoppar upp
og niður, er hetta eitt hús, sum
fólk steðga á og hyggja at, tá tey
ganga ella koyra framvið.
Tað sást langan veg, og á ein
ella annan hátt er tað sera
stuttligt at síggja. Tað minnir
einamest um hús, sum ein sær í
amerikanskum filmum.
Onkur hevur kanska hug at
flenna og hugsa, at hatta er alt ov
nógv av tí góða, men tá er tað, at
ein átti at hugsa um børnini.
Hvussu stuttligt hevði tað ikki
verið at verið barn í hasum
húsinum? Tí børnini hugsa
nevniliga ikki so nógv um,
hvussu onnur halda tað sær út.
Og tað er gott at síggja, at tey
vaksnu í hesum húsinum ei
heldur gera tað. Hetta húsið fær
heilst vist mong at hugsa, at bara
man var barn í dag.
Eitt kvøldið gingu nøkur børn
og mólu rundan um hetta húsið.
Tey funnu brádliga útav, at um
tey hoppaðu á grasinum tætt við
jólamenninar, so fóru teir at
blinka. Hetta var til miklan
stuttleika fyri tey. Men so er bara
at vóna, at perurnar ikki bresta
av øllum blinkarínum, um nú øll
børnini í grannalagnum finna
útav, at jólamenninir kunnu fáast
til at blinka.
Bara man var barn í dag
Jólini eru barnahátíðin mikla. Børnini eru so spent, og mangan er jólamánaðurin
sera drúgvur at koma ígjøgnum. Tá hjálpir tað, at tað hendir nógv í
jólamánaðinum, og nógv er at hyggja at, tí øll hava prýtt teirra heim so væl
Santa Claus is coming to town, syngja lítlu jólamenninir og kavamenninir, sum standa á grasbakkanum framman fyri húsunum, sum veruliga skara framúr millum hini húsini í grannalagnum
Nr. 238 • Vikuskiftið 11./12. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
The Land of
Maybe
Síða 34-35