Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 SLAKT Fjall og fletting skulu vera góðar og sosialar løtur Børnum dámar væl at vera uppi í, tá tey vaksnu ganga á odda og tá onkur, sum veit, hvussu tingini skulu gerast, leggur lag á Vilmund Jacobsen Fólk, sum hava gingið á fjalli, hava nógvar hugnaligur fjalldagar at minn­ ast aftur á – og so eru eisini dagar, har tað kanska gekst minni væl í hond. Rakst­urin gekk ikki so væl, sum ynski­ ligt var. Tí gongur seyður eftir úti, og kanska endaðu nakrar ær í bakkanum. At ganga á fjall og fletta, royta ella geva seyðinum heilivág er so sanniliga eisini sosialt fyritakssemi, har børn og ung kunnu læra av teimum tilkomnu og eldru. Tey tilkomnu hava kanska alt lívið havt hetta sum part av sínum arbeiði ella ítrivi. Alt, sum hevur við seyð og seyðahald at gera, er so sanniliga eisini ein týð­ andi partur av føroyskari mentan og siða­arvi. Tað ræður um hjá børnum og ung­ um, sum hava áhuga fyri seyði og seyða­ haldi, at halda seg framat. Men, uttan stuðul, upplæring og eggjan frá teimum tilkomnu og royndu hevði tað helst verið trupult at fingið tey ungu við í hetta arbeiði. Felagsskapurin Orð kunnu fella undir rakstri, á rættini ella undir fletting, tá tað ikki gongur væl í hond, men slíkt eigur ongantíð at verða sagt í sovorðnum anda, at tað tek­ur hugin frá yngra ættarliðnum at vera við. Fjall og fletting skulu vera hugna­lig­ ar og sosialar løtur, sum vit minnast við gleði. Børn og ung, sum veksa upp við seyði og seyðahaldi, hava neyvan trup­ ult við at gerast partur av hesum sosi­ ala felagsskapi, og tað fellur ivaleyst nátt­úrligt at læra um seyð, rakstur, røkt og fletting. Men, hjá tí unga, har eingin jørð og seyð­ur eru í húsinum og sum bara verð­ur biðin við á fjall av og á, kann vera skjótt at gerast stoyttur, um atlit ikki verða tikin til, at drongur ella genta eru óroynd, tó at tey vísa áhuga fyri at vera partur av felagsskapinum. Tá flett verður, er nógv, sum skal takast upp Tað er einki til hindurs fyri, at tú sum stórur smádrongur - ella genta - kanst byrja at tumma og fletta. At tumma eitt lamb krevur ikki nógva styrki, og fær hin ungi neyva vegleiðing um, hvussu fram skal farast, er tað ikki ein vónleys uppgáva hjá stóra smádreinginum ella gentuni. Eitt annað, sum eisini hevur verið ein partur av arbeiðnum og sum øll kunnu verða við í, er at snøgga og salta seyða­skinn, nú fleiri móttøkur onnur ár hava verið skipaðar kring landið. Børnum dámar væl at vera uppi í, tá tey vaksnu ganga á odda og tá onkur, sum veit, hvussu tingini skulu gerast, legg­ur lag á. Men, í heyst er so eingin móttøka, tí felagið, sum seinnu árini hevur staðið fyri hesum virksemi, tekur ikki ímóti skinnum í ár. Endurnýtslan – torshavn.fo Nú flettingin stendur fyri durum verður heitt á fólk um at tøma vemburnar væl, og annars koyra alt í posar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar til burturkast. Upptøka eftir slakti Skalt tú læra teg at fletta sum ungur, ræður um at halda teg framat Uppgávan hjá teimum tilkomnu er at eggja og læra yngra ættarliðið