hósdagur 26. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
6
Samstundis sum nógvir
føroyingar stríðast við sorg,
eru nógvir aðrir, sum vita lítið
um sorg, og hvussu tú skalt
fyrihalda teg til fólk, ið liva
í sorg. Tað skal vera lættari
at fyrihalda seg til tað, halda
systrarnar Ester Kristiansen
og Døgg Nónsgjógv, ið báðar
hava mist foreldur. Tær eru tí
farnar undir at gera eitt podkast,
sum skal arbeiða við sorg.
STEINAR PATURSSON
P
ápi Ester Kristiansen og
Døgg Nónsgjógv doyði,
tá tær báðar vóru heilt
ungar, og fyri tveimum
árum síðani misti Ester Kristi
ansen eisini mammu sína. Ester
Kristiansen var júst vorðin
mamma sjálv, tá boðini komu, at
mamman hevði fingið krabba
mein, og sorg hevur tí verið ein
partur av gerandisdagnum hjá
teimum báðum.
- Eftir at hava lisið námsfrøði
í eitt ár, havi eg eisini lisið nógv
um børn og sorg, og so fekk eg hug
at hjálpa øðrum - at brúka mínar
royndir at hjálpa øðrum. Eg kann
hjálpa mær sjálvari eisini við at
hjálpa øðrum, sigur Ester Kristi
ansen.
Tað eru nógv, sum ikki vita,
hvussu tey skulu fyrihalda seg
til sorgina hjá øðrum. Hetta kann
elva til skeivar ella píniligar støður
fyri báðar partar.
- Tey, sum sita uttanfyri og
ikki kenna til sorg, tey hyggja
upp í loft, tá tú gongur framvið.
Tey halda ivaleyst, at tú verður
knústur, um tey nevna navnið hjá
tí deyða, ella um tey tosa um tað.
Men tað er nokk tað øvugta. Tey,
sum hava mist onkran, elska at
tosa um hendan persónin, og tað
kennist gott hjá teimum, at onkur
annar vil vita um viðkomandi eis
ini, sigur Døgg Nónsgjógv.
Tann heimleysi kærleikin
Ítøkiliga hugskotið til at arbeiða
við einum podkasti kom frá
tá Ester Kristiansen arbeiddi í
summarfrítíðini í ár og lurtaði
nógv eftir podkastum. Podkast
var ein góður máti at røkka fólkum
uppá, helt Ester Kristiansen, og tí
fór hon saman við systrini undir
at fyrireika eitt podkast, ið skuldi
snúgva seg um tað, ið hevur við
sorg at gera. Podkastið hevur
fingið heitið Tann heimleysi kær
leikin.
- Hetta er kanska ein góður
máti at fanga tey, ið hava tørv á
tí. Vit tosa ikki so nógv um sorg
til gerandis. Tað er ikki tabu upp
á sama máta, sum tað hevur verið,
men vit tosa ikki nógv um tað, hó
ast sorgin er har. Har eru jú nógv
fólk, ið føla sorg allatíð, sigur Ester
Kristiansen.
Døgg Nónsgjógv er eisini sjálv
boðin bólkaleiðari hjá Beranum, ið
er hjálparfelagsskapur til teirra,
ið hava mist onkran. Samstundis
sum at arbeiðið í Beranum hevur
givið Døgg Nónsgjógv nøkur am
boð, ið hon kann taka við í pod
kastið, so merkir hon eisini, at
stórur tørvur er hjá fólki - bæði
børnum og vaksnum - at tosa út
um sína sorg.
Tørvurin eftir hjálp frá Beran
um er so mikið stórur, at bíðirøð
er eftir at sleppa framat til sorg
arbólk. Síðan Berin fór undir
sítt virksemi í 2003, hava um 600
børn, ung og vaksin verið partur
av bólkunum.
Innihaldið í podkastinum skal
vera rættiliga breitt, gera tær báð
ar greitt. Tað skal vera frá sjúku
tilgongd til deyða og alt annað, ið
hendir har ímillum.
- Tað er lætt at finna evni til
podkastin. Sorg er eitt evni, sum er
ótrúliga breitt, og vit báðar kenna
tað væl. So har eru óendaligir
møguleikar. Og mátarnir, sum
sorg kann viðgerðast uppá, eru
so nógvir, sigur Døgg Nónsgjógv.
- Har eru nógv, ið vita, hvat sorg
er, og har eru eisini nógv, sum ikki
vita hvat sorg er. Podkastið er
ætlað til øll. Evnini skulu venda
seg til teirra, ið hava mist, men
eisini til teirra, sum ikki hava
roynt tað. Sjálvt tú skalt tíma at
lurta. Sjálvt ein 10 ára gomul genta
skal kunna tíma at lurta, antin tí
hon hevur mist onkran sjálv, ella
kanska eitt vinfólk hevur mist
onkran. Tað skal vera ein breiður
málbólkur, sigur Døgg Nónsgjógv.
Mannfólk syrgja
annarleiðis
Tað er ofta munur á, hvussu konu
fólk og mannfólk viðgera sorg. Tað
er ikki altíð so, men ofta eru konu
fólk meira opin um sorgina, meðan
mannfólk eru meira afturlatin,
halda tær báðar Døgg Nónsgjógv
og Ester Kristiansen.
- Tað er nokk so typiskt, at
mannfólk heldur seg aftur og
ikki tosar við nakran um sorgina,
men bara heldur hana inni í sær
sjálvum, sigur Døgg Nónsgjógv.
- Mannfólk eru kanska eitt
sindur stoltari enn konufólk upp
á tann mátan - uttan at tey vilja
tað. Tað er munur á. Og sjálvt um
tú vísir teg at hava tað gott úteftir,
so merkir tað ikki tað sama, sum
at tú hevur tað gott innaní. Eingin
dugir at síggja nakað, men tað er
har, heldur Ester Kristiansen.
Ester og Døgg vilja