hósdagur 26. september 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
12
HALLUR AV RANA
M
angur ein føroy
ingur hevur sitið í
Havnar Bio og fylt
ævintýrunum hjá
bretska njósnarunum James
Bond, meðan hann jagstrar
brotsmenn, sjarmerar kvinnur
og bjargar verðini frá undir
gangi.
Sum oftast verða hansara
brøgd framd í heimsins stór
býum, flottum náttúruøkjum
og ymiskum paradísum kring
heimin.
Og nú bendir nógv á, at
Føroyar legst aftrat teimum
støðum, ið bretski njósnarin
vitjar. Fyrr í vikuni kundi in.fo
nevniliga avdúka, at ein tyrla,
ið var komin til landið og stóð
á Bursatanga í Havn, skuldi
brúkast til upptøkur av senum
til nýggjasta James Bond filmin,
ið hevur fingið navnið No Time
to Die.
Lekar
Sum Miðlahúsið skilur eru eingir
av sjónleikarunum í Føroyum,
men er talan um stuntmenn, ið
gera upptøkur til nýggja filmin,
og at hetta ikki er fyrstu ferð,
at teir eru í Føroyum í somu
ørindum.
Men fram til týsdagin hevði tað
eydnast, at hildið loyndarmálið
dult fyri fjølmiðlunum og
almenninginum, men tá ein
gul tyrla kom til landið byrjaðu
søgurnar at ganga. Enn vilja teir
føroyingar, ið onkursvegna eru
knýttir at verkætlanini, ikki út
tala seg um filmin, men vísa á,
at tagnarskylda valdar í nakrar
dagar aftrat.
Men sum tað er so mangan,
tá stór loyndarmál skulu dyljast,
eru tað altíð lekar. Skjótt eftir,
at tað kom undan kavi, at filmað
verður í Føroyum, hoyrdist,
at nógv fremmandafólk eru
í Trøllanesi. Og bygdafólk, ið
Sosialurin hevur tosað við,
undrast á hendan aktivitet, tí
ikki bara fleyg tyrlan ymiskt
tilfar niðan í dalin fyrr í vikuni,
men vóru stórir fremmandi bilar
nú at síggja í bygdini.
At Kalsoyggin og Trøllanes
eru miðstað fyri upptøkurnar
bleiv endaliga greitt, tá myndir
komu út á netið mikudagin av
gulu tyrluni á veg til Kalsoynna
umborð strandfaraskipinum
SAM.
At tað enn verður roynt at
halda verkætlanina loyniliga
bleiv eisini staðfest, tá nakrar
av teimum myndum, ið blivu
lagdur út á netið, blivu tiknar
av aftur, tá tey, ið løgdu tær út,
blivu uppringd og spurd, um tey
ikki kundi strika myndirnar.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
BOND Á TRØLLANESI
- Fram til týsdagin hevði tað
eydnast, at hildið loyndarmálið
dult fyri fjølmiðlunum og
almenninginum, men tá ein
gul tyrla kom til landið byrjaðu
søgurnar at ganga. Enn vilja
teir føroyingar, ið onkursvegna
eru knýttir at verkætlanini,
ikki úttala seg um filmin,
men vísa á, at tagnarskylda
valdar í nakrar dagar aftrat
Daniel Craig
filmar í Italia
Meðan stuntmenn til No Time to Die eftir øllum at døma filma
senur til No Time to Die í Kalsoy, er høvuðssjónleikarin sjálvur
í Italia, har hann filmar senur til sama film.
Sambært bretska blaðnum the Daily Mail varð Daniel Craig
mikudagin sæddur í tokstøðini í italskum býnum Sapri, har
senur verða filmaðar til nýggja filmin.
No Time to Die er fimti og seinastau ferð, at bretin Daniel
Craig verður at síggja í leiklutinum sum agent 007.
Fyrstu ferð hann var at síggja í leiklutinum var fyri trettan
árum síðan, tá hann spældi leiklutin í Casino Royale. Síðan tá
hevur hann spælt heimsins kendasti njósnari í Quantum of
Solace frá 2008, Skyfall í 2012 og seinast í Spectra í 2015.
HESIR HAVA
SPÆLT 007:
Sean Connery (1962-
68; 1971; 1983)
David Niven (1967)
George Lazenby (1969)
Roger Moore (1973-85)
Timothy Dalton (1987-89)
Pierce Brosnan (1995-2002)
Daniel Craig (2006- )
FILMAR VIÐ JAMES BOND:
1: Dr. No (1962)
2: From Russia with Love (1963)
3: Goldfinger (1964)
4: Thunderball (1965)
5: Casino Royale (1967)
6: You Only Live Twice (1967)
7: On Her Majesty's Secret Service (1969)
8: Diamonds Are Forever (1971)
9: Live and Let Die (1973)
10: The Man with the Golden Gun (1974)
11: The Spy Who Loved Me (1977)
12: Moonraker (1979)
13: For Your Eyes Only (1981)
14: Octopussy (1983)
15: Never Say Never Again (1983)
16: A View to a Kill (1985)
17: The Living Daylights (1987)
18: Licence to Kill (1989)
19: GoldenEye (1995)
20: Tomorrow Never Dies (1997)
21: The World Is Not Enough (1999)
22: Die Another Day (2002)
23: Casino Royale (2006)
24: Quantum of Solace (2008)
25: Skyfall (2012)
26: Spectre (2015)
Hóast
James
Bond
er
eitt stórt brand innan
marknaðarføring, so er tað
als ikki vist, at Føroyar fara
at merkja ein ágóða av, at
upptøkur verða gjørdar
til filmin á Kalsoynni. Tað
metir Lena L. Mohr, stjóri á
samskiftisfyritøkuni Sansir.
- Tað handlar um hvønn
leiklut Føroyar fáa í filminum.
Eru Føroyar ein partur av
søgugongdini í sjálvum
filminum ella verða senurnar
vístar sum eitt stað í einum
øðrum landi, vísir hon á.
Um so er, at senurnar í
Føroyum spæla sama leiklut
í filminum sum tær, ið vórðu
tiknar upp í Íslandi til Die
Another Day við Pierce
Brosnan, verður talan um
eitt stórt marknaðarvirði fyri
føroysku ferðavinnuna.
- Jökulsárlón har upp
tøkurnar vórðu filmaðar er
nú millum best dámdu ferða
vinnumál í Íslandi. Men tað
var tí tað var ein týðandi
partur av søgugongdini í
filminum. Ein av biljagstrani
við James Bond og ísslottið í
filminum vóru vístar sum var
James Bond í Íslandi, sigur
Lena L. Mohr.
Svalbard
Hin grøvin er at Føroyar
enda sum Svalbard, ið eisini
var ein partur av Die Another
Day, men hvørki Norra ella
Svalbard verða nevnd í
filminum.
- Tað er eingin í verðini
uttan norðmenn og fólk
innan vinnuna, ið vita at
upptøkur til Die Another
Day eru gjørdar í Svalbard.
Í filminum verður tað lýst
sum Norðurkorea. Tá er
marknaðarvirði lítð og einki,
vísir stjórin í Sansir á.
Við tí vitan vit hava í dag
um upptøkurnar, er tað júst
hendan seinna støðan, ið Lena
L. Mohr metir, at Føroyar fáa
í komandi filminum um 007.
- Um tað ikki kemur greitt
fram í filminum, at upptøkan
er úr Føroyum, hevur tað
einki marknaðarvirði. Og tá
Daniel Craig ikki er í Føroyum
í samband við upptøkurnar,
men einans stuntmenn, tykist
at tað verður so, at Kallurin
verður vístur sum eitt fjall í
einum øðrum landi, sigur hon.
Gott fyri filmsvinnuna
Men hóast møguleiki sostatt
er fyri, at filmurin ikki fer
at draga nýggj ferðafólk til
Føroyar, so er okkurt at vinna
við honum kortini.
- Fólk innan vinnuna leggja
merki til hvar upptøkurnar
verða gjørdar. At koma við í
ein slíkan film kann gera, at
onnur filmsfeløg fáa eyguni
upp fyri Føroyum. Tað er gott
fyri nýggja Filmshúsið, ið
arbeiðir við at marknaðarføra
Føroyar sum eitt filmsland,
sigur Lena L. Mohr og leggur
afturat.
- Fyri okkum føroyingar
er tað eisini stórt. Vit vita
sjálvandi,
at
senurnar
eru filmaðar í Føroyum
og
møguleiki
er
at
marknaðarføra oynna sum
staðið har nýggi James Bond
bleiv filmaður.
Neyvan eitt
gullnám