Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Um tú heldur, at tú hevur lungnabruna, eigur tú at søkja tær læknahjálp. Læknin fær tá høvi at kanna teg og finna út av, um tú skalt viðgerast við heilivági ella ikki Vilmund Jacobsen Hvør er munurin á sonevnd um ”køldum” lungnabruna og vanligum lungnabruna? Ofta verður sagt um kaldan lungnabruna, at hetta er bruni við ongum fepuri, men hetta er misvísandi. Tey flestu, sum dragast við bakteriuna, sum gevur so­ nevnd­an kaldan lungnabruna, hava nevniliga fepur, men ofta er fepurin ikki so høgur sum við vanligum lungnabruna. Sjúkutekini, sum vísa seg við hesum báðum sløgum av lungnabruna, eru eitt sindur ym­isk. Vanligur lungnabruni gevur ofta - • høgan fepur • skjálvta • hosta við slími • trupulleikar við andadrátti Kaldur lungnabruni hevur við sær - • minni fepur • hosta uttan slím • høvuðpínu • kanska hálspínu Munurin á hesum báðum sløg­ um av lungnabruna er bakt­eri­ an sum ger, at tú verður sjúk/ ur. Kaldi lungnabrunin stavar frá bakteriuni mycoplasma pneu­moniae. Vanligi lungnabrunin, sum vit kenna við høgum fepri, kann eisini hava sína orsøk í bakt­eriuni mycoplasma pneu­ m­oniae, men skyldast ofta eis­ ini eina ígerðarsjúku við strepto­ kokkum. Um tú heldur, at tú hevur lungnabruna, eigur tú at søkja tær læknahjálp. Læknin fær tá høvi at kanna teg og finna út av, um tú skalt viðgerast við heilivági ella ikki. Ert tú smittað/ur við bakt­ er­iu, fært tú heilivág. Men, tað er ikki vist, at bakt­ eria er orsøk til lungnabrunan, og tá verður tú gjarna biðin um at krúpa undir dýnina, hvíla teg og geva tol. Ymiskar orsøkir Lungnabruni er bruni, sum kem­ur í lungavevnaðin, og sjúk­an kann koma av einari røð av smáverum ella mikro­ org­anismum, eitt nú virus, bakt­erium, svampum, snult­ar­ um ella sníkum. Men, lungnabruni kann eis­ ini koma av etsandi kemika­l­i­ um, eitt nú av eitrandi gassum við eldsbruna, og tá verður hetta rópt kemiskur lungna­ bruni. Í serstøkum føri kanst tú eis­ini fáa lungnabruna við at spýggja og anda í teg maga­ inni­hald, og hetta er eisini eitt slag av kemiskum lungna­ bruna. Hevur tú kroniskar lungna­ sjúkur, eitt nú kollungu, astma ella slím á lungunum ert tú í økt­um vanda fyri at fáa lungna­bruna. Er lungnabrunin aftur­vend­ andi, kann tað merkja, at tú líður av kroniskari lungna­ sjúku, sum eitt nú kann vera kol­lungu. Kollungu mennast gjarna yvir fleiri ár, og hetta kann byrja við veksandi hosta, afturvendandi slími í lung­un­ um og lungnaígerðum. Hevur tú fingið kollungu, minka evnini hjá lungunum at beina burtur slím og mikro­org­ an­ismur, og hetta veksur eisini um vandan fyri at menna lungna­bruna. Ert tú ofta fongd/ur við lungna­bruna, kann tað vera eitt gott hugskot at biðja lækn­ an kanna lungnavirknaðin. Serliga menn Lungnabruni er framvegis ein vanlig sjúka, og í Danmark verða hvørt ár umleið 70.000 fólk rakt. Umleið 15.000 av hes­ um verða viðgjørd á sjúkra­ húsi, og helmingurin av hesum eru 65 ár og eldri. Tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum fáa lungnabruna, og hvørt ár doyggja umleið 1600 fólk í Danmark av sjúk­ uni. Tað eru serliga fólk, sum eru sjeyti ár og eldri, sum doyggja, og deyðstíttleikin er størri millum kvinnur enn menn. Helmingurin av til­burð­un­ um av lungnabruna hava sína orsøk í bakterium, og í flestu førum er talan um strepto­kok­ bakt­eriur, sum verða róptar pneumokokkar. Hetta er tann mest vanligi lungnabrunin. Tá tú fært lungnabruna, er talan oftast um smittu, har tú hevur andað í teg mikro­org­an­ ism­ur ella smáverur. Ein meira sjáldsom orsøk er, tá bakteriur frá ígerðum aðra­ staðni í likaminum um blóð­ ban­an enda í lungunum. Talan kann eitt nú vera um ígerð onku­staðni í beinagrindini, sum flytir seg og endar í lung­ un­um. Keldur: lunge.dk/ netdoktor.dk Lungnabruni er bruni, sum kemur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum ella mikroorganismum, eitt nú virus, bakterium, svampum, snultarum ella sníkum Lunguni eru ikki at spæla við