Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 111 7 Eitt tílíkt podkast kann tí koma væl við hjá teimum dreingjunum og monnunum, ið kanska ikki hava dirvi ella hug at seta seg at tosa við onnur um sína sorg, men sum kortini hava tørv á at lufta út á onkran hátt. Tá kunnu teir lurta eftir podkastinum og við­ gera sorgina hjá sær á tann hátt, og hetta kann samstundis lata upp fyri, at teir fara at finna sær onkr­ an at tosa við aftaná, halda Døgg Nónsgjógv og Ester Kristi­an­sen. Fakfólk skulu seta dám á podkastið Fyrsti podkasturin verður brúktur til at geva eina innleiðing til vert­ ir­nar báðar, men eftir hetta skal hvør podkastur hava gestir. Um­ framt gestir, ið sjálvir hava roynt at mist onkran, skulu podkastarnir eisini hava fakfólk sum gestir, tí at har eru nógv fakfólk, sum uppliva, at sorg verður ein partur av yrki teirra. - Vit skulu hava nógvar gestir. Læknar, sálarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar - øll tey, ið hava eitt starvsøki, har sorg onkursvegna er ein partur av tí. Hvussu lofta tey støðuni, hvussu møta tey teim­um, ið stríðast við sorg, sigur Døgg Nónsgjógv. Hesi starvsfólkini hava ein týdn­ingarmiklan part at spæla hjá teimum, ið hava havt sorg, heldur Ester Kristiansen, sum vísir á, at tá tær báðar mistu pápan, høvdu tær eisini serliga ein lærara, ið var nógv um tær, og sum eisini gjørdi sorg­artilgongdina lættari, tá tær vóru í skúla. Ester Kristiansen vísir eisini á, at vitanin um sorg er broytt rætti­liga nógv. Fyrr varð hildið, at til­gongdin sorg gekk eftir einum ávísum leisti, men vit vita í dag, at tað er ikki so. Fyristillingin um hvussu sorg eigur at vera, er ikki røtt, og øll uppliva sorg øðrvísi enn onn­ur, heldur Ester Kristiansen, sum vónar at gera upp við fleiri av teimum fyristillingunum. - Vit í familjuni hava havt øgi­ liga lætt at tosa um tað. Men ofta følist tað, sum at onnur verða illa tilpass, tá vit tosa um tað. Ofta endar tað við syrgiligari sam­ kenslu, og tað er ikki tað, ið nakar ynskir. Soleiðis er okkara lív bara, sigur Ester Kristiansen. Fara í panikk Føroyingar sum heild hava ein ser­ ligan hugburð og atferðarhátt til tað, at onkur hevur mist onkran kær­an, halda tær báðar Ester Kristi­ansen og Døgg Nónsgjógv. Ofta eru fólk, ið ikki hava tætt sam­band við familjuna, ið kortini ger­ast ein stórur partur av sorg­ ar­tilgongdini. - Fólk fara eitt sindur í panikk. Tey hugsa: "Nú er okkurt hent, og so má okkurt henda! Tey eru í dýr­ astu neyð, hava ikki yvirskot til at gera mat, so mugu vit gera mat til teirra." Og so knappliga eru øll komin á gátt við mati og kakum, og tað eru kanska ikki øll, ið hava yvir­skot til at fáa so nógvar gestir, tá tey hava mist onkran. Tað ein­ asta, ið summi vilja, er at hava frið, sig­ur Døgg Nónsgjógv. Ester Kristiansen leggur aftrat, at fólk gera tað í allar bestu mein­ ing, men at tað kanska ikki altíð er tað, sum tørvur er á, tá tú skalt ar­ beiða teg gjøgnum sorgina. Fræg­ ari er at koma við hjálpini seinni, tá ger­andisdagurin er byrjaður aft­ur, og tú kanska hevur størri tørv á hjálpini. - Pápin hjá einari vinkonu hjá mær doyði nú herfyri. Eg valdi at bíða eina viku, áðrenn eg fór at vitja. Hon hevði nokk nógvar tank­ar, sum mólu í høvdinum, og eg helt, at eg skuldi bíða, til tíðin var røtt, at fara at vitja hana, sigur Ester Kristiansen. Podkastið kemur í næstum Fyrsta podkastið verður klárt í næst­um, og eftir ætlan skal eitt nýtt podkast vera at hoyra hvønn mán­aða. Tað er umráðandi fyri báðar tvær, at innihaldið er vert at lurta eftir, og tað krevur eisini fyri­reikingartíð. - Tað, sum er umráðandi, er at tað verður ikki tveitt út peu à peu, tað skal vera ordiligt, og tað skal vera gjøgnumført. Tá hava vit ein mánaða at fyrireika podkastið, so vit eru tryggar í úrslitinum, sigur Ester Kristiansen. - Vit eru tvær vanligar gentur, ið hava upplivað sorg, og sum vilja seta fokus á, hvat sorg hev­ur at siga, siga tær báðar um nýggja pod­kastið Tann heimleysi kær­ leik­in, ið verður at hoyra í næstum. seta orð á sorgina