Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 111 22 JÓANNES HANSEN S íðstu dagarnar hava skála­menn tapt tríggjar fót­bólts­dystir. Í finaluni í steypa­kappingini fyri U-21 lið tapti Skála eftir brots­ sparks­kapping ímóti HB. Skála vísti flótandi og hugflogsríkt fót­bólts­spæl, men tað bar ikki úrsli­tið við sær, sum gestirnir á Tórs­vølli væntaðu. Eftir vanliga leiktíð var 2-2, og støðan var tann sama eftir longda leiktíð. Í brots­sparks­ kappingini vóru teir í HB stinn­ ari, og so bíða mannfólkini á Skála framvegis eftir fyrsta steypi­num. Næstsíðsta sunnudag var Skála í Gundadali, har skála­ menn fyrr í ár vunnu 2-0. Ta ferð­ina umsetti Ronni Møller- Iver­sen ein minutt undan steðgi­num brotsspark til mál, og trettan minuttir eftir steðgin økti Jákup Johansen um munin til 2-0, sum varð úrslitið. Hetta var í sjeynda umfari. Talvan segði, at Skála hevði 15 stig og var á øðrum plássi. Tað var bara KÍ, sum var tvey stig und­an skálamonnum. Nú eru 23 umfar løgd afturum, og Skála er á sætta plássi við 25 stigum. Skálamenn hava vunnið tíggju stig í seytjan umførum. Undan­farin ár hevur Skála mest sum á hvørjum ári verið í niður­ flytingarvanda. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár. Ímóti HB var støðan 1-0, tá ið skála­menn kendu seg snýttar fyri brotsspark. Meðan teir iðraðu seg og harmaðust, økti HB um leiðsluna til 2-0, og so megn­aði Skála ikki at svara aftur. Hugflogið hevur í nógvum at tíggju teimum seinastu ferð­ unum verið tað sama, men tað hevur ikki gingið so væl at halda tætt, og so hevur stóri trupul­ leikin verið at vinna úrtøku úr møguleikunum. Søren B. Niel­ sen var ætlaður at eiga stóran leiklut sum málskjútti. Hann varð tíðliga á árinum skaddur og hevur ikki verið á Skála síðani summarsteðgin. Mikukvøldið hittust Skála og Víkingur fyri triðju ferð í ár í landskappingardysti. Allar tríggj­ar grannauppgerðirnar hava verið sera tættar og spenn­ andi, og allar tríggjar ferðir­nar er tað koppað Víkingi til fyri­ mun­ar. Víkingur hevur vunnið all­ar tríggjar dystirnar við ein­ um máli. Umstøðurnar vóru einki serligar mikukvøldið. Eftir at borgarstjórin hevði hildið røðu, og 80 ára gamli Dánjal Jákup Joensen hevði tendrað nýggju ljós­ini, var tað spenningur frá fyrsta og til síðsta bríksl. Bæði liðini høvdu fínar møgu­ leik­ar, men tað var málleyst, inn­ til tað bara manglaði ein lítil løta. Jákup Johansen, sum ivaleyst trívist best í framrættaðari ódn í vinstru, hevur røkt fremsta álopsplássið. Hann sneiddi seg leysan inn úr høgru og smekkaði til av brotsteigarmarkinum, men bólturin brast í tvørtræið aftan­ fyri Elias Rasmussen, sum í Vík­ ingamálinum hevði fleiri fínar bjargingar. Seinni sendi Ronni Møller- Iver­sen bóltin í stólpan aftan­ fyri Elias Rasmussen. Í fyrra hálv­leiki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Skála. Tað var eftir, at Andreas Egeberg Jacob­ sen varð feldur á brots­teigar­ marki­num. Andreas hevur fín evni. Ofta hevur verið á beinkinum, men nú var hann millum teir fyrstu ellivu, og hann var eyð­ sýndur. Í hesum førinum sneid­ di hann framvið trimum mót­ støðu­monnum, áðrenn hann varð feldur. Meðan Haraldur R. Højgaard riggaði til at taka sær av brotssparkinum, broytti dómarin støðu. Ivaleyst var tað eftir samráðing við hjálp­ ar­dómaran, at dómurin varð broyttur til fríspark á brots­ teigar­markinum. Tí spurdist einki burturúr. Drúgvir víkingar Víkingarnir komu út á Skála við finalu­tapi í steypakappingini síðsta leygarkvøld í viðførinum. Setningurin var at vinna og harvið at varðveita møguleikan til næsta summar at spæla í euro­peisku kappingini. Tað eydn­aðist. Adeshina Lawal var á beinki­ num, og Andreas Lava Olsen var fremsti maður. Víkingarnir vóru disiplineraðir, og tað er stór verjudygd at halda mót­ støðu­monnunum frá at skora. Vík­ingur spældi seg til góðar mál­møguleikar. At tað ikki eydnaðist at skjóta mál komst av, at Karstin Hansen var ein brandur í heimamálinum, og at skálamiðverjarnir Jákup Jakob­ sen og Fróði Benjaminsen vóru so stinnir. Fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað at skora málið, sum bar sigurin og harvið vónina um altjóða fótbólt við sær. Fyri níggjundu ferð í ár var Sølvi Vatn­hamar málskjútti. Hann var ikki í so framrættaðum leikluti hesa ferð, sum hann annars plag­ar at vera. Tað eru seks stig frá Víkingi og fram til NSÍ, sum er á triðja plássi. Grannafeløgini hittast sunnu­dagin við Løkin í Runavík. Um Víkingur vinnur ímóti NSÍ og so vinnur á heimavølli ímóti KÍ og B36 og í síðsta umfari í Trongis­vági ímóti TB, so vinn­ur Víkingur seg aftur næsta summ­ ar í Europa. Takið er stórt, men tað er ikki ómøguligt. TAÐ ER TUNGT HJÁ HJÁ SKÁLAMONNUM Fínt fótbóltsspæl ber ikki úrtøku við sær, og so koppaðu marginalirnir fyri triðju ferð í ár Víkingi til fyrimunar Skála – Víkingur 0-1 (0-0) 0-1: Sølvi Vatnhamar 85. Dómari: Alex Troleis Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróiði Benjamisen, Teitur R. Joensen – Haraldur R. Højgaard, Djóni J. Petersen (Jan Ingason Hansen, 89.) – Heðin Klakstein (Teitur Poulsen, 89.), Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Aksel B. Danielsen, 76.) – Jákup Johansen Gult kort: Haraldur R. Højgaard Venjari: Eyðun Klakstein Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Bogi Reinert Petersen, Sølvi Vatnhamar – Heðin Hansen, Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen, 61.), Gunnar Vatnhamar – Andreas Lava Olsen (Adeshina Lawal, 78.) Gult kort: Atli Gregersen, Bogi Petersen Venjari: Sámal Erik Hentze DYSTIR MÁL Betri deildin 500 144 Løgmanssteypið 88 27 Stórsteypadystir 7 3 Atlantic Cup 1 1 Champions League 15 2 Europa League 15 2 UEFA Cup 5 1 Intertoto Cup 10 0 A-landsdystir 94 6 Óalmennir landsdystir 1 0 U-19 landsdystir 4 0 Fram Reykjavík 16 3 Metmaðurin yvir allar hevur spælt 756 dystir í fremstu røð í Føroyum og Íslandi Tað var vorðið sum merkis­ vert, tá ið tað mikukvøldið á Skála var markerað, at Fróði Benjaminsen fyri 500. ferð spældi landskappingardyst í bestu deildini í Føroyum. So nógvar dystir hevur eingin spælari nakrantíð áður spælt í Føroyum, og tað er ilt at ímynda sær, at hetta metið fer at verða tikið. Umframt í Føroyum hevur Fróði Benjaminsen eisini spælt fótbólt í Íslandi. Fróði Benjaminsen er føddur 14. desember 1977 og er 41 ára gamal. Umframt barn­ dóms­felagið B68 hevur hann umboðað B36, HB, Víking og NSÍ og so Skála, sum hann hev­ur umboðað í ár. Í Íslandi spældi hann í 2004 við Fram í Reykjavík. Tilsaman hevur Fróði Ben­ ja­minsen í fremstu røð í Før­ oyum og Íslandi og í Europa fyri feløg og landslið skorað 189 mál. KELDA: FAROESOCCER.COM Fróði fyri 500. ferð ÍTRÓTTUR