Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 238 - 11. desember 2004 SAMRØÐA Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Keypmannahavn: Komin út á Grønjordskollegiið á Amager ein illsligan regndag seint í novemb- er stígi eg inn í lítla kamarið. Millum bøkur, pappír og tvær teldur á óruddiliga skrivara- borðinum bjóðar 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen vælkomin. Fyri nøkrum árum síðani trein ungi havnarmaðurin inn á al- menna, føroyska kjakpallin. Við hvøssum penni var kristindómur- in undir sjóneyku, og viðgerðin var náðileys. Kristnu Føroyar høvdu fingið ein mótstøðumann, sum ikki spardi uppá krútið í kontantu lesarabrøvunum. Mót- støðumenninir vórðu skjótir at svara, og kjakið gekk stundum harðliga fyri seg. John Johanne- sen gjørdist eitt alment navn í átrúnaðarliga kjakinum. Men eftir intensa skriving hvarv luttøka hansara í føroysku fjølmiðlunum, og nú eru tvey ár liðin, síðani revsandi skribent- urin hevur markerað seg. Hann lesur heimspeki á Københavns Universitet, og Sosialurin hevur hitt mannin til eitt prát um lívs- áskoðan. Antipati John Johannesen greiðir frá, at hann sum 14 ára gamal byrjaði at hugsa um tilverunnar meining. Spurningurin um heimsins neyð, órættvísi og líðing tyngdi unga havnardrongin. Hann fór at lesa Bíbliuna og setti seg í samband við talsmenn fyri kristindómi í Føroyum. Men í síni leitan fann John einki, hann kundi nýta. – Tað, eg hitti, var býttleiki frá A til Z. Ósamanhangandi mót- setningar gjøgnumsúrgaðu tað, eg stóð andlit til andlits við, og haðani stavar helst mítt antipati mótvegis kristindómi, sigur John Johannesen. Hann sipar m.a. til klassisku grundgevingina um ein Gud, sum kann alt, men sum einki ger. – Tað kann hvørki prógvast ella mótprógvast, at ein ella annar Gud er, men við tað at bíbliunnar Gud er specifikkur og væl lýstur, kann hann mótprógv- ast. Tað stendur, at hann er algóður, almáttugur og alvitandi, men alt hetta verður víst aftur, hyggja vit kring okkum og ásanna líðing, pínu og neyð. Hetta sigur John við íblástri frá klassisku spurningunum hjá gamla grikska heimspekinginum Epikur, sum gjøgnum árhundrað hevur verið afturvendandi í kjakinum um Guds eksistens. John er tí farin í hernað. Ikki móti einum óndum Gudi, men ímóti illusiónini um henda Gudin, sum situr omanfyri alt og eygleiðir okkum neyðars menn- iskju. – Afturvendandi grundgeving- ar frá kristnum menniskjum er, at ein hinvegin heldur ikki kann mótprógva Guds eksistens, men Loch Ness ódjórið ella nissur eru heldur ikki mótprógvaðar. Sann- leikin skal metast um við støði í prógvum og ikki manglandi mótprógvum, og tað snýr seg ikki um at finna fram til, hvat er møguligt, men hvat er sannlíkt, sigur John Johannesen, sum leggur afturat, at uttan at hava hetta við í okkara søkjan eftir vitan kann ein og hvør láturlig og ósannlík læra fáa virði, bert tí hon ikki kann mótprógvast. – Eg kann ikki mótprógva, at 25 ósjónlig spøkilsi eru í hesum rúminum, men fyri tað meta vit ikki henda pástand hava virði. Tí mugu vit seta krøv til sannleikan og ikki góðtaka eina læru, sum á ongan hátt kann roynast. Frá- veran av mótprógvum er ikki grundarlag fyri at góðtaka nakra læru, slær atfinnarin fast. Í nógv ár fór frítíðin við at granska heimspeki og átrúnað, og seinastu árini í seinastu øld gjørdi John seg galdandi í almenna kjakinum. Hann greiðir frá, at hann fekk ein øgiligan respons og kom í samband við nógv menniskju ymsastaðni frá. Skjótt gjørdist John ein um- stríddur oddamaður í einum lítlum bólki, sum vildi gera upp við kristna siðarvin. Positivistur Júst á hesum øki liggur teoret- iska bakgrundin fyri tí, John stríðist fyri. – Um eg skal plaserast í nakra heimspekiliga kategori, er tað mest beinrakið at kalla meg positivist. Tað vil siga, at okkara viðurkenningar (erkendelse) um sannleikan altíð skulu kunna roynast. Allar lærur og áskoðanir, sum ikki kunnu testast í praksis, verifiserast ella falsifiserast, hava einki virði, sigur John Johannesen avgjørdur. Positivisman er ein heimspeki- lig rørsla við tøttum tilknýti til náttúruvísindina, sum tók seg upp í 1920´unum í Wien. Høvuðsboðskapurin er, at eitt og hvørt erkennilsi um veruleikan skal kunna roynast við hjálp av ítøkiligum metodum. Allar metingar og útsagnir, sum ikki kunnu staðfestast við royndum og observatiónum, eru óviðkom- andi og tómar. Harvið er ikki sagt, at slíkar lærur eru falskar - teirra sannleikavirði kann jú ikki roynast - men tær eru ikki áhuga- verdar og tískil spill av tíð fyri seinnleikasøkjandi menniskju. Hetta er bakgrundin fyri radi- kala samanstoytinum millum John Johannesen einumegin og trúgv og "metafysiskar spekula- tiónir" hinumegin. Vegetar og avhaldsmaður Størsta stigið í síni leitan eftir sannleika var, tá John skjótt gjørdist vegetar, tí hann metti tað vera órættvíst, at okkara sam- kensla bert skal fevna um onnur menniskju og ikki allar kenslu- ligar skapningar. – Um vit meta, at samkensla er ein dygd, mugu vit eisini taka avleiðingarnar. Samkensla merk- ir at deila kenslur, og tá djór hava eins sterkar kenslur og menniskju, eigur samkensla okkara sjálvsagt at umfata djórini, greiðir John frá. Hann var - so vítt hann veit - ein av fyrstu føroyingunum, sum av moralskum orsøkum tók væl- smakkandi kjøtið av borðinum, men skjótt høvdu aðrir føroyskir eftirfylgjarar gjørt honum eftir. Í dag hevur John livað sum vege- tarur í nógv ár, og hann er virkin í danska felagsskapinum Anima, sum berjist fyri djórarættindum. – Við føroyskum oyrum er hetta løgið og radikalt, men djór eru "the niggers of our time", tí tey eru tann bólkurin, vit hava gloymt at vera góð við. Teir somu, sum bardust fyri teim fátæku, sóu burtur frá rættindum teirra myrku; teir somu, sum bardist fyri teimum myrku, ignoreraðu kvinnurættindi, og teir somu, sum í dag berjast fyri universellum mannarættindum, gloyma djórini. Eg vil taka sein- asta stigið í sivilisatiónsgongdini og tryggja djórunum virðing og sømilig kor, slær John fast. John samanber samkenslu við ein samanhangandi pínutráð millum allar følandi skapningar. Tað vil siga, at tá mín næsti brennir seg, fái eg eisini ilt, og tá mín næsti syrgir, syrgi eg eisini. – Eitt etiskt lív byrjar, tá hesin universelli pínutráðurin gerst samanhangandi og ikki bert umfatar ein part av heimsins skapningum. Eingin haldgóð grundgeving er fyri, at okkara Gudsavnoktarin Hann stríðist móti religiónini. Hann er gudsavnoktari. Og hann vil broyta heimin. 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen vil skifta yvirtrúgv út við heimspeki og fornuft, og í framtíðini ynskir hann at fara undir fyrilestrarvirksemi í Føroyum. Sosialurin hevur hitt ambitiøsa ateistin Navn: John Johannesen. Aldur: 28 ár. Besti filmur: Seven og Matrix - sera djúpir filmar. Bestu rithøvundar: Platon, Peter Singer og James Rachels. Besta bók: "Elements of Moral Philosophy" hjá James Rachels (lítil byrjunarbók um moralfilosofi). Fyrimyndir: Platon, Mahatma Ghandi og Aragorn (Viggo Mortensen í Lord of the Rings). Ella ein og hvør, ið ger tað góða. Motto: Tann, sum bert livir fyri at tæna sær sjálvum, ger heiminum eina tænastu, tá hann doyr. Virði: Kindness, beauty and truth. FAKTA