Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 23 vil broyta heimin samkensla ikki skal umfata allar skapningar, og orsøkirnar til at eta og pína okkara felags skapn- ingar eru bygdar á reint sjálv- søkni. Eg tók avleiðingarnar, hóast tað var hart, ikki minst tí mamma ikki skilti, at eg knapp- liga ikki skoytti um hennara mat, sigur John flennandi. Eitt annað stig á leiðini hjá ambitiøsa ateistinum var, at hann tók 100% frástøðu frá alkoholi. John sigur seg annars bert hava drukkið fáar ferðir í sínum lívi, men í dag kemur alkohol ikki uppá tal, tí hann metir ikki alkohol verða tengt at einum ábyrgdarfullum og etiskum lívs- hátti. John heldur, at ein kann ikki vera eitt ábyrgdarfult menn- iskja, um ein bert er tað onkuntíð - man má vera tað allatíðina. – Alkohol er í dag eisini tengt at einum lívshátti, har hor, ótrúð- skapur og primitivir løtuvinning- ar fara fram. Drykkjuskapur er jú í veruleikanum bert ein universal umbering. Man eitrar sinnið fyri at fáa seg at gera nakað, man annars hevði skammast um, heldur John avgjørdur. Hann leggur afturat, at nógv drekka fyri at flýggja frá teirra gerandislívi. Men sambært hon- um vísir hetta bert, at okkurt er galið við teirra gerandislívi. Heldur enn at broyta sína sinnis- støðu eina løtu metir John, at fólk áttu at broytt seg sjálvi og teirra lív uppá longri sikt. Bardagin Sostatt var talan ikki um nøkur einstøk álop á kristindómin uttan nakað alternativ. Við nýggja lívinum gjørdist John ein her- maður. Hvønn dag sigur hann seg berjast á einum vígvølli, og slagið verður strítt fyri tí góða. Hann sigur, at lív hansara er vorðið ein sak fyri tí góða, og hann hevur stórar framtíðar- ætlanir. – Eg havi ætlanir um at finna menniskju, sum ynskja tað sama sum eg, har ein etiskt lívsførsla er endamálið. Nógv menniskju ynskja at gera tað góða. Tey mangla bara hin partin, og tað er innlitið í, hvat tað góða er. Eg skal bara finna hesi menniskju, sigur John Johannesen. Ein tann besta avgerðin, hann sigur seg hava tikið, var at góð- taka, at ein má geva upp ávís menniskju. Summi hava einfalt ikki hug, og hóast hetta kann tykjast kyniskt, ynskir John heldur at nýta orku uppá fólk, sum hava hug at gerast góð menniskju. – Og tað hevur bert verið positivt. Eg havi fingið betri vinfólk og funnið vápnabrøður og systrar í míni sak, sigur John og líkist ikki sørt einum trú- boðara. Tey kristnu Við eini strangari lívsførslu við reglum og treytum líkist lív hansara ikki sørt teimum, John finnist at. Og hann avnoktar heldur ikki, at felagsnevnarar finnast millum partarnar. – Nógv menniskju gerast trúgvandi av góðum motivum, við tað at tey søkja sannleika og rættvísi, og gjøgnum mítt virki og skriving í bløðunum havi eg fingið samband við nógvar kristnar føroyingar. Menniskju, sum eg virði, tí tey hava nøkur mál og ynskja at berjast fyri tí góða. Eg vísi bert á, at teirra tilgongd til lívið hvílir á einum grundleggjandi skeivum erkennilsisgrundarlagið, sigur John. Sambært honum er einki so týdningarmikið fyri eitt gott menniskja sum at hava eina rætta veruleikafatan. – Veruleikin kann bert broyt- ast, um vit vita, hvør veruleikin er, og so leingi menniskju trúgva absurdideti, gera tey bert skaða og koma ongan veg, heilsar John sínum kristnu vinfólkum. Men er kristindómurin so ikki betri enn t.d. eitt lív í depressión uttan meining, innihald og endamál? – Nei. Eg haldi, at tað kann líknast við at drekka seg fullan orsakað av depressión, ella sum tá ein strussur stingur høvdið í eitt hol av berum ótta. Eingin trupulleiki verður loystur av hesum. Einasta loysnin liggur í vísdómi, og har mugu vit venda okkum til heimspekina, sigur John Johannesen. Absoluttur moralur Men John umboðar á ongan hátt eina relativistiska lívsáskoðan, sum mangan verður tengd at einum ateistiskum sjónarhorni. Nýta vit logiskar metodur og fornuft er tað sambært John gjørligt at gera haldgóðar, absoluttar definitiónir av, hvat ið er gott, og hvat ið er ónt. – Eg haldi at øll menniskjalig motiv kunnu býtast í tveir bólkar: egoisma og altruisma (góðska). Tað, sum ger menn- iskju ónd ella góð, er, hvat av hesum báðum, ið er mest týdn- ingarmikið. Hetta kann myndast við eina vektskál við egoismu á tí einu skálini og góðsku á hinari, sigur John. Hann greiðir frá, at vigar ego- isman meiri, so er egin lukka týdningarmiklast fyri viðkom- andi. Tað merkir, at ein er villig- ur at skaða onnur, um ein fær nakað burturúr, og ein hjálpir ikki øðrum, um ein einki fær burturúr. – Men vigar góðskan hinvegin meiri, hevur tað tvær avleiðingar. Ein gerst harmleysur, og ein fremur eisini aktiva vælgerð. Tú hjálpir teimum, ið hava tað fyri neyðini, og tú skaðar sjálvur ongan, leggur John afturat. Niðurstøða hansara er, at flestu fólk eru ónd, og at idealini um sannleika og rættvísi einki virði hava fyri tey. Men ikki øll. Og John leitar... Fyrilestrar á veg Framtíðin hjá John Johannesen verður sambært honum á bók- mentafrøðiliga økinum. Hann leggur stóran dent á læru og heimspekiliga uppvenjing, t.d. við at gera heimspeki til læru- grein í fólkaskúlanum, og eftir lokna útbúgving í heimspeki er rithøvundayrkið sannlíkt. Um- framt hetta hevur hann eitt ynski um at fara undir fyrilestravirk- semi um heimspeki í Føroyum. – Og áðrenn fyrilestrarnar ætli eg mær at herma eftir trúboð- arum og lýsa við plakatum kring landið, sigur John flennandi. Spurdur til seinast, um hann er nøgdur við tilveruna, svarar John soleiðis: – Eg er altíð søkjandi og til reiðar at revidera mínar áskoð- anir, um onkur kemur við betri grundgevingum og próvførslu, men eg havi frið við mínum sjónarmiðum. Grundleggjandi eri eg svartskygdur og meti heimin vera óndan, og tað er høvuðs- uppgávan og avbjóðingin hjá einum og hvørjum etiskum menniskja at broyta, sigur 28 ára gamli havnarmaðurin. Men John vil eisini viðganga, at hann er ólukkuligur. Lukka er sambært honum, tá ein saman- umtikið er nøgdur, og so leingi pína finst, kann einki gott menn- iskja meta støðuna vera nøkt- andi. – Góðska er nevniliga uni- versaliseraður kærleiki. Tað er at elska øll - at vilja, at øll skulu hava tað gott. Ein móður er ikki lukkulig, so leingi barn hennara pínist, og barnið hjá tí etiska menniskjanum er allur heimurin, endar John. Samd ella ósamd, so er John Johannesen eitt øðrvísi menn- iskja, vit helst koma at hoyra meiri til í framtíðini, og á veg yvir til metroina eftir samrøðuna hugsi eg um alt annað enn regnið og vindin, sum eg gjørdi, tá eg kom. - Tað kann hvørki prógvast ella mótprógvast, at ein ella annar Gud er, men við tað at bíbliunnar Gud er specifikkur og væl lýstur, kann hann mótprógvast. Tað stendur, at hann er algóður, almáttugur og alvitandi, men alt hetta verður víst aftur, hyggja vit kring okkum og ásanna líðing, pínu og neyð, sigur 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen. Í næstum ætlar hann at halda fyrilestrar í Føroyum um heimspeki