týsdagur 24. september 2019síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
TÍÐINDI
Fleiri næmingar
blomstra
- Hvørt ár haldi eg meg síggja minst
tveir-tríggjar næmingar, sum veruliga
skara framúr, og sum eg vænti at síggja
á føroyska listapallinum um nøkur fá ár
– kanska enntá sum yrkislistafólk, sigur
Henný Dánialsdóttir, sum undirvísir á
Listabreytini hjá Nám X
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Fleiri halda, at føroyskir fólka
skúlanæmingar fáa ov lítla
undirvísing í listarligum arbeiði
í 1. - 9. flokk. Men í 10. floks
tilboðnum í Havn, sum eitur
Nám X, verður brotið upp við
hetta. Har hava næmingar
møguleika at tekna seg á so
kallaðu
Listabreytina,
sum
merkir, at mann hevur list
sum lærugrein tveir dagar um
vikuna, ið svarar til 10 tímar.
Men hvussu riggar hetta, og
hvat gera teir ungu næmingarnir
á Listabreytini? Vit hava fregn
ast og spurt Henný Dánialsdóttir,
listalærara, hvussu hon upplivir
gerandisdagin og menningina hjá
sínum næmingum á Listabreytini.
Stórur áhugi fyri listini
Hon sigur, at næmingarnir eru
sera áhugaðir í at læra um list
og at gera list frá fyrsta degi,
teir koma á Listabreytina.
- Tey eru sera spent at koma
í gongd. Fyri tey flestu er tað
galdandi, at tey ikki fyrr hava
fingið tíð og umstøður til djúp
hugsni í lærugreinini. Tað er jú
stórur munur á at sleppa at hava
evning í tveir tímar av og á, og so
at vera á listabreytini í samfullar
tíggju tímar um vikuna eitt heilt
skúlaár, sigur Henný Dánialsdóttir.
- Vit hava tíð til at fara víða um
innan ymisku listagreinarnar, og
eg síggi fleiri næmingar blomstra
gjøgnum árið. Av tí at næmingarnir
eru meira búnir í Nám X, fáa teir
eina breiðari og djúpari fatan av
listini og ikki minst listafólkunum,
sigur hon.
Listin tryggjar grundleggjandi
førleikar
At list verður raðfest í før
oyska fólkaskúlanum hevur al
stóran týdning, meinar Henný
Dánialsdóttir.
- Allar kanningar vísa, at list,
ella kreativa fakøkið sum heild, er
við til at styrkja um innlæringina
hjá næmingunum. Tú lærir ikki
bara at tekna; tú lærir at tulka, fata
og greiða frá. Tú lærir at seta orð
á tínar tankar, kenslur, huglag og
meiningar. Tú lærir at hugsavna
teg og hugsa skynsamt. Hetta eru
grundleggjandi
førleikar,
sum
mynda heila menniskjað, sigur hon.
- Í kreativu læringstilgongdini
lærir tú eisini at loysa trupulleikar,
leggja eina ætlan, og harvið gert tú
nýggj tankamynstur í heilanum,
sum styrkja innlæringina í teimum
bókligu lærugreininum. Um vit
hugsa um, hvussu nógvar tím
ar børn í dag brúka frammanfyri
skíggjanum, so eru tað júst hesir
førleikar, vit áttu at ment, sigur
Henný Dánialsdóttir.
- Øll børn hava tørv
á at eydnast
Í sambandi við týdningin av
listini vísir Henný Dánials
dóttir á tað, sum hevur størst
an týdning, nevniliga at ”Fólka
skúlin er fyri øll”.
- Men hóast hetta, so sita fleiri
næmingar í tíggju ár á skúlabonki
og kenna á sær, at tey ikki eru nóg
góð, tí tey ikki eru bókliga sterk. Øll
duga okkurt; vit skula bara finna
útav, hvat tað er. Øll børn hava
tørv á at eydnast. Um tað er í stødd
frøði ella evning, tað eigur at vera
líkamikið, sigur hon.
Henný Dánialsdóttir ivast ikki
í, at list í fólkaskúlanum kann vera
við til at eggja næmingum at royna
seg sum yrkislistafólk í framtíðini.
- Næmingar, sum ikki eru so
sterkir bókliga, kunnu veruliga
finna - og síggja - sínar styrkir í
einari ikki-bókligari lærugrein, sum
listabreytin jú er. Hvørt ár haldi
eg meg síggja minst tveir-tríggjar
næmingar, sum veruliga skara
framúr, og sum eg vænti at síggja
á føroyska listapallinum um nøkur
fá ár – kanska enntá sum yrkislista
fólk, sigur Henný Dánialsdóttir.
Lisin skal virðast
Nógv verður gjørt burturúr
listarligum arbeiði í Eystur
skúlanum, har Henný Dánials
dóttir undirvísir, tí hetta er ein
so mikið stórur skúli. Men hon
heldur, at listin eigur at verða
hægri raðfest á smærri skúl
unum.
- Eg haldi, at okkurt eigur at
verða gjørt, soleiðis at smærru
skúlarnir eisini fáa møguleika til
at bjóða sínum næmingum góðar
umstøður til kreativu fakini, tí eitt
er at raðfesta, eitt annað er at virða,
sigur hon og greiðir víðari frá.
- Tað nyttar ikki bara at játta
nakrar tímar á einum rokniarki og
so vænta, at fakið mennist av sær
sjálvum. Tað er eisini umráðandi,
at lærarar við røttum fakligum
førleikum verða settir at undirvísa í
list, eins og teir verða tað í føroysk
um og støddfrøði.
Listabreytin á Nám X:
Næmingarnir fáa gott innlit í føroyska listasøgu í
undirvísingini, sum gevur teimum nógv hugskot. Her er
eitt pappírsklipp við íblástri frá William Heinesen
Abstrakt list við kolblýanti
Skurðmynd úr klistri
Tekning í sambandi við bókaútgávu