týsdagur 24. september 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. september 2019 · Nr. 110
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tveir teir seinastu dystirnir í
23. umfari verða í kvøld. Tað
eru dystirnir hjá steypafinal
istunum. EB/Streymur tekur
móti steypavinnarunum úr
HB, meðan Skála tekur móti
Víkingi. Felags fyri øll liðið er,
at tey eru langt frá vanda og
framstigi.
HB er steypavinnari og
hevur vunnið sær pláss í Ev
ropa til komandi kappingarár,
Víkingur hevur langt upp til
Evropa, Skála liggur í onga
mannalandi og tað skal ganga
EB/Streymi illa, um teir niður
flytingarvandin verður størri,
enn hann hevur verið í alt ár.
EB/Streymur-HB
Mikukvøldið klokkan 19
DÓMARI: PETUR REINERT
Sundalagsmenn
vunnu
týdningarmiklasta
sigurin
í hesum kappingarárinum í
farna umfari. Við 3-2 sigri á ÍF
hava sundalagsmenn slitið seg
leysar av aftasta plássinum
í Betri deildini. Í løtuni er
ivasamt um nakrar uppflytari
verður, men tað er enn ein
møguleiki fyri at 07 Vestur ger
eitt hál. Verri er at ímynda sær,
at B68 og 07 Vestur klára at
koma millum trý tey fremstu í
næstbestu deildini.
Gestirnir eru steypavinnarar
og tað kemur óiva at ávirka
dystin. Tó er murran í HB púra
greið. Liðið skal vinna sínar
dystir og spælt verður fyri FM,
so leingi tað er ein møguleiki.
-Vit
hava
framvegis
møguleika at endurvinna FM,
og tí avbjóðingini fara vit nú
at hava fokus á. Vit eru níggju
stig frá toppinum, og tað eru
fimtan stig eftir at spæla um,
so møguleikin er ikki burtur, og
vit fara at stríðast fyri at vinna
so stóra úrtøku, sum tað ber
til, sigur Heimir Guðjónsson,
venjari hjá HB.
Stríðsmaðurin
á
miðjuni,
íslendski
Binni
Hlöðversson,
er
bersøgin,
tá hann fær spurningin um
hvat er á skránni restina av
landskappingini, nú HB hevur
tryggjað sær pláss í Evropa til
komandi kappingarár.
-
Hatta
er
ein
býttur
spurningur, tí sjálvandi skulu
vit koyra á hvønn dyst, tí tað
er tað HB ger. Vit spæla fyri at
vinna hvønn tann einasta dyst,
tí hetta er ikki liðugt enn, sigur
Binni Hlöðversson við FM1
eftir steypasigurin.
HB
er
uttan
Trónd
Jensen og Hørð Askham,
sum báðir hava slitið
krossbandið,
meðan
Bartal Wardum og
Magnus
Egilsson
eru ivasamir. Báðir
fingu ein snudd í
steypafinaluni og
blivu skiftir út.
Ein
annar
s p u r n i n g u r i n ,
sum fleiri í HB
seta sær er um
Heimir Guðjónsson
heldur fram sum
venjari.
Íslendskir
miðlar
senda
hann til Kaj Leo í
Bartalsstovu
og
Val,
men tað ljóðar úr HB, at
tað heldur verður til HB
og Kaj Leo H. Johannesen,
ið ætlar at halda fram sum
formaður,
hóast
hann
er
blivin
landsstýrismaður
í
heilsumálum.
-Sum eg segði, so miðja vit
nú eftir at vinna FM. Hvussu
tað verður við framtíðini er ikki
greitt enn. HB og eg samráðast
um nýggjan sáttmála, sigur
Heimir Guðjónsson, sum í fjør
vann FM saman við HB, og sum
er fyrsti HB venjari í 15 ár, sum
hevur verið við til at vinna
finaluna um løgmanssteypið.
Um hetta mundi í fjør
avgjørdi
Ari
Mohr
Olsen
FM í Klaksvík, men støðan
er ikki eins góð fyri HB í
ár. Spurningurin er so hvat
munurin er.
-Munurin frá í fjør til í ár er
stong inn og stong út. Tað er
besta lýsingin eg kann geva tær
upp á munin. Vit skapa eisini
møguleikar í
ár, men munurin er
at í fjør fer bólturin í málið. Eg
haldi tað er munurin, sigur Ari
Mohr Olsen.
Ungi áleyparin er sloppin inn
á skúla frá feburar komandi ári.
Tí er ein stórur møguleiki fyri,
at sandoyingurin ikki verður
at síggja í føroyskum fótbólti
til komandi kappingarár.
Hóast
HB
hevur
timburmenn frá finaluni um
Løgmannsteypið, so er HB
favorittur at vinna.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-4
Skála-Víkingur
Mikukvøldið klokkan 19
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Eitt av málunum hjá Skála
undan kappingarbyrjan var
at bjóða av um fimta plássið.
Í fjør var tað Víkingur og
munurin var tíggju stig. Eftir
22 umfør er munurin heili 17
stig.
Tó er vert at nevna, at Skála
fekk 29 stig í fjør. Higartil
hevur liðið fingið 25 stig. Tað
sigur eisini eina søgu um, at
fimm tey stóru fáa enn fleiri
stig í ár. Skála verður eftir
øllum at døma nummar seks
aftur í ár. Um teir vinna ella
tapa mikukvøldið.
Gestirnir úr Víkingi hava
bara ein lítlan møguleikan
røkka Evropa. Níggju stig eru
upp til NSÍ,
ið hevur spælt
ein dyst fleiri. Eftir
steypafinaluna var lagið einki
serligt á Sølva Vatnhamar.
-Eg veit ikki hvat vit skulu
gera restina av kappingini.
Vit hava einki at spæla fyri,
segði ein sjónliga vónbrotin
Sølvi Vatnhamar við FM1 eftir
ósigurin í steypafinaluni.
Upptakt 23.umfar:
Tað er eitt sindur ivasamt hvussu
stórt motivatiónin er til teir báðar
dystirnar mikukvøldið í 23.umfari, tá
steypafinalistarnir skulu spæla sínar dystir
BINNI: VIT MUGU
VINNA HVØNN DYST
FÓTBÓLTUR