Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SLAKT VIT HAVA FLEIRI VAKUMPAKKIMASKINUR, VAKUMRULLUR & VAKUMPOSAR Tú verjir umhvørvið við skila­góð­ari burtur­ beining av leivdunum Nú seyðaslaktið stendur fyri, er umráðandi, at alt, sum fellir frá slaktinum, verður burturbeint við skili Vilmund Jacobsen Leivdir frá fletting dálka sera illa og tað, sum dálkar eina mest at brenna á brenni­støð­ un­um, eru seyðaskinn. Tilmælini hjá IRF, brenni­ støðini í Leirvík, hava tí verið at lata seyðaskinnini til end­ur­ nýtslu hjá góðkendum mót­ tak­ara. Men, hesin móttakari og hin í løtuni einasti góðkendi av seyða­skinnum til útflutnings – Oikos í Bø – tekur ikki móti skinn­um í heyst. Leivdir dálka illa Men, tað eru ikki bara seyða­ skinnini frá slaktinum sum dálka. Tað gera so sanniliga full­ar vembur eisini, tí brenn­ ing­in av hesum viðførir nevni­ liga dálkandi útlát. - Tískil er tað týdning­ar­ mikið, tá flett verður, at leivd­ ir­nar verða burturbeindar á rætt­an hátt. Hjá IRF mæla tey til, at vemb­ur, sum fara í brenni­ovn­ in, fyrst verða tømdar, og eisini verður mælt til at lata blóð og vatn annars seta frá, áðrenn leivdir verða burturbeindar. Lagt verður aftrat, at tað er eitt gott hugskot at lata innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar til brenningar. Ovnurin kólnar Hitin í ovninum hjá IRF er van­liga um 1000 stig. Fer hitin nið­ur á 850 stig, viðførir tað dálk­andi útlát í roykinum. - Tá nógvar vátar leivdir koma frá fletting, kann tað verða trupult hjá okkum at halda ovnin nóg heitan til tess at forða fyri dálkandi útláti, siga tey hjá IRF í sínum til­ mæli, nú slaktið verður tikið.