týsdagur 24. september 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EPLAFESTIVALUR
Eysturbúgvin SA 450
Dalur
Fólk vælkomin meðan
nøkur lomb verða flett
- Vit fara ikki heim í Traðir fyrr enn um
kvøldið, tá borðhaldið verður. Vit plaga
at hava nógv fólk inni á garðinum, og
soleiðis vænta vit, at tað eisini verður
í ár, sigur Jóannes í Miðstovuni
Vilmund Jacobsen
Jóannes Johannessen, Jóann
es í Miðstovuni róptur, plagar
at lata fólk á garðinum fletta
nøkur lomb, meðan Eplafesti
valur er í Trøðum.
Garðurin Inni á Fløtum ligg
ur nakað innan fyri sjálvt
festivaløkið, men tað tekur
onga tíð at koyra ella spáka
sær ein túr inn á garðin.
- Fólk eru vælkomin inn á
gólvið, meðan flett verður
henda dagin. Vit plaga at hava
eitt tjald uppi, har vit selja ný
upptikin epli, gularøtur og ym
iskt annað grønmeti.
Lambskjøt til sølu
Jóannes í Miðstovuni sigur, at
einar tveir ella tríggjar dagar
fyri Eplafestivalin verða nøkur
lomb flett, og síðan verður selt
burtur av hesum, meðan festi
valurin er.
- Tað er ikki verri, um krov
ini hanga uppi nakrar fáar
dagar, tí tá fer deyðsstívheitin
úr teimum, og kjøtið verður
moyrari, tá tað verður koyrt í
ovnin.
Jóannes í Miðstovuni sigur,
at nú Eplafestivalur verður, er
tað serliga lambskjøt, hann
hugsar um.
- Vit fletta eisini javnan
neyt, men beint nú hava vit
einki neytakjøt. Hava fólk
áhuga, kunnu tey gera vart við
seg, so fáa tey kjøt, tá vit fletta
neyt aftur.
Bóndin sigur, at eplagrøðin
hevur verið hampilig í ár, men
kanska gjørdist tað nakað turt
í byrjanini av summarinum.
- Vit hava bæði gularøtur,
vanligar kolrabirøtur, reyðrót,
garðakál, grønkál og purrur, og
eg haldi, at grønmeti annars
hevur vaksið heilt væl í ár. Tað
var kanska eitt sindur kalt í
vár, men síðan haldi eg, at
summarið var rímiliga lýtt.
Hugnaligt tiltak
Jóannes í Miðstovuni sigur, at
Eplafestivalurin er eitt hugna
ligt tiltak, sum savnar nógv fólk
í Trøðum.
- Vit plaga ikki at fara heim í
Traðir fyrr enn um kvøldið, tá
borðhaldið verður. Vit plaga at
hava nógv fólk inni á garðin
um, og soleiðis vænta vit, at
tað eisini verður í ár, sigur
bóndin.