hósdagur 26. september 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
William Heine
sen lærdi
Trónd, at hann
finna sálina í
náttúruni
EIRIKUR LINDENSKOV
– Eg brúki sama heiti um mynd
irnar, sum eg altíð havi brúkt.
Tær eru »natúrinspiratión«.
Soleiðis sigur Tróndur Paturs
son, listamaður úr Kirkjubø, tá
vit hitta hann í nýggja matstað
num í SMS, Hornium, hósmorg
unin í sambandi við listaverkini,
sum hann hevur gjørt, og sum
vórðu víst fram hendan dagin.
Talan er um fýra glasmálning
ar – ella installatiónir. Tær hanga
á vegginum í matstovuni við
ljósið aftanfyri, sum rættiliga fáa
listaverkið til sín rætt.
– Man kann síggja listaverkini
sum eina samanhangandi heild.
Vit hava sett kunstugt ljós aftan
fyri. Talan er um led diodur, sum
gera, at ljósið verður so sterkt, at
málningurin sæst allastaðni frá,
greiðir Tróndur Patursson frá.
Listaverkini hava hingið uppi
síðani Hornið lat upp leygardag
in 31. august. Men ljósið hevur
ikki verið tendrað, tí tað hendi
eitt óhapp, sum gjørdi, at ljósið
mátti gerast av nýggjum.
– Tað sást væl, at tað ikki rigg
aði at hava tey hangandi uttan
ljósið aftanfyri í hesum lítla og
minimalistiska rúminum, sigur
Tróndur Patursson.
Sál náttúrinnar
og innara lívið
Tróndur Patursson greiðir okk
um hendan hósmorgunin so liv
andi frá, hvussu týdningarmikið
tað er hjá einum listarfólki at
skilja náttúrna og innara lív
hennara.
Hetta lærdi hann sum ungur
av altjóða viðurkenda fjøllista
manni okkara, William Heinesen:
– William segði einaferð við meg,
tað var tá eg fór á listaskeið niðri
í Danmark í 1962 – eg hevði søkt
um pengar frá listafelagnum. Tá
spurdi hann so ramliga:
– Trýrt tú upp á Gud?
Eg segði, at tað geri eg nokk,
eg gangi í kirkju av og á og havi
onkuntíð verið klokkari eisini.
Og so spurdi William aftur:
– Trýrt tú upp á trøll og huldu
fólk?
Ja, tað haldi eg at eg geri, segði
eg. Abbi hevur fortalt mær ym
iskt, og eg havi eisini følt, at tað
er okkurt í nátúruni.
– Ja, tað sum tú skalt gera, er
at gera tað ósjónliga sýniligt,
segði William Heinesen, greiðr
Tróndur Patursson frá.
– Og tað er júst tað, sum listin
er, og tað er tað, sum William ger
við sínum bókmentum.
– Tað merkir, at um eg skal
gera eitt portrett av tær, til døm
is, eg kann gott fáa tað at líkjast,
men hvat fanin skal eg brúka tað
til? Men um eg kann fanga tína
sál og leggja mína persónligheit
í sum listafólk, so hevur tað ein
kjans til at blíva list, sigur Trónd
ur Patursson
Hann vísir á, at soleiðis er tað
eisini við nátúruni. Skalt tu ar
beiða við nátúruni, so mást tú
arbeiða heilt forfrá og arbeiða
teg ígjøgnum tilgongdina og so
fanga veruliga tað, sum er – ser
liga havið.
– Og allar hesar ferðirnar,
sum eg havi verið á sjónum,
bæði við fiskiskipum og øðrum,
tað ger faktiskt tað, at man kann
fáa havið til at vera livandi. Tað
er einki, sum er so ringt at tekna,
sum vatn. Og har kann glas
málaríið gera tað, greiðir hann
frá.
Tú mást trúgva uppá, at
áttúrina hevur egna sál
Um myndina av Hestoynni sigur
Tróndur Patursson, at tað var
eitt summarkvøld hann var und
ir Heystoynni við fýramannafar
inum.
– Eg hevði kastað akker og lá
og teknaði upp í loftið. Eg lá so
tætt inni – tí antin mást tú vera
innanfyri ella uttanfyri, um so er
at ein steinur dettur – tað eru 20
metrar út.
– Tað gjørdist nakað seint, so
eg sovnaði niður á hesar tekn
ingarnar. Men tá eg vaknaði aft
ur, so var púra stilli, og so sá eg
hetta øgiliga flotta bergið, loftið,
tað speglast niður í havið. So
tonkti eg við mær sjálvum, at
hetta er tað, nú er alt viðvent, alt
er speglvent, og tað er í havinum.
Og tað er hendan undarliga sál
in, sum kemur í.
Tróndur Patursson sigur, at
hann hevur arbeitt nógv við hes
um inni í hellinum, hesum myst
iska, sum er innanfyri.
– Vissi man ikki trýr uppá, at
náttúran hevur eina sál, hevur
eitt innara lív, so kann man held
ur ikki fáa tað at síggja livandi
út. So verður tað bara ein kliché,
men akkurát hetta her, sum
hendir í sjóvarmálanum, har ið
tarin verður vátur og hellan
verður vát, tú sær eitt sindur á
botnin, har koma allir teir litir
nir.
Mykines hevur gjørt nakað
við tað, og for so yvir til at gera
grindadráp í staðin fyri, tí har
vóru enn og fleiri litir, greiðir
listamaður í Kirkjubø hugtak
andi frá.
Hann heldur fram, at hetta
eru faktiskt náttúrlýsingar, sum
hann hevur brúkt eitt heilt lív
um at gera.
Hevur málað 1.000 fer
metrar av glasmálningum
Hann vísir síðan á kinesiska
hugsjón, sum sigur, at um ein
føroyingur ella annar útlending
ur skal gera eina mynd av eini
blómu til dømis, so tekur hann
fyrst blokkin, so ger hann fyrst
eina tekning, so tvær, tríggjar og
fýra og fleiri og velur so ta bestu
burturúr.
– Men vissi tað nú er ein hes
um kalligrafunum, teknarunum,
so fara teir út og seta seg framm
an fyri hesi blómuna. So fara teir
at ríva tussjir, inntil tað er í ord
an, so gera teir pappírið og pens
TÚ SKALT
GERA TAÐ
ÓSJÓNLIGA
SÝNILIGT
Vissi man ikki
trýr uppá, at
náttúran hevur
eina sál, hevur
eitt innara lív, so
kann man held
ur ikki fáa tað
at síggja livandi
út. So verður tað
bara ein kliché«
Tróndur
prýðir SMS
Í 1987 prýddi Tróndur Pat
ursson trappurúmið í SMS
við glassúluni við rennandi
vatni. Seinni varð vatnið tik
ið burtur, og trappurnar eis
ini prýddar við glasi.
Nú hevur listamaðurin í
Kirkjubø aftur prýtt SMS.
Hesaferð við fýra vøkrum
glasmálningum í nýggju
matstovuni Horninum.
Serligu glasmálningarnir
eru settir upp við led-ljósi
aftanfyri, so teir rættiliga
koma til sín rætt og lýsa upp
í vakra og nýumvælda rúmi
num.