hósdagur 26. september 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
9
an, so gera teir pappírið og pens
ilin, og so fara teir út og seta seg
framman fyri blómuni, og so
siga teir, at tað eydnaðist ikki í
dag, og fara teir heimaftur. Tá so
dagurin kemur, nú er hann klár
ur inni í sálini í sær sjálvum.
– Tú kanst einki gera, uttan tú
hevur tað í tær sjálvum. Tað er
tað sum er, og faktiskt havi eg á
glasverkstaðnum málað á tús
und fermetrar av gasmálaríum,
so handverkið skal eisini vera
har.
Náttúran er inspiratiónin
Og so leggur listamaðurin aftur
at, at tað er forrsetin eingin ann
ar í danska kongaríkinum, sum
hevur gjørt túsund fermetrar av
glasmálaríum, kanska av mosa
ikki – men ikki av glasmálning
um.
– Hondverkið skal fyri tað
fyrsta vera í ordan, og so skal tú
vera klárur tá løtan er.
Tróndur Patursson sigur, at
nátúran er líkasum sjálv inspira
tiónin, og líka frá ungum av hev
ur hann verið úti í Trøllhøvda,
og hann hevur arbeitt har úti
rættiliga nógv við tekningum og
øðrum.
– So hetta er líkasum útgangs
punktið til allar hinar. Her er ein
oyggj, og her er líka sum vestur
skynið, sum kann vera so heilt
einastandandi har, serliga tá
man er so høgt uppi sum 240
metrar uppi á Trøllhvøda. Og so
sperglingin í sjónum og so hetta
dramaið, so her hendir øgiliga
nógv, sigur hann.
Hinar myndinar eru tetaljur
úr berginum ella úr sjónum,
sigur hann.
Speglingin í sjónum
líkist nógv glasinum
Hann vísir á, at um tú til dømis
koyrir eftir Oyggjarvegnum, og
sær niður í Kaldbaksbotn, so er
speglingin av fjøllunum er fakt
iskt nógv meira áhguaverd enn
sjálvt fjallið, tí tað blívur ein
slags abstratión, tað líkist fakt
iskt nógv glasinum.
– So er tað hetta við vatninum,
tað er øgiliga ringt at mála vatn,
leggur hann aftur dent á.
Síðani sigur listamaðurin eina
søgu um kenda málaran Turner
(Frederick Leo Hunter 1858-1943).
– Hann hevði eina framsýning
í London, tað vóru seglskip,
hann málaði. Og hann dugdi væl
at gera mála seglskipini. Men so
kemur ein skipari yvir og bankar
hann á rygging og spyr, er tað tú,
sum ert málari? Ja, segði hann.
Sært tú, at aldurnar fara ein veg,
vindur fer ein annan veg, blokk
arnir eru skeivir, seglini standa
skeivt. Vissi tað er ein góður sigl
ari, so er hann í harmoni við
náttúrna, hetta riggar ju ikki.
– So sigur Turner, jamen hvat
skal eg gera. Tú skalt koma við
mær. Og so fór hann við á ein
Kap Hornaratúr, og bleiv bundin
til mastrarnar, og so gjørdi hann
heimsins bestu málarí av skip
um.
– Tú mást hava verið har, tú
má hava upplivað tað, og tú má
hava tað í kroppinum og hava
tað í hesi skíta telduni í nakka
num, sigur Tróndur Patursson.
Og tað er júst tí, at hann sjálv
ur hevur verið so nógv á sjónum
við ymsum skipin og ikki minst,
tá hann var við Tim Severin, The
Brendan Voyage, tvørtur um At
lantshavið í tveir mánaðir fyri
góðum 40 árum síðani.
Tá lærdi listamaðurin havið
rættiliga at kenna, í skinnbáti í
tveir mánaðir.
Jú, náttúran hevur eina sál og
eitt innari lív...
Tróndur Patursson hevur málað 1.000 fermetrar av glasmálningum á verkstað sínum í Kirkjubø
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN