Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 111 13 Spildurnýggjur Miklagarður Miklagarður lat í morgun, hósmorgunin, upp av nýggjum fyri almenninginum, eftir at hava havt afturlatið í ein mánaða. Handilin hevur verið umvældur - allur sum hann er STEINAR PATURSSON F itt av fólki var at síggja í handlinum longu klokkan níggju í morgun, tá vit vóru á vitjan, og leiðslan í Miklagarði væntar, at fólk fara at taka væl ímóti Miklagarði, sum er latin í nýggjan ham. - Sum tú sært, hava vit total­ renoverað allan handilin. Alt er nýtt, og her er blivið meira opið inni í handlinum, sigur Regin W. Dals­gaard, sum er handilsleiðari í Mikla­garði. Í nýggja úttrykkinum hjá Mikla­garði er burðardygd og orku­ sparni vorðið ein størri partur enn áður. - Yvirhøvur hava vit fingið ein nógv grønari profil, sigur Niels Mort­ensen, stjóri í Miklagarði. - Orkunýtslan er betri, og hitin er settur niður, so her verður eitt betri inniklima. Vit hava eisini skift øll ljósini, nú hava vit bara LED perur um allan handilin. Úrvalið í Miklagarði yvirhøvur er vaksið munandi, og serliga verð­ ur lagt eftir at gott úrval innan vist­frøðilig alternativ. - Vit hava fingið nógv fleiri vist­ frøðiligar vørur. Hetta er nakað, sum hevur verið uppgangandi sein­astu árini, og trendurin fer uttan iva at halda áfram. Vit gera tað eisini lættari at keypa vøru utt­an so nógvan innpakning, og vit hava lagt okkum eftir at geva kund­anum møguleikan at keypa summ­ar vørur í leysum, so kundin sjálvur kann avgera nøgdina, sigur Niels Mortensen og sipar til trupul­leikan við matoyðsl, sum hevur verið nógv frammi í seinast­uni. Tað er serliga nýggja mjólka­ skipanin, sum sær út til at hava fangað áhugan hjá kundunum. Í vegginum við mjólkaúrdráttirnar er ein automat, ið fyllir mjólk á glasfløskur, sum so kunnu end­ur­ nýtast. Mjólk á fløsku, eins og van­ ligt var í gomlum døgum, er eitt tilboð til teirra, ið vilja skera niður á plastikknýtsluna, og tilboðið er eftir øllum at døma freistandi fyri nógv, tí tá vit vóru á gátt stutt eftir, at Miklagarður lat upp í morgun, var bíðirøð framman fyri automatini. Mjólkin sjálv er annars tann sama, sum er at finna í vanligu gulu pakkunum hjá MBM - Lætti­ mjólk. Mitt í handlinum er eisini komið eitt frukttorg við djúsbarr, har tað ber til at brúka appelsindjúsaran og at fáa nýskorna frukt eftir ynski. Forvitnisligt er eisini, at í djúsbarrini er komin ein maskina, sum flysur og skerur ananas heilt av sær sjálvari. Økið, har kassarnir standa, er so at siga ikki at kenna aftur. Yvir­ høvur er nógv meira pláss, stór gólv-til-loft vindeygu eru komin í veggin út móti R. C. Effersøesgøtu, og ljósið við kassarnar er betri. Men tað, sum kanska serliga er broytt, er at nógv færri van­ lig­ir kassar eru, enn tað plagdi at vera. Ístaðin eru komnir átta sjálv­ nýtslu­kassar, eins og teir, ið eru at finna í fleiri av granna­londum okkara. Eftir ætlan skulu sjálv­nýtslu­ kass­arnir gera avgreiðsluna mun­ andi skjótari, og Niels Mort­en­sen sigur, at Miklagarður er fyrsti sjálv­støðugi handilin í konga­rík­ in­um, sum hevur fingið sjálv­av­ greiðslu­kassar.