hósdagur 26. september 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
14
Hvar bleiv innkomu
vegurin til Havnina av
– hesin vegur, sum verður ringvegur
at fordeila ferðsluna í býnum.
Albert Isfeld, arkitektur
Nú Eysturoyartunnilin verður
opnaður fyri ferðslu komandi
ár, tvs í 2020, Sandoyartunnilin
komandi og vit kunnu rokna
við vaksandi ferðafólkatali,
nýggj hotell verða bygd, og ann
ars vaksandi fólkatali í Havn,
kann roknast við nógv meiri og
intensari ferðslu, sum skal trýst
ast gjøgnum miðbýin.
Gongur tú ein túr í Hoyvíks
haganum, sært tú tríggjar betong
brúgvar eins og varðar yvir eina
verkætlan, sum ongantíð bleiv
liðug.
Hví hetta er so, skilja helst ongi
havnafólk.
Her er talan um ein innkomuveg
ella ein uttara ringveg, sum nagga
tódn er komin í.
Fyrst var talan um, hvør skuldi
avgera, hvussu langt skuldi verða
millum tilkoyringarnar til vegin,
síðan hildu summi, at tunnil mátti
gerast, onnur hildu ikki var neyð
ugt við tunnili, aftur onnur høvdu
onkran ognarlut í klemmu og vóru
tí í sínari støðutakan bundin av
hesum.
Kjakið um hetta koyrdi aftur
og fram, til ongin skilti nakað, og
har er støðan nú. – Nakað soleiðis
minnist eg gongdina.
Tað er Landsverk, sum um
situr henda vegin í Havnini, og
Tórshavnar býráð hevur havt sín
ar viðmerkingar til vegin, og her
hevur nakað av kjaki tikið seg upp
um serliga tilkoyringar.
Vegurin liggur í Tórshavnar
kommunu og kemur at liggja mitt
í framtíðar býarplani, og tí skal
vegurin verða undir býarkervi
býarins.
Vit vita øll, at tað er bráðneyð
ugt við hesum uttara ringvegi at
fordeila ferðsluna í býnum.
Vit síggja hvønn dag, hvussu
ferðslan í Havn nærmast typpist
á vegunum, og nú seinast er ein
konstantur proppur frá miðbýn
um í R.C. Effersøesgøtu frá SMS
niðan til rundkoyringina og frá
hesari eystur- og vestureftir, og
hesin ferðsluproppur veksur alla
tíðina til eitt giga forstoppilsi í
býnum.
Vit síggja soleiðis, at tað er
bráðneyðugt at fáa gjørt uttara
ringvegin beinanvegin og gloym
alt um hasa tunnellina, tí hetta
skal verða fordeilingsvegur hjá
Havnini – Havnarfólk dáma best
at koyra undir opnum himli við
góðum útsýni og reinum sinni.
Havnin veksur skjótt, og vit
síggja, at randarhúsini nú ota seg
uppat ætlaða uttara ringvegi - er
umleið 50-100 metur frá hesum, og
tað skal ikki nógv fantasi at hugsa
sær, at skjótt veksur býurin yvir
um henda ringveg, og so er hesin
blivin sambindingarvegur millum
býlingarnar í útkantinum av
Havnini.
Eg vil mæla til, at Tórshavnar
Býráð beinanvegin tekur stig til at
seta fulla gongd á innkomuvegin,
ella uttara ringveg soleiðis:
1. Bera so í bandi, at uttari ring
vegur verður býarvegur, ella sam
bindingarvegur í Havn og verður
goldin av Havnini.
2. Planlegging av íbindingar
vegum millum uttara ringvegin/
sambindingarvegin og inn í Havn
ina.
3. Farast skal undir samráðingar
millum Tórshavnar Býráð og
Landsverk um at avtaka uttara
ringveg/sambindingarveg sum
landsveg, soleiðis fær Havnin
fullan ræðisrætt á vegnum, og
tjak um íbindingar v.m. verður ikki
millum Landsverk og Havnina, og
Landsverk vil spara hópin í við
líkahaldi v.m til henda veg, sum
um stutta tíð kemur at liggja mill
um húsini í Havn.
4. Víðka býarskipanina sam
svarandi omanfyri standandi sí
viðlagda kort.
Afturat hesum eigur nýggj veg
linja aftaná á E (sí kort), at verða
førd oman fyri byggingina við
Villingardalsvegin og til Oyggj
arvegin og á henda hátt verður
Oyggjarvegurin og Marknagils
vegurin partur av ringvega- kerv
inum.
Býurin má ómøguligt læsa seg
inni av landsvegum.
Her verður púra óneyðugt
við tunnli, og sparast kunnu
tíggjutals milliónir í vegagerð
og viðlíkahaldi, og koyrast kann
undir opnum himli við góðum
útsýni yvir býin – líka til høgra
beinið, sum man sigur í fótbolti.
At enda vil eg siga, at tær
tríggjar brúgvarnar, sum standa
úti á berajólum ídag, eru væl úr
hondum greidd verkfrøðinga
verk, kanska nakað av tí besta
vit hava í Føroyum av betong
konstruktiónum, og hava uppi
borið betur sømdir – hesar eru jú
goldnar av skattgjaldarum, sum
bert bíða eftir uttara ringvegi.
Nýggj vegalinja uttan tunnil
25. september 2019
Almenn pensión er ein
rættur - ikki ein olmussa
Thomas Arabo
Áðrenn 1958 høvdu vit ellisrentuna.
Hon var ein olmussuskipan, har
fólk skuldu søkja um hesa veiting,
og í tí sambandinum skuldu tey
vigast. Tað var ein mannminkandi
skipan.
So kom Petur Mohr Dam
við fólkapensiónini í 1958. Tá
var staðfest, at allir føroyingar
høvdu rætt til fólkapensión. Tað
bleiv ein rættur fyri øll og ikki ein
olmussa, har fólk skuldu viðgerast
og vigast, áðrenn tey fingu nakað.
Tey fyrstu árini stóð á skatta
uppgerðini, hvussu nógv var trekt
til pensión. Hetta bleiv burtur
eftir eina tíð, og pengarnir fóru
í stóra pott, uttan at man visti
hvussu nógv av tí fór til pensión.
Fólkapensiónsskipanin varð
forsømd í longri tíð. So kom eitt
frambrot á hesum økinum, tá
Samhaldsfasti varð stovnaður.
Hetta hendi meðan eg sat í land
stýrinum í 1991. Tað er ein fín
skipan, sum partarnir á arbeiðs
marknaðinum vara av. Samhalds
fasti byggir uppá sama principp
sum fólkapensiónin, har fólk
gjalda inn eftir mátti og øll fáa
tað sama út. Hann er í dag eitt gott
ískoyti til fólkapensiónina.
Eins og fólkapensiónin, so er út
gjald úr Samhaldsfasta ein rættur,
har eingin skal olmussuvigast, fyri
at fáa burturúr. Tað er ein rættur
til øll, eins og fólkapensiónin hjá
Petur Mohr Dam var tað.
Samhaldsfasti er ein sólskins
søga. Eg veit, at man í borgarligu
flokkunum hevur havt ilt av sam
haldsfasta. Tí undrar tað meg ikki,
at man nú ætlar at avlíva hann,
men tað má bara ikki henda. Hvi
skal man fara at oyðileggja nakað,
sum hevur riggað fínt í næstan
30 ár? Jørgen Niclasen kann fara
í holt við 100 onnur ting í hesum
samfelagnum, sum ikki rigga sum
tey skulu.
Mín vón er, at fakfeløgini og
føroyingar annars sláa ring um
Samhaldsfasta.
Vit mugu ikki loyva Fólkaflokk
inum at senda fólkapensiónina hjá
Petur Mohr Dam í grøvina aftaná
meiri enn 60 ár, og samstundis at
avmontera Samhaldsfasta eftir
knapt 30 ár.
Koma vit aftur í støðuna, har
almenn pensión ikki longur verð
ur ein hvørsmansrættur, hóast
man hevur goldið helvtina av
sínari inntøku í skatti alt sítt lív,
so fara vit aftur í mannminkandi
støðuna áðrenn 1958. Ein støða,
har fólk skulu vigast og viðgerast,
áðrenn tey fáa nakað burturúr. Tá
verður ein almenn pensión aftur
ein olmussa og ikki ein hvørs
mansrættur.
Snøgt sagt, so verða pen
sionistar í almennu skipanini
olmussudýr.
KJAK