týsdagur 24. september 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Har er pláss
fyri meira list í
fólkaskúlanum
- Vit klára ikki at nøkta tann tørvin, sum er. Vit fáa tríggjar
ferðir so nógvar tilmeldingar, enn vit kunnu bjóða út, sigur
Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum, sum er
eitt fjølbroytt og ókeypis listatilboð til fólkaskúlar í Føroyum
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Listaleypurin er ein listaverk
ætlan, sum byrjaði fyri 11 árum
síðani, og sum Norðurlanda
húsið, Kommunufelagið, LISA
og Mentamálaráðið standa á
odda fyri. Endamálið er at
geva
fólkaskúlanæmingum
høvi at uppliva góða yrkislist
av alskyns slag við at lata før
oysk og útlendsk listafólk vitja
á skúlum kring landið. Verk
ætlanin má sigast av vera ein
súksess, tí áhugin frá skúlun
um er metstórur og hevur bara
verið vaksandi seinastu árini.
- Tað er ótrúliga stuttligt, at
áhugin er so stórur og vaks
andi. Afturmeldingarnar eru
positivar, og tað er deiligt, at
møtið millum listafólkini og
skúlarnar riggar. Tað er jú ikki
givið, at tað skal vera spenn
andi og gevandi, tá onkur kem
ur í undirvísingina uttanífrá.
Men tað riggar, og tað eru vit
sera glað fyri, sigur Rannvá
Káradóttir, verkætlanarleiðari
í Listaleypinum.
Klára ikki at nøkta tørvin
Samstundis sum áhugin fyri
Listaleypinum er vaksin, er
fíggjarkarmurin til Listaleypin
ikki vaksin. Fíggjarkarmurin
er eins og undanfarnu árini á
900.000 krónum, og hetta sam
an við stóra áhuganum frá
skúlunum leggur trýst á virk
semið og tilboðini hjá Lista
leypinum.
- Vit klára ikki at nøkta tann
tørvin, sum er. Vit fáa einar
tríggjar ferðir fleiri tilmelding
ar, enn vit kunnu bjóða út, sig
ur Rannvá Káradóttir og vísir
á, at tað koma yvir 300 tilmeld
ingar frá skúlunum á hvørjum
ári.
- 900.000 krónur árliga er
ikki so nógv, í mun til at tað
eru 18 listafólk, sum vitja í
skúlum
í
øllum
landinum
hvørt ár. Men vit syrgja tó
altíð fyri, at allir skúlarnir fáa
okkurt. Tess størri skúlarnir
eru, tess fleiri vitjanir fáa teir,
soleiðis at tað passar til næm
ingatalið. Men næmingarnir á
skúlunum kundu gott hugsað
sær enn fleiri vitjanir.
- Tað er í øllum førum pláss
til at menna Listaleypin, og
vónandi fáa vit pláss til at gera
tað í framtíðini. Har er gott
pláss fyri meira list í skúlunum,
sigur Rannvá Káradóttir.
Arbeiða við list í tíðarskeið
Hetta skúlaárð eru 18 fjøl
broyttar verkætlanir í Lista
leypinum. 16 av tilboðunum
fevna um framførslur, fram
sýningar og møguligar verk
stovur, har sum listafólkini
eru á tourné í eina viku og vitja
fimm ymsar skúlar hvørja ferð.
Hini bæði tilboðini eru part
ur av nýggja leistinum, sum
kallast økislistafólk, ið Lista
leypurin hevur koyrt seinastu
fáu árini. Har er møguligt hjá
skúlum at fáa vitjan av einum
listafólki ella bólki yvir longri
tíð, har næmingar og lærarar
fáa møguleika at fara í dýpdina
við listaligu tilgongdini.
- Kanningar vístu, at lærarar
ikki kendu seg ílatnar at undir
vísa í summum listagreinum,
sum ikki eru so vanligar í før
oysku skúlunum. Tí royndu
vit at gera tað soleiðis, at nøk
ur listafólk komu út á skúlar
nar at arbeiða í longri tíð við
næmingunum og lærarunum.
Uppá hendan mátan kundi
mann fáa tað listarliga flættað
saman og geva íblástur til
kreativar undirvísingarhættir,
fortelur Rannvá Káradóttir.
- Tað kann geva teimum
næmingum, sum ikki eru so
væl fyri bókliga, møguleika at
brúka ein annan inngangs
vinkul til skúlan. Vit hava
fingið afturmeldingar um, at
hesi átøkini hava fingið fatur á
næmingum, sum mann ikki
vanliga fekk fatur á í undirvís
ingini, sigur hon.
List er týdningarmikil
Vónin hjá fyriskiparunum er,
at Listaleypurin kann vera við
til at geva næmingum eina
breiða mynd av, hvat list er,
hvat mann kann gera við list,
og hvussu mann kann brúka
list í gerandisdegnum.
- List er týdningarmikið fyri
øll menniskju, tí tað hevur so
nógva jaliga ávirkan, sigur
Rannvá Káradóttir og greiðir
nærri frá teimum nógvu fyri
mununum við, at børn brúka
list í undirvísingini og sum frá
læruhátt.
- Í skúlaumhvørvinum hjálp
ir tað næmingum við eitt nú
abstraktari hugsan, perspekt
ivering og at síggja fasettir og
sambandið millum ting, sum
mann kanska vanligvís ikki
sær. At fáa list í undirvísingina
í fólkaskúlanum er fantastiskt,
og tað kann jú eisini vera,
onkur fer at hugsa, at list er
nakað, mann veruliga kann
liva av, sigur Rannvá Káradótt
ir.
Listaleypurin:
Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum
Huskunstner Workshop
Hetta var tá Heidi Hove var á vitjan - "Den Frie Huskunstner Workshop"
Tam Vibberstoft - færøfejring-hval:
Danski filmsleikstjórin Tam
Vibberstoft er við í Listaleypinum
2020 - hann fer at hava
tvørlistarligu framførsluna
"Færøfejring", har áskoðarnir
kunnu taka lut í framførsluni
Tam Vibberstoft -
Færøfejring-værtinde:
Tam Vibberstoft við "Værtinde"
frá "Færøfejring"