Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 111 10 PÆTUR HJALMAR EVENSSON F yri fyrstu ferð í 9 ár er ein føroyingur millum lut­takararnar í donsku tón­leika­sendingini "Topp­en af poppen". Talan er um Teit Lassen, sum má sigast at hava sungið seg í hjørtuni á hyggjar­unum hjá TV2 seinastu seks sunnukvøldini. Konseptið í sendingini er, at sjey kendir tónleikarar hittast fyri tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Gjøgnum árini hava nógv­ar tulkingar fingið sítt heilt egna lív - og summar eru enntá blivnar kendari enn upprunaligi sangurin. Tað var einaferð í fjør, at fram­ leiðararnir bjóðaðu Teiti Lassen við í sendingina. Tað tímdi hann væl, og í summar kekkaði hann so inn á Kellers Badehotel á Fanø, har upptøkurnar vórðu gjørdar, saman við seks øðrum kend­um donskum tónleikarum. Hinir tónleikararnir eru Medina, Kwamie Liv, Carl Emil Pedersen, Chief 1, Cæcilie Norby og Anders Blichfeldt.  Tónleikurin førdi tey saman "Toppen af poppen" kann eisini síggjast sum eitt slag av tón­ leika­legu, og tað hevur verið eitt satt upplivilsi hjá Teiti at verið við. - Tað eru nógvir tónar í luftini, og mann kemur at kenna hinar lut­takarnar væl. Sendingin er væl fyriskipað, tí framleiðarnir hava gjørt hana í níggju ár. Vit vóru saman í átta dagar á Fanø, men vit høvdu eisini ymiskt at fyrireika áðrenn, millum annað at gera tónleikin og venja saman við bólkinum. Tað vóru nakrir góðir dagar, og tað var sera stutt­ ligt, sigur Teitur Lassen. Tá hann varð spurdur um at lut­taka kendi hann ongan av hin­um luttakarunum. Men tað gekk ikki leingi, áðrenn tey øll kendust. - Samanhaldið bleiv sera gott bein­an­vegin. Tað er eisini tað, sum sendingin snýr seg um; at mann verður førdur saman í tón­leikinum, uttan at nakar verður sendur heim, vinnur ella tapur, sigur hann. Vildi broyta og endurnýggja Er tað nakað, sum hevur verið gjøgnum­gangandi í ársins sesong, so er tað, at føroyski sangarin í hvørjum parti hevur yvir­raskað við sínum heilt ser­ ligu tulkingum av sangunum hjá donsku tónleikarunum. - Eg royndi at finna sangir, sum mær dámar, og tilfar, sum eg kundi broyta og endurnýggja, sigur Teitur, spurdur hvat hann legði seg eftir í sínum tulkingum. Føroyingurin tók til dømis Chief 1 fulkomiliga av bóli, tá hann umskapaði rappsangin “Nej til narkotika” til sín heilt egna. Eisini fekk Teitur heilt nýtt lív í háaktuellu landapláguna hjá Kwamie Liv, "New Boo”, ið hann fekk at ljóða sum okkurt, sum næstan kundi verið á eyðkendu Poetry & Aeroplanes útgávu hans­ara frá 2003. Men serligasta løtan var uttan iva, tá hann fekk Me­dinu at tára í síðstu viku. Við violin og pedal megnaði Teitur í sínari føroysku troyggju at ganda popplagið "For Altid" hjá Medinu til eitt friðarligt og kenslu­borið Teitur-lag. Danirnir sótu sum trøllabundnir í sandi­ num, og Medina fjaldi ikki, at hon var rørd av framførsluni hjá Teiti. Sunnudagin verður Teitur vertur Nú sunnudagin 22. september kem­ur síðsti parturin í hesari sesong­ini, og tá er tað Teitur, sum eigur tørn at vera vertur. Tá skal hann sita borðendan, har hann skal hoyra hinar tón­leikararnar tulka nakrar av sangunum hjá sær. Tað er longu nú greitt, hvørjar sangir teir ymsu tónleikararnir fara at tulka, og hvussu tað gekk, síggja vit á TV2 sunnukvøldið. Teitur minnist fegin aftur á løtuna, tá hann hoyrdi hini syng­ja sínar sangir, og serliga væl dámdi honum tulkingina hjá Anders Blichfeldt, eyðkenda forsangaranum í Big Fat Snake. - Eg helt, at tað var stuttligt, tá Anders Blichfeldt spældi ein sang hjá mær í Tom Jones meets Daft Punk stíli. Sum heild kenn­ist tað sum ein serlig løta, hvørja ferð onkur framførir, tí mann veit, at tað er sjáldsamt og einans gjørt til høvið, sigur Teitur Lassen. Umframt at blíva tulkaður inni­ber tað at vera vertur eisini, at hann skal taka sær av hinum tón­leikarunum gjøgnum dagin. Tað ger hann millum annað við at bjóða teimum føroyskan dura­snaps, sum jú er føroysk siðvenja. - Vit gera øll tað sama Luttøkan í Toppen af Poppen hev­ur givið Teiti okkurt at hugsa um, sum hann kann taka við sær víðari. - Tað hendir nakað vakurt, tá ið mann verður settur saman so­ leiðis, tí at hóast øll eru ymisk og kanska ikki høvdu funnið hvønn annan á annan hátt, so sær mann, at vit eru rættiliga eins og gera næstan tað sama hvønn dag, hvør sær. Tað ger tað sama, um ein ger hip-hopp og ein annar rock, sjálvt um vit halda, at tað skilir okkum, sigur Teit­ur Lassen. PATURE@SOSIALURIN.FO - Tað kennist sum ein serlig løta, hvørja ferð onkur framførir, tí mann veit, at tað er sjáldsamt og einans gjørt til høvið, sigur Teitur Lassen, sum er aktuellur í donsku sendingini "Toppen af Poppen", har kendir tónleikarar tulka sangir hjá hvørjum øðrum Teitur: OKKURT VAKURT HENDIR Í "TOPPEN AF POPPEN" "Toppen af Poppen" liðið 2019. Frá vinstru: Carl Emil Petersen, Cæcilie Norby, Anders Blichfeldt, Kwamie Liv, Medina, Chief 1 og Teitur MYND: MIKAEL RIECK/TV 2