hósdagur 26. september 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
16
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
6. partur
Í
1. parti av hesi røð varð greitt frá,
at Elsebeth Maria, hálvsystir Evald
Johannesen, sum kom at halda hús
hjá teimum, tá ið mammuni barst frá,
var trúlovað við Hans David Gregersen í
Guttastovu í Syðrugøtu. Hann doyði 24 ára
gamal, og hon vildi ongan annan drong
hava, so hon giftist ikki. Seinni kallaði
beiggin, Martinus, beiggja sín upp. Tað
var allar dagar sera góð viðurskifti millum
tey hjá Evaldi og tey í Guttastovu, og tey
vitjaðu javnan hvønn annan. Tey plagdu
at gista hjá Haldu og Doru, systrar Hans
David, tá ið tey vóru í Havn. Hetta sigur
nakað um trúfesti.
Í seinastu viku doyði Hans David hjá
Martinusi, 83 ára gamal. Í kapellinum
greiddi presturin, Sverri Steinhólm, frá
eini vakrari søgu um Hans David. Sverri
varð eitt skifti, sum blaðungur, óroyndur
kokkur við línuskipi, har Hans David var
skipari. Ein morgun hann tørnar út, nú
sær hann skiparan liggja á dúrkinum í
messuni og taka rusk upp. Hetta skuldi
annars verið uppgávan hjá kokkinum.
Men hann vildi við hesum bæði lætta um
hjá unga dronginum og kanska eisini á
ein pedagogiskan hátt vísa honum, hvør
uppgávan hjá kokkinum var. Hetta var ein
so vøkur søga um ein serligan mann, at hon
verður tikin við her. Kendi annars sjálvur
Hans David, sum ein dámligan mann.
Sidonius fekk 60 ár afturat
Verdandi var eitt av teimum mongu
skipum, sum undir krígnum sigldi til
Bretlands við ísfiski, sum var keyptur í
Íslandi.
Í 1944 fóru teir tó til fiskiskap undir
Íslandi. Tí var manningin meira enn tað
vanliga við sigling av fiski, 15 menn, íroknað
tveir ferðamenn, sum skuldu við til Føroya.
Evald minnist, at Verdandi tók ís í
Fuglafirði. Teir bóru ísin umborð í posum.
Tá hetta var liðugt, fóru teir avstað, og
einki frættist aftur frá teimum.
Teir liggja inni á Siglufjørðinum í
oktober 1944. Tað var ov vánaligt veður til
fiskarí. Tí fara teir til Akranes, norðanfyri
Reykjavík, at keypa upp í lastina av fiski og
harvið royna ar bjarga túrinum.
Evald greiðir eisini frá, at meðan
teir liggja og gera klárt at fara, kemur
ein fuglfirðingur umborð og biður
skiparan lova sær við heim. Hetta var
Sidonius Joensen, sum hevði arbeitt
á Siglufjørðinum. Hetta verður játtað
honum, og hann fór so til hús at pakka.
Men tá ið hann kemur oman á bryggjuna
aftur, var Verdandi farin. Hann plagdi
at siga við Evald: “Eg slapp ikki við, men
eg fekk loyvi til at liva.” Hann fekk 60 ár
afturat á lívi.
Evald var komin at kenna Jardtrud
undan hesi vanlukku. Hann minnist væl,
tá ið hon fortaldi honum, at “nú hava vit
fingið deyðsboðini av pápa.” Hetta var
sjálvsagt tungt hjá báðum.
Tórhallur á møti saman
við manningini
Í 2007 høvdu vit eina longri greinarøð við
Tórhall Andreasen av Oyrarbakka, sum var
ein kendur skipari.
Um Verdandi greiddi hann frá: “Tá ið
Verdandi fórst, var eg á Siglufjørðinum.
Eg minnist, at eg hevði verið á møti
kvøldið fyri, sum teir fóru haðani. Teir,
sum høvdu møtið, vóru Óli, skiparin á
Verdandi, og Tummas, farbróðir, sum
arbeiddi á bedingini í býnum. Møtið varð
hildið í einum lítlum sali. Øll manningin
á Verdandi var har. Tað vóru eisini fleiri,
sum vitnaðu.
Tá vóru ongan rutur til Føroya. Tí vóru
eisini tveir ferðamenn umborð, sum høvdu
biðið um at sleppa heim við. Eg minnist
Martin Egholm. Hann hevði verið á el
verkinum har uppi og arbeitt.
Jakku, beiggi Óla var kokkur, var blivin
sjúkur, so Martin bleiv kokkur fyri hann.
Jakku var kortini umborð.
Eg plagdi ofta at vera umborð hjá teim
um. Men nú fingu teir møguleika at fara á
Akranes at fáa fisk. Har var lovað teimum
40 tons. Tað er langt frá Siglufjørðin til
Akranes. Farast skuldi vestureftir og
tvørtur um Vestfjarðirnar, sum er tiltikið
pláss fyri ringt veður. Eg fylgdi teimum
út á oljukaiuna, tá ið teir fóru avstað. Teir
fóru so, og barometrið var í botni. Kl. 10 um
kvøldið brendi hann á við kavaroki, sum
vardi átta samfullar dagar.
Einki hoyrdist aftur frá Verdandi. Tað
var grúiligt. Eisini tí, at eg kendi teir flestu
av manningini.
Agenturin á Akranesi visti, at teir
vóru á veg. Tá ið skipið ikki kom fram
tann dagin, teir væntaðu tað, og tað ikki
frættist frá teimum teir næstu dagarnar,
gjørdist órógvin størri og størri. Tað varð
leitað bæði við flogførum og skipum uttan
úrslit, og ein dagin frættist í útvarpinum,
at færeyska skutan var gingin burtur. Teir
vóru helst farnir í Húnaflóanum á Norður
landinum”. Seinni var navnaskeltið funnið
á hesum leiðum.
Símun hevði tað ringt
Fróðarkvinna, Naena Danielsen, gav síni
íkøst til hesa røð.
Hon mintist frá eini missiónsviku i
Gøtu, sum júst var byrjað. Tað var illfýsið,
og tað vóru ikki nógv fólk á møti.
Tá fer hurðin upp og 4-5 menn koma inn
eftir gólvinum og seta seg á fremsta bonk.
Teir vóru rituvíkingar.
Naena mintist framvegis, hvussu væl
teir dugdu at syngja. Ein teirra var Sámal,
sum var giftur við Simonu úr Syðrugøtu.
Afturat honum vóru Kristian Marius
Højgaard, og sonur hansara Hans, sum
var ein vakur og prúður unglingi. Hann
var trúlovaður við Marin, eitt av teimum
12 kendu systkjunum í Rituvík, sum høvdu
heimsmet í aldri.
Teir fórust allir við Verdandi stutt eftir.
Hetta setti seg sjálvandi fast í minninum
hjá Naenu.
Simona og Sámal áttu tvær døtur, Mariu
og Ernu, sum vóru trý og eitt ára gamlar,
tá ið pápin doyði.
Simona fór sum vanligt hjá ungum
gentum til Danmarkar á húsarhaldsskúla.
Síðan arbeiddi hon á sjómansheiminum
Bethel í Nyhavn. Tað eydnaðist henni
at koma heim til Føroya beint áðrenn,
heimsbardagin brast á.
Í 1940 giftust Simona og Sámal, tey
fingu tískil bara fýra ár saman. Meðan
pápin var á seinasta túrinum hevði Maria
fingið at vita, at pápin hevði keypt henni
einar skógvar í Íslandi. So hon var serliga
spent at síggja pápan aftur.
Simona og Sámal búðu í Rituvík og
skuldu fara at byggja har. Viðurin var
komin til húsini, men so hendi vanlukkan
hjá hesi lítlu familju. Tá flytir Simona heim
aftur til foreldrini í Syðrugøtu, og her búði
hon allar sínar dagar.
Simona var óføra røsk at arbeiða, og
hon arbeiddi leingi við at binda hjá Suffíu
Gregersen, upprunan til Tøtingarvirkið.
Foreldrini vóru góður stuðul hjá henni
og hennara døtrum. Naena segði eisini um
Simonu, at hon var eitt ediligt menniskja.
Simona doyði í 2007, og hon sat tískil einkja
í 63 ár.
Í 1944 doyðu 30 føroyingar av vanlukkum á sjógvi og
landi. Teir 15 fórust við Verdandi. Vit hava frásagnir
um hesar hendingar, sum kravdu mannalív
SIÐSØGA
1944:
75 ÁRA MINNI UM
EITT VANLUKKUÁR
Verdandi, málningur hjá Hans Skálagarð
Tórhallur Andreasen var tann seinasti
sum sá manningina á Verdandi.