Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 111 5 Dagsskráin fyri fundin verður hendan: 1. Val av fundarstjóra 2. Broyting í viðtøkum felagsins Felagið hevur tann 25. september 2019 gjørt avtalu við Northern Link Limited, um at keypa partabrøv. Sambært hesi avtalu hevur felagið keypt 133.125.109 partabrøv í Scottish Salmon Company PLC (sum er uml. 68,6% av samlaða felagskapitalinum). Keypspeningurin fyri hesi partabrøv er NOK 3.760.784,25, av hesum var 30%, NOK 1.128.235.299 fíggjað av einum seljaraláni, sum eftir ætlan skal rindast aftur av felagnum við at skriva út 2.256.470 nýggj partabrøv til Northern Link Limited til ein tekningarkurs áljóðandi NOK 500 (nevnd “Northern Link Settlement partabrøv”). Felagið hevur lutvíst fíggjað keypspeningin til parta­ brøv ini í The Scottish Salmon Company PLC við at tekna 7.328.709 nýggj partabrøv til ein tekningarkurs á NOK 500, sum verður effektuerað tann 30. september 2019 (nevnt “Private Placement”). 4.800.000 av hesum partabrøvum verða teknaði við at nevnd felagsins nýtir galdandi fulltrú til at útskriva nýggj partabrøv. Írestandi parturin, umleið 2.500.000 partabrøv verða lánt frá Regini Jacobsen, sum partur av keypspeninginum (nevnd “Lántu partabrøvini”). Felagið hevur sostatt tørv á at útskriva nýggj partabrøv svarandi í mongd til Lántu Partabrøvini, til tess at aftur­ bera lántu partabrøvini til Regin Jacobsen. Harumframt umhugsar felagið um bjóðast skulu út upp til 1.000.000 nýggj partabrøv til ein tekningarkurs á NOK 500 til teir partaeigararnar, sum ikki fingu boðið møguleikan at tekna nýggj partabrøv í Private Placement í einum nýggjum tekningarumfari í Q4/2019 (“Repair Issue Partabrøv”). Samanlagt eru Northern Link Partabrøvini, Læntu Parta­ brøvini og Repair Issue Partabrøvini umleið 5.756.470 partabrøv. Sostatt skjýtur nevndin upp, at hon fær heimild at skriva út upp til 6.000.000 nýggj partabrøv til omanfyrinevnda endamál og at ein nýggj § 4A verður sett inn í viðtøkur felagsins, við hesi orðing: „§4A Nevnd felagsins hevur heimild til at hækka partapeningin í felagnum eina ella fleiri ferðir við upp til nominelt DKK 6.000.000. Nýggju partabrøvini skulu ljóða upp á navn og skulu fylgja teimum reglum, sum framganga av § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndini er heimilað at taka av gerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi parta­ eigarar. Nýggju partabrøvini skulu vera áljóðandi DKK 1. Nýggju partabrøvini skulu inngjaldast kontant til felagið. Heimildin hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi fram til ársaðalfundin, sum verður hildin í 2024.“ Sum avleiðing av hesi broyting verður galdandi § 4A í viðtøkunum til § 4B. 3. Ymiskt Onki mál er innkomið til viðgerar undir hesum punkti á dagsskránni. Undir hesum punkti verður sostatt eingin atkvøðugreiðsla. Innkalling til eykaaðalfund í P/F Bakkafrost Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Bakkafrost Eykaaðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar, fríggjadagin 18. oktober 2019, kl. 15.00 Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á eykaaðalfundinum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com, til P/F Bakka­ frost, Bakkavegur 8, 625 Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000. Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin tann 15. oktober 2019, kl. 24.00. Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisi­ ni fram umvegis heimasíðu felagsins www.bakkafrost. com ella á skrivstovu felagsins Bakkavegur 8, FO­625 Glyvr ar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er mánadagin tann 14. oktober 2019, kl. 24.00. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á eykaaðalfundinum, hava tygum møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna. Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 8, FO­625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal, sum kann nýt ast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri fund­ ar stjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á teldupostbústaði agm@bakkafrost.com. Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálv­ um eykaaðalfundinum. Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á eykaaðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan eykaaðalfundinum. Samsvarandi hesum hava parta­ brøv, sum eru skrásett í seinasta lagi 11. oktober 2019, kl. 24.00, atkvøðurætt. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur í 48.858.065 partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 172.265. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt. Tá ið hækkingin av partapeninginum sambært verandi heimild í § 4A í viðtøkunum verður skrásett, verð ur partapeningur felagsins DKK 53.685.065 við einum áljóð­ andi virði av DKK 1. Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi. § 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi: „Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um við kom­ andi partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðal fundin hevur givið felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum. Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn eitt ár. Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava at­ gongd til aðalfundin.“ Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at: „Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.” Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge, Essendropsgate 7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway, 983258344 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda pen­ ingastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felag num. Glyvrar, tann 26. september 2019 P/F Bakkafrost Fyri nevndina Rúni M. Hansen, nevndarformaður Bakkafrost P/F • Bakkavegur 9 • 625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • bakkafrost@bakkafrost.com • www.bakkafrost.com