hósdagur 26. september 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Týsdagin avdúkaði
Klaksvíkar
kommunu nýggja
standmynd av
Elinborg Lützen.
Hetta er fyrsta
standmynd av
navngivnari
kvinnu í Føroyum
Leygardagin gjørdist
bæði mans- og
kvinnuliðið hjá HB
steypavinnarar
Mikudagin boðaði
Bakkafrost frá, at
teir hava ognað
sær meirilutan
í skotsku
alifyritøkuni the
Scottish Salmon
Company
Leygardagin
byrjaði Prince at
røkja farleiðina
millum Havnina
og Krambatanga,
meðan Smyril er í
dokk
Í hesum døgum
verður upptøkur
til nýggja James
Bond filmin
No Time to
Die gjørdar í
Føroyum
Prince
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
tons av ruski blivu
ruddaði í samband
við Rudda Føroyar
leygardagin
26
Um føroyska orðið prinsur skrivar Sprotin:
sonur kongs el. drotningar, kongssonur,
maður av kongsætt
2 (fugl.) ungur skarvur (áðrenn føturnir eru
vorðnir svartir), skóleysi skarvur; sms. t.d.
klodda-, krún-, posa-
Nýggja avloysaraskipið fyri Smyril hevur
stolið fleiri yvirskriftir í vikuni. Fyrst kom
tað óvæntað á stjóran á Strandferðsluni
og umleið 100 ferðafólk, ið stóðu eftir á
Krambatanga sunnudagin, at pláss var
fyri einans 365 ferðafólkum umborð.
Harumframt hevur verið funnist at
vesiumstøðunum, trygdini og longu
siglingartíðini.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Hevur James
bond til
Kalsoynna?
Túrarnir til Suðuroyar
krevja nú meiri
pappírarbeiði.
Stívt andøvsgul upp í ein strúk
av landnyrðingi, 10 til 13 metrar
um sekundið, ið minkar til gul til
stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar
um sekundið. Mest skíggjað
og regn, men seinni mest turt.
Hitin alt døgnið um 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi og norðri, 5 til
10 metrar um sekundið. Mest
skíggjað og í støðum æl. Hitin alt
døgnið millum 8 og 11 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri,
8 til 13 metrar um sekundið. Mest
skíggjað og møguliga nøkur æl.
Hitin um dagin millum 7 og 10
stig, um náttina umleið 5 stig.
10-13 m/s
5-10 m/s
Onki er at ivast í, at Strandferðslan
hevur megnað at fingið sær pláss í
yvirskirftunum hesa vikuna.
Øll vita vit og góðtaka, at
ferðamannaskip skulu í dokk og at
trygdin skal vera í lagi. Tí góðtaka vit
eisini sum oftast, at tá ið slíkt hendir, so
er tænastan eitt sindur verri á teimum
farleiðunum í nakrar vikur.
Men tá ið vit uppliva slíkt sum hendi
á Krambatanga seinasta sunnudag, er
alt farið av lagi.
Skipið tekur helvtina færri folk
enn Strandferðslan áður hevur boðað
frá og so siglir skipið undan eini 100
fólkum hetta kvøldið.
Tað sum øsir tey flestu ,er
hjálparsleysa
handfaringin
og
kunningin av tí sum hendir. Ongin er
á staðnum at kunna ferðafólki um,
hví tey ikki sleppa við skipinum og
onki verður gjørt fyri at veita hesum
somu fólkunum nakra tænastu í
tíðarskeiðnum frá tí Prince fór av
Krambatanga sunnukvøldið og til
ferjan sigldi aftur maánamorgun.
Ája!
Tíverri endar søgan ikki har.
Viðvíkjandi ferðafólkunum hevur
Strandferðslan yvirsæð nakrar treytir,
tá ið leigusáttmálin var undirskrivaður,
men tað vísir seg eisini, at okkurt
annað eisini er yvirsæð.
Tí nú vísir tað seg, at ferjan heldur
ikki sleppur at sigla við tangabilum
við olju uttan at dokumentatión er
fyri, hvat er í tangunum og at oljan er
avgassað.
Sum vanligur ferðamaður eri eg
glaður fyri, at slík krøv eru, tí vit hava
sæð stórar skipsvanlukkur standast av
gáloysni og ikki nóg strongum krøvum.
Tað sum ber til at fýlast á, er at
leiðslan á Strandferðsluni eisini her
hevur yvirsæð hvørjar reglur eru
galdandi fyri eitt ferðaskip, sum teir
leiga.
Tað er ikki nóg gott.
Ája!
Nýggja landsstýrið hevur sitið
nakrar dagar á heitu taburettunum í
Tinganesi. Tey vita, tey hava eina stóra
uppgávur fyri framman – nevniliga
at gera fígjarlógina fyri næsta ár og
fíggjarkarmarnar fyri 2021 og frameftir.
Saman við tí skal eisini eina
eykajáttanarlóg gerast fyri í ár. Tann,
sum vanliga kemur í tingið um várið, er
enn ikki komin, so tað noyðist hendan
samgongan at taka sær av.
Sum altíð, tá ið vit hava politiskt
skifti, so roynir nýggja samgongan
at mála fíggjarstøðuna eitt sindur
døkkari enn hon er, meðan fráfarandi
samgonga ger hana ljósari enn
veruleikin er.
Ája!
Hyggja vit í ítróttarheimin so vann
HB steypafinaluna á Víkingi í einum
mjørkadysti á Tórsvølli.
Helst var tað rætti vinnarin, men
meira ivasamt er um dysturin átti
at verða spældur. Ikki tí spælararnir
ikki sóu at spæla, men tí teir mongu
áskoðararnir sóu bert hálvan vøll.
Tað er ikki heilt í lagi, ha?
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At tað eru 100
ár síðan Norðoya
Sparikassi bleiv
settur á stovn
8-13 m/s