hósdagur 26. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
17
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá framløguni í Føroyum av bókini The
Cod Hunter um fiskiveiðusamstarvið millum Hetland og Føroyar.
Stóð nógv á reiðaranum
Naena mintist frá mammu síni, Perlinu,
sum var úr Rituvik, hvussu ringt tað var
at bíða eftir tíðindum frá Verdandi.
Systir Perlinu, Anna, búði eisini í Gøtu.
Hon var um hesa tíðina farin til Rituvíkar
til eina jarðarferð. Hon greiddi frá, at Símun
á Høgabóli, sum var reiðarin á Verdandi,
var eisini við til jarðarferðina. Men hann
kom ongantíð burtur úr bili sínum, so
nógv stóð á honum. Hann fekk eisini ta
tungu uppgávu at boða familjunum frá,
at manningin á Verdandi mátti roknast
fyri at vera sjólátin.
Menn høvdu ánilsir
Tað eru fleiri dømir um, at menn høvdu
ófrættakenslur í samband við Verdandi.
Tað hevur fyrr verið greitt frá kokkinum,
sum fekk slíka kenslu eftir at vera komin
umborð, so hann snøgt sagt noktaði at at
fara avstað, hóast krígsvandin tá stórt
sæð var av. Hetta var orsøkin til, at Jakku,
verfaðir Evald , fór við.
Eitt annað dømi var Oliver Mikkelsen
úr Syðrugøtu. Hann vaks upp Oman fyri
Oyruna í Syðrugøtu, og varð roknaður sum
ein sonur í húsinum. Ein fostursystir var
Petra Samuelsen í Horni í Havn.
Hon greiddi frá, at Oliver var farin til
Íslands at arbeiða á landi. Áðrenn hann
fór avstað, hendi nakað sjáldsamt. Hann
kom til Havnar og fór inn til Petru. Hon
sær, at hann hevur eitt kuffert við sær.
Oliver fór í býin og kom aftur við ongum
kufferti. Petra fær einki at vita, men seinni
fær hon snevilin av, at Olivur hevði verið
í Heimavirkinum og selt síni føroysku
klæðir. Hetta var heilt sjáldsamt, tí hetta
vóru klæði, sum konufólkini í húsinum,
har hann vaks upp, høvdu gjørt honum.
Og at fara at selja síni føroysku klæði, sum
hann hevði fingið sum gávu, skuldi ikki
kunnað hent. Føroysk klæði høvdu fólk
fyri lívið. Hann má hava havt okkurt ánilsi.
Oliver fer so avstað, og hann skuldi
koma heim við einum øðrum skipi enn
Verdandi. Men av eini ella aðrari orsøk
var skipið farið undan honum. Men hann
var so “heppin” at Verdandi lá har, og hann
slapp við teimum. Og tað gekk sum tað
gekk.
Verdandi var annars tann seinasta
skipsvanlukkan undir krígnum, sum
kravdi mannalív. Tann størsta vanlukkan,
sum hevur verið síðan tá, er tann við Stella
Argus við 22 monnum í 1957.
Teir sum fórust við Verdandi:
Óli Larsen, Oyrarbakki, skipari, 55 ár.
Jens Knudsen, Saltangará, bestimaður,
39 ár
Frants Davidsen, Strondum,
motorpassari, 32 ár
Niels Martin Jacobsen, Streymnesi, 48 ár.
Samuel Petersen, Rituvík, 29 ár.
Olaf Martin Larsen, Oyrarbakki, 22 ár
Christian Marius Sofus Frederik
Højgaard, Rituvík, 50 ár
Petur A. Larsen, Oyrarbakki, 25 ár.
Bill Justinussen, Glyvrum, 21 ár
Ernst Petersen, Rituvík, 22 ár
Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum,
25 ár
Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, kokkur, 43
ár
Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík,
22 ár
Thomas Jacob Høj, Strondum, 43 ár
Oliver Mikkelsen, Syðrugøtu, 38 ár
Aðrar vanlukkur í 1944
Tingakrossur skrivaði í fyrsta blaðnum
í 1945, at árið 1944 var merkt av krígnum,
eisini hvat vanlukkum viðvíkir, tó eru vit
hetta árið slopnir heldur betur enn hini
fyrru krígsárini. Vanlukkur, sum einki
beinleiðis samband hava við kríggið, eru
eisini hendar í árunum – tað er sum vant
í Føroyum.
Umframt Verdandi vóru hesar vanlukk
ur:
Tann 14. februar 1944 hendu tvær van
lukkum við bátum, sum kostaðu mannalív,
tá ið knappligt ódnarveður brast á.
Annar bátur var úr Porkeri. Við honum
fórust:
Danial Pauli Veyhe, giftur, 48 ár.
Símun Pauli Veyhe, ógiftur, 20 ár.
Hans Godtfred, ógiftur, 21 ár
Johannes Godtfred, ógiftur, 19 ár
Hin báturin var úr Syðrugøtu. Við honum
fórust:
Poul Christoffer Poulsen, giftur, 65 ár.
Daniel Petur Poulsen, giftur, 58 ár.
Andreas Peter Gregersen, ógiftur, 26 ár.
Tað sum var serliga syrgiligt við Andreas
Peter var, at genta hansara, sum hann var
komin til giftingar við, Frida, var deyð árið
frammanundan av tuberklum.
Andreas Petur var beiggi tann umrødda
Hans David Gregersen, so henda familjan
var hart rakt. Dánjal og Poul Christoffersen
vóru brøður.
Tað kann lesast meira um hesa vanlukk
una á heimasíðuni: www. olijacobsen. com
í bókini Havið tók teir, síða 387
Tann 23. mars sló Tummas Pauli
Zach. Hansen, Leynar, út av trolaranum
Skálaberg. Hann átti 15 børn. Tey vóru frá
1 til 22 ára gomul.
Tann 2. mai doyði Jens Michael Jensen
úr Sumba, giftur, 50 ára gamal. Hann
snávaði við løddari byrsu og skeyt seg av
óvart.
Tann 14.juni datt Olevinus Lind
Sørensen, 20 ár, ógiftur, oman á fuglafleygi
og var horvin.
Hin 16. Juni var føroyskur bátur ásigldur
uttan fyri Siglufjørðin. Faðir og tveir synir
doyðu. Teir vóru:
Johan Bech, Tvøroyri, giftur, 60 ár.
M. Eli Bech, ógiftur, 23 ár
Henning Bech, ógiftur, 20 ár.
Hin 27. juni druknaði Christian Martin
Sofus Smith, Skúvoy, 24 ára gamal, giftur,
í dokkini í Aberdeen.
Hin 20. oktober fekk Joen Peter Olsen,
umborð á sluppini Ellen splintur í høvdið
frá einari rakett, sum skipini brúktu at
verja seg móti týskum flogálopum, og
doyði. Hann var 46 ár og giftur.
Tingakrossur endar hesa frásøgn við
at “biðja Harran um at halda sína vernd
arhond yvir sjómonnum okkara í tí ári, vit
nú byrja og at varðveita okkum øll somul.
Eisini biðja vit hann um at veita okkum
styrki til hvør í sínum lagi at bera kross
okkara, hvat ið so hendir”.
Tøkk til Evald og hansara
Hetta er søgan um Evald og Jardtrud og
teirra ætt. Tað er altíð ein fongur at fáa
sett á blað eina slíka søgu, áðrenn tað er
ov seint. Dygg hjálp er fingin frá døtr
um Evalds, Margareth og Elsebeth, og frá
skyldmanninum hjá Evaldi, Frits Johanne
sen. Takk fyri øll somul.
Simona og Sámal giftust í 1940.
Alt bendi á eina ljósa framtíð.
Maria, dóttir Sámal, er niðri á støðini í Rituvík og sigur pápanum farvæl
hansara seinasta túr. Konan er Edith, gift við Frederik Olsen.
Unga einkjan, Simona, við døtrunum Mariu, 3 ár, og Ernu, 1 ár.