leygardagur 11. desember 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 238 - 11. desember 2004
Hósdagin vóru uttanríkisráð-
harrarnir í NATO-londunum
komnir saman til fundar í Brux-
elles. Men teir høvdu eisini eini
onnur ørindi: At siga ameri-
kanska uttanríkisráðharranum
farvæl.
Tí hóast tað júst var í hansara
ráðharratíð, at NATO hevði sína
ringastu innanhýsis kreppu
higartil, stúra teir flestu leið-
ararnir evropeisku megin
Atlantshavið fyri, at tann nýggja
Bush-stjórnin verður ikki lættari
at dansa við. Í Bruxelles var
semja um, at tey fýra árini sum
uttanríkisráðharri hevur Colin
Powell verið sum ein nýskapandi
íbirtari samanborið við tær
nýkonservativu kreftirnar í
Washington.
- Powell hevur altíð verið ein
sannførdur transatlantikari, segði
týski starvsbróður hansara,
Joschka Fischer, sum hevði
mangan dystin við amerikonsku
leiðsluna í fjør um kríggið í Irak.
Tað var fyrstu ferð síðani seinna
heimsbardaga, at Týskland setti
seg upp ímóti amerikanska
uttanríkispolitikkinum og tað við
harðari rødd.
- Okkara samstarv var merkt
av opinleika og virðing - eisini
um tey mál, sum vit vóru
ósamdir um, segði Joschka
Fischer.
Ikki lætt
Danski uttanríkisráðharrin, Per
Stig Møller, ásannar, at tað var
ikki lætt hjá Colin Powell at fáa
evropeararnar at skilja ameri-
kanska uttanríkispolitikkin.
Álopini á USA tann 11.
september í 2001 hava broytt
viðurskiftini í heiminum so nógv,
at tað slapst ikki undan ólagi í
samstarvinum tvørtur um
Atlantshavið, sigur Per Stig
Møller.
- Heimurin er ein heilt annar í
dag enn fyri fýra árum síðani, tá
Powell tók við. Hann hevur havt
stórar trupulleikar, sum hann
noyddist at taka sær av, segði
danski uttanríkisráðharrin og
vísti á bardagan ímóti yvirgangi
og tað, sum er hent í Afganistan
og Irak.
- Colin Powell skilti, at tað var
umráðandi at hava gott samband
við okkum hesumegin Atlants-
havið. Vit kunnu vera ósamd,
men tá ræður um at virða sjónar-
miðini hjá hvør øðrum, so
samstarvið kann halda fram,
sigur Per tig Møller.
Hyggja frameftir
Sjálvur vísti Colin Powell á, at
USA og Evropa skulu halda
fram at virka og at samstarva,
men at í framtíðini verður tað
ikki hann, sum skal byggja brýr
ímillum partarnar.
- Eg veit væl, at summar av
teimum avgerðum, sum Bush,
forseti, hevur tikið tey seinastu
fýra árini, hava ikki verið væl
dámdar í Evropa. Serliga
avgerðirnar viðvíkjandi Irak.
Men sama hvørjar áskoðanir vit
hava havt fyrr og framvegis hava,
so ræður um at hyggja frameftir
nú. Vit rætta Evropa hondina og
vóna, at Evropa tekur í hondina á
okkum, segði Powell á tíðinda-
fundi í Bruxelles fyrradagin.
Hann upplýsti samstundis, at
George W. Bush, forseti, og
Condoleezza Rice, uttanríkis-
ráðharri, koma til Evropa í
februar. Tann 22. februar skulu
tey hitta umboð fyri tey
evropeisku NATO-londini og
umboð fyri ES-londini, og síðani
skal forsetin vitja fleiri
evropeiskar høvuðsstaðir.
- Forsetin leggur stóran dent á
at varðveita og styrkja sam-
starvið tvøårtur um Atlansthavið,
segði Colin Powell.
Politiskir eygleiðarar í
Bruxelles siga, at avgerðin hjá
Bush at hitta ES-leiðararnar tann
22. februar er uttan iva ein
amerikonsk viðurkenning av, at
tað er umráðandi at hava gott
uttanríkispolitiskt samstarv við
ES.
Týskt øl
Colin Powell tók brosandi ímóti
øllum teimum mongu takkar-
orðunum og góðynskjunum á
NATO-høvuðsborgini. Men hann
sópaði kortini ikki trupulleik-
arnar undir gólvteppið, sum
onkur annar ivaleyst hevði gjørt
ein tilíkan dag.
Hann fekk fleiri gávur, men
tann mest sermerkta var frá
Joschka Fischer, sum gav Powell
ein kassa av øli. Fischer segði, at
sum amerikanskur hermaður í
Týsklandi var tað serliga eitt slag
av øli, sum Powell dámdi væl, og
tí hevði hann tikið ein kassa av
hesum ølinum við sær at geva
Powell.
Powell takkaði fyri ølkassan og
avdúkaði, at hetta var ikki fyrstu
ferð, at hann hevði fingið eina
gávu frá Joschka Fischer.
- Eg segði honum einaferð, at
mær dámdi serliga væl eitt ávíst
slag av týskum øli, og hann sendi
mær ein kassa. Tað smakkaði
væl, og tá eg veit, at hann er
limur í umhvørvisflokkinum
Teimum Grønu, sendi eg honum
tær tómu fløskurnar aftur,
greiddi Powell frá.
Tann seinasti transatlantikarin
segði farvæl
Ósemjan um inn-
rásina í Irak var
tann størsta
innanhýsis
avbjóðingin, sum
NATO nakrantíð
hevur havt, men
Colin Powell fekk
bara rósandi orð,
tá hann fyrra-
dagin var í
Bruxelles og segði
sínum starvs-
brøðrum farvæl
Føddur í Bronx í New York í 1937. Foreldur hansara vóru av Jamaica.
Var tvær ferðir í Vietnam sum hermaður.
Gjørdist trygdarpolitiskur ráðgevi undir Ronald Reagan, forseta.
Fór úr amerikanska herinum í 1993.
Síðst í nítiárunum vóru tað fleiri, sum vildu hava hann at stilla upp til
forsetaval, men hann vildi ikki.
Bleiv í 2001 tilnevndur uttanríkisráðharri og er tann fyrsti afro-
amerikanski uttanríkisráðharrin, sum USA hevur havt.
Colin Powell
Fyrradagin var Colin Powell í Bruxelles og segði farvæl, nú hann leggur frá sær sum uttanríkisráðharri
Mynd: Reuters