týsdagur 24. september 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
KJAK
Heimagangandi
foreldur,
vandamikil fyri
okkara egnu børn!
Vit fingu ein hvøkk fríggja
kvøldið, tá ið vit hugdu eftir
Degi & viku. Her hoyrdu vit
formannin í pedagogfelagnum
úttala seg snævurskygt um
tey foreldur, sum velja dag
stovnar frá fyri at vera um síni
egnu børn.
Lat tað vera sagt beinanveg
in, at vit eru als ikki móti teim
um, sum ynskja at arbeiða úti
og gera brúk av tilboðnum at
koyra børnini á dagstovn.
Vit hava stóra virðing fyri
námsfrøðingum og dagstovn
um og gleðast um, at vit í Før
oyum hava møguleikan at
koyra børnini á góðar dag
stovnar, meðan vit eru til ar
beiðis.
Vit skilja eisini støðuna hjá
Jógvani, sum er formaður í
Pedagogfelagnum,
at
hann
noyðist at verja áhugamálini
hjá sínum limum. Men at virð
ingin skal vera so lítil fyri
heimagangandi foreldrum, er
ikki í lagi og eigur at verða
átalað.
Sambært
Degi
&
viku
fríggjakvøldið ávarar pedagog
felgaið um, at tað er ein van
lukka fyri okkara børn at
verða ansað heima.
Jógvan pástendur, at tað
eru mammur, sum hava sosial
ar trupulleikar, sum ofta velja
at vera heima fyri at goyma
seg fyri almennu myndugleik
unum. Vit eru tilvitaðar um, at
vandin kann vera til staðar,
men vit vilja sum heimagang
andi mammur ikki koma inn
undir slíkan pástand.
Tað skelkar okkum at hoyra,
at vit sum foreldur eru vanda
mikil fyri okkara EGNU børn.
Vit eru samdar við Jógvani í,
at børn, sum eru fyri umsorg
anarsviki, skulu verða loftað
av myndugleikunum. Her meta
vit, at heilsusystrarnar gera
eitt gott arbeiði, og vit mugu
ikki gloyma, at vit øll í sam
felganum hava skyldu til at
boða frá, um vit meta, at eitt
barn er fyri umsorganarsviki.
Vit meta, at útsøgnin í Degi
& viku vísir, hvussu lítil virðing
er fyri okkum mammum, sum
eru heima hjá okkara egnu
børnum. Tað er ikki frítt, at vit
kenna okkum sum ein minni
lutabólk, sum alment verður
sæddur niðurá.
Møguleikin at velja er ein av
grundarsteinunum undir ein
um góðum fólkaræðisligum
samfelagi. Tað, at foreldur
kunnu velja at vera um børnini
tey fyrstu árini og harvið fáa
ein fíggjarligan styrk til tess,
máar ikki støðið undan barna
gørðunum, men gevur borgar
unum eitt størri frælsi og sam
felagnum størri fjølbroytni.
Jógvan peikar eisini á vand
an, at børnini kunnu verða úti
hýst frá sosialum felagsskap
um og læra ikki aðrar áskoðanir.
Vit vita, at sum heimagangandi
foreldur krevur tað meiri av
okkum at gera ein innsats, fyri
at børnini koma saman við
ørðum fyri at menna teirra
sosialu førleikar. Tí hava vit
m.a. skipað fyri tiltøkum, har
vit hvørja viku eru saman við
ørðum mammum og teirra
børnum.
Hóast ræðumyndirnar, so
meta vit, at samfelagið, sum
vit liva í, neyvan fer aftur til
tað, sum tað var fyri fimti ár
um síðani. Latið okkum ikki
køva tey foreldrini, sum ynskja
at vera hjá sínum egnu børn
um tey fyrstu árini. Vit vita øll,
sum eiga børn, hvussu skjótt
árini ganga, og hvussu skjótt
tey smáu vaksa.
Nei, latið okkum virða tað
fjølbroytni, sum eitt frælst
samfelag
gevur
og
heldur
stuðla uppundir, at børnini fáa
eitt trygt fyrstapláss – óansæð
um tað er á stovni ella heima.
Vit trúgva, at foreldur og
námsfrøðingar
arbeiða
fyri
sama endamáli - at menna og
vera um tað einstaka barnið.
Vit ynskja, at øll foreldur
fáa hendan valmøguleika, sum
samgongan gongur inn fyri -
at partur av peninginum fylgir
barninum.
Við virðing
Birita Ingolfsdóttir Nybo,
námsfrøðingur
Anja Bjerkenes, hárfríðkari
Til Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni
Viðmerking til sjónvarpssending eina viku áðrenn valið.
Sólborg Dulavík
Mær dámar væl at síggja bein
leiðis sendingar, men henda
sendingin skelkaði meg, og eg
fái ikki frið á mær, fyrr enn eg
havi gjørt mína viðmerking.
Sjálv eri eg uppvaksin í
einum stórum barnaflokki. Vit
vóru tíggju systkin, saman við
foreldrum, sum vóru trúgv
andi og hoyrdu til kirkjuna og
heimamissiónina.
Pápi var sjómaður, so hann
var nógv burturi. Mamma
hevði arbeiðskonu, sum tað
kallaðist tá, og havi eg bara
góð minnir um ta tíðina.
Men tað, eg vil siga við hes
um, er, at mamma ongantíð
gjørdi mun á fólki. Tá vóru tað
so nógv ymisk fólk, sum gingu
í húsini og seldu bløð og bøkur.
Øll vórðu boðin inn til ein
drekkamunn, sjálvt um hon
ikki altíð var samd í øllum,
sum hesi stóðu fyri, ikki heldur
átrúnaðarliga.
Eg minnist, at eg einaferð
spurdi mammu, hví hon gjørdi
hetta, bjóðaði øllum inn, tá
hon hevði so nógv annað um
hendur.
Tá svaraði hon mær soleiðis,
“eg fái altíð okkurt gott burt
urúr tí.”
Hetta hevur fylgt mær alt
lívið.
Men aftur til sendingina hjá
Jenisi og Jógvani, so tóktist
teirra verumáti tað øvugta av
hesum, eg omanfyri havi greitt
frá.
Tað, sum serliga Jenis bar
fram, tóktist niðrandi mótveg
is fólki, og gjørdi mær serstak
liga ilt.
Aftur hesaferð vóru tað tey
samkyndu, sum fingu toyggið.
Ein kann spyrja, um tað er tí,
at tey eru so fá og tí lættari at
fara eftir.
Men hvør velur hvussu ein
er?
Hevur Várharra ikki eisini
skapt tey samkyndu? Eingin,
ikki ein einasti, hevur sjálvur
valt, hvussu hann ella hon er.
Mín
sannføring
er,
at
mamma og pápi gjørdu sítt, og
Guð gav mær lívið.
Øll eru vit unik. Eg havi, til
dagin í dag, ikki sæð nakað
prógv fyri øllum tí, hesi sam
kyndu verða løgd undir at gera.
Sendingin vísti eina mynd
av tær, Jenis, greiðandi frá
onkrum ljótum, sum hesin
bólkur skuldi gera og vera, og
sum tínir samsintu har í salin
um, eisini tóktust at øtast um
– og síðani tókst tú samanum
og segði, at hetta bert var byrj
anin til allan ræðuleikan.
Og tí høvdu tit valt at seta á
stovn nýggja meinigheit, fyri
at verja tey kristnu virðini.
Hvar í bíbliuni er
tykkara hugburður, til
kristiligheit, tilskilað sum
serlig kristilig virði?
Havi torført við at fáa eygað á
tað og vísi á nøkur skriftstøð.
Brot úr fyrra Korint, 31.1
Um eg talaði við tungum
manna og eingla, men hevði
ikki kærleika, tá var eg ljóm
andi málmur ella klingrandi
bjølla.
Og í Matt. 7, vers. 1-3.
Dømið ikki, at tit ikki skulu
verða dømd, tí at við tí dómi tit
døma, skulu tit verða dømd og
við tí máli tit mála, skal tykk
um verða mált. Men hví sært
tú flísina í eygunum á bróður
tínum, men bjálkan í tínum
egna eyga verður tú ikki varur
við?
Hesi skriftstøð eru galdandi
fyri eitt og hvørt menniskja, og
undirstrikandi tí vit eru inni á,
um at fara við hvørjum øðrum
við virðiligheit.
Hetta er eisini orsøkin til, at
eg geri vart við meg, tí tað eig
ur ikki at vera í lagi, sum løg
tingsfólk, alment at traðka á
og tosa niðrandi um ávísar
minnilutar, ikki heldur um
nakran, sum ikki fær vart seg.
Og barometrið fyri, nær orða
val og tóni er niðrandi, verður
at finna við at spyrja viðkom
andi fólk og bólkar, hvussu tey
kenna seg virðismett sum
menniskju, í almenna kjakin
um.
Tað er í lagi at hava mein
ingar – um hjúnarbandslóg og
annað. Tó kann eg skoyta uppí,
at tað tykist undranarvert, tá
henda lógin hevur flutt seg frá
tí upprunaliga á øðrum økjum,
at bert hetta eina fær umrøðu.
Løgtingið, eins og Kring
varpið, eiga at kenna teirra
leiklut í samband við at kjak
støðið er virðiligt mótvegis øll
um.