Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. september 2019 · Nr. 110 Víkingur hevur øll trý toppliðini eftir og tvey møtast tvær ferðir innanhýsis. Nógv skal broytast, tí Víkingur hevur tapt allar topp-fimm dystirnar í seinastuni, men tað er ein møguleiki. Tað hevur mangan verið javnt millum hesi bæði liðini, men Skála hevur fyrimunin av betri fyrireikingartíð. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 FÓTBÓLTUR Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. B36 23 18 2 3 46-18 (+28) 56 2. KÍ 23 17 3 3 50-16 (+34) 54 3. NSÍ 23 16 3 4 58-25 (+33) 51 4. HB 22 13 5 4 55-22 (+33) 44 5. Víkingur 22 13 3 6 45-31 (+14) 42 6. SKÁLA 22 8 1 13 23-29 (-6) 25 7. TB 23 5 4 14 18-45 (-27) 19 8. AB 23 4 3 16 23-57 (-34) 15 9. EB/Streymur 22 3 3 16 21-51 (-30) 12 10. ÍF 23 1 3 19 21-66 (-45) 6 Fleiri spenandi dystir Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 23. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: EB/STEYMUR-HB 2 SKÁLA-VÍKINGUR X JÁKUP ÓSÁ: EB/STREYMUR-HB 2 SKÁLA-VÍKINGUR X TRÓNDUR ARGE: EB/STREYMUR-HB 2 SKÁLA-VÍKINGUR 1 STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 76 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 73 STIG 3. TRÓNDUR ARGE 72 STIG Ikki við: Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fótur, langtíðarskaddur), Tóki H. Johannesen (vikur), Arnar Dam (burturstaddur), Rógvi Egilstoft Nielsen (leikbann), Niklas Kruse (útleigaður frá HB) Ivasamir: Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen Ikki við: Tróndur Jensen (Krossband, upp til 1 ár), Hørður Askham (krossband, upp til 1 ár) Ivasamur: Bartal Wardum (fóturin) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, óvist) Ivasamir: Pætur Dam Jacobsen (knæið), Janus Svabo Samuelsen (lærið) Viðaftur: Jákup Johansen (leikbann) Ivasamur: Gunnar Vatnhamar (høvdið) LIÐ TÍÐINDI HB EB/STREYMUR VÍKINGUR SKÁLA Betri deildin menn 23. umfar: MIKUKVØLDIÐ: SKÁLA-VÍKINGUR (19.00) EB/STREYMUR-HB (19.00) B36 – ÍF 7-2 (4-1) 1-0: Árni Frederiksberg 5. 2-0: Hugin Samuelsen 8. 2-1: Hans Jákup Lervig 18. 3-1: Brian Jakobsen 23. 4-1: Brian Jakobsen 31. 5-1: Erling D. Jacobsen 49. 5-2: Karl Løkin 79. 6-2: Árni Frederiksberg 87. 7-2: Stefan Radosavljevic 89. AB – KÍ 0-2 (0-2) 0-1: Boris Dosljak 1. 0-2: Patrik Johannesen 17. TB – NSÍ 1-4 (0-1) 0-1: Klæmint A. Olsen 5. 0-2: Petur Knudsen 53. 1-2: Veljko Vukovic 56. 1-3: Petur Knudsen 79. 1-4: Jann Martin Mortensen br 90. Nógv bendir á, at føroyska A-landsliðið hjá monnum skal hava nýggjan landsliðsvenjara. Eftir átta ár hevur Lars Olsen ikki fingið endurnýggjað sátt­ málan enn. - Eg havi tosað eitt sindur við FSF, men einki er komið upp á pláss. So eg kann ikki siga, um eg verið her ella har. Tað er trígg­ir mánaðir til sáttmálain gong­ur út og tað er long tíð, sigur Lars Olsen við Tipsblaðið, eftir at Politikken hevur sett hann í samband við Esbjerg. Norðlýsið skrivaði í farnu viku, at blaðið ikki metir at Lars Olsen heldur fram. Blaðið hevur eisini eina viðmerking frá Christiani F. Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum. - Starvsnevndin fer at hava fund innan fáar vikur, og tá verð­ur ein endaliga avgerð tikin um venjaraspurningin, sigur Christian Andreasen við Norð­lýsið. Eitt navn, sum hevur verið nevt er Heimir Guðjónsson. Hann er venjari hjá HB og hev­ ur ikki longt sáttmálan enn, hóast samráðingar eru í gongd. Ein avbjóðing við íslend­ingi­ num er at hann ikki hevur Pro- License útbúgvingina, sum er krav til ein A-landsliðsvenjara. Keldur hjá Sosialinum nevna Bo Henriksen sum eitt uppskot til landsliðsvenjara. Hann er í løtuni venjari hjá AC Horsens, har hann hevur biðið um at verða loystur úr starvi. Tá við tí hugsan, at hann skuldi blíva ítróttar­stjóri í AC Horsens. Hann er venjari hjá Halli Hans­son og er vanur við at stríð­ast móti yvirmaktini. Sum skilst, so er hann eisini berg­tik­ in av Føroyum. trondur@sosialurin.fo Bo Henriksen nevndur sum møguligur landsliðsvenjari