Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 111 23 JÓANNES HANSEN T að hevur verið øgiliga nógv mótbrekka hjá teimum í EB/Streymi. Á páskum vóru tað fýra dagar millum tveir sigrar – 5-1 á heimavølli ímóti AB og 2-1 á útivølli ímóti Skála. Síðani hevur tað fyri mesta verið tap oman á tap, og fyri tveimum vikum síðani var EB/ Streymur næstniðast. Nú er vent í holuni. Í fýra dagar hevur EB/Streymur vunn­ið tveir sigrar – 3-2 á úti­ vølli ímóti ÍF og mikukvøldið 1-0 á heimavølli ímóti HB, sum leyg­ arkvøldið vann steypa­finaluna og tryggjaði sær europeiska luttøku næsta summar. Einasta málið skoraði Ragnar Samuelsen, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. -Síðani sigurin í Fuglafirði var neyðugt at skifta fýra spælarar. Liðformaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen, var leikbannaður, Arnar Dam var knæskaddur, og Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen eru ikki førir fyri at spæla tveir dystir í fýra dagar, greiðir EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen frá. Hann rósar sínum monnum fyri at vísa fínan hugburð í vindi­ num og regninum í Hólmanum á Eiði mikukvøldið: -Vit hava ikki møguleikar at meta okkum við tey stóru, tá ið tað snýr seg um breidd, dygd og royndir í hópinum. Tí er neyðugt at arbeiða meiri, enn hin­ir gera. Tað hava vit roynt at prenta inn í spælararnar, og bæði í Fuglafirði og aftur ímóti HB vístu teir framúr hugburð. Tað var høvuðsorsøkin til, at vit vunnu, sigur Jákup Martin Joensen. Og nú er hóttanin av niður­ flyting heilt burtur? -Ikki heilt. Tað eru níggju stig aftur til nummar tíggju, og tað eru tólv stig eftir at spæla um, sigur EB/Streyma venjarin við einum smíli. Hann vil ikki siga tað, tí tað er týdningarmikið at varðveita hug­burðin í fýra teimum síðstu umførunum, tá ið EB/Streymur skal spæla ímóti TB, B36, AB og Skála. Men tað er ein veruleiki, at EB/Streymur eisini í 2020 fer at teljast millum tey tíggju í bestu deildini. EB/Streymur var í 5-3-2 útgangsstøðu. -Vit siga, at skipanin er 3-5- 2, men tá ið vit spæla ímóti teimum stóru verður tað ofta við fimm í aftastu røðini, sigur venjarin. Og tit høvdu tveir spælarar heilt har frammi? -Um vit skulu hava nakran møguleika og ikki bara verja og sparka burtur, so er tað neyðugt, at spælararnir tora at spæla bólt, hóast teir eru kroystir í verjustøðu. Tað gjørdu teir eisini ofta ímóti HB. Um vit skulu hava mál, so er tað neyðugt, at tað er meiri enn ein maður har frammi. Tí vóru bæði Steffan Løkin og Teitur D. Olsen í álopinum. Teir eru 18 og 21 ára gamlir, og teir stríddust væl. Og so var tað hugaligt, at Ragnar Samuelsen skoraði fyrsta málið, síðani hann í summar flutti úr B36 og norður til okkara, sigur EB/Streyma venjarin. Hvør var uppskriftin til at vinna á HB? -HB hevur víst kanska besta fótbóltsspælið av øllum í ár. Nú vunnu teir steypafinaluna leygarkvøldið. Teir vóru her norðuri fyri at vinna trý stig, men kanska vildu vit eitt sindur meiri vinna enn steypavinnararnir. Men vit høvdu lisið væl uppá. Hvussu tá? -HB eigur fínar fót­bólts­ spælar­ar. Teir duga betri enn nakar annar at spæla í millumrúminum millum verju og miðvøll, og teir duga betri enn nakar annar at mynda yvir­tals­støður í borðunum. Vit vóru tilvitaðir um hetta og týdningin av at syrgja fyri, at tað ikki eydnaðist hjá teimum. Spæliætlanin hjá okkum eydnaðist væl. HB spældi seg til møguleikar, men Rói Zacharisen var knáur í málinum, og okkara arbeiddu væl í verjupartinum – heilt frá fremsta manni og aftur til teir tríggjar miðverjarnar. At liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen var leik­bann­ aður bar við sær, at nýggjur maður varð settur á sentralt mið­vallarpláss. Taå var 17 ára gamli Mikkjal Hellisá, sum alla tíðina stríddist væl. Heiðursmerkini kámast Við at vinna steypafinaluna hev­ur HB tryggjað sær luttøku í Europa. Tapið í gjárkvøldið ber við sær, at møguleikin at vinna heiðursmerki í landskappingini nú er ikki serliga stórur. Tað eru sjey stig fram til NSÍ og triðja plássið. HB skal spæla ímóti B36, NSÍ, TB og AB. Tað kann vera, at tað eydnast HB at vinna fulla úrtøku, men tað er ikki víst, at tað fer at vera nóg mikið til at vinna heiðursmerkir í landskappingini. Mikukvøldið sótu Bartal War­dum, Magnus Egilsson og Símun Samuelsen uttanfyri. Ellivu minuttir undan leikloki vórðu Magnus og Símun settir á vøllin, tá ið dagsskráin var at javna og kanska at vinna, men tað eydnaðist ikki. HB spældi seg til møguleikar, og Adrian Justinussen, Ari Mohr Olsen og Sebastian Pingel, sum loksins hevði fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu, vóru í góðum støðum. Tað eydnaðist tó ikki at skora mál. Enn einaferð varð undir­ strikað, at alt tað, sum í fjør var mál og stig og at enda gull, vendir øðrvísi í ár. TAÐ ERU NÝGGJAR TÍÐIR Í HÓLMANUM Jákup Martin Joensen rósar sínum spælarum fyri framúr hugburð, tá ið tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku ímóti steypavinnarunum í HB Týskvøldið var næstbesta KÍ liðið í Gøtu. Víkingur er topplið í næstbestu deildini, og KÍ kappast við 07 Vestur um bronsuplássið. Hjá KÍ snýr tað seg bara um heiður og æru, meðan tað hjá 07 Vestur snýr seg um at vinna triðja plássið. Um tað ikki eydnast, verður eingin møguleiki fyri at flyta upp. Týskvøldið vann KÍ 2-0 í Gøtu. Málskjúttar vóru veteranarnir Kristoffur Jakobsen og Hjalgrím Elttør. KÍ hevur spælt 21 dystir og hevur 41 stig. 07 Vestur ehvur spælt 23 dystir og hevur 41 stig. KÍ eigur útsettar dystir á útivølli ímóti B71 og á heimavølli ímóti HB. Heimadysturin ímóti HB er settur at vera týsdagin fyrsta oktober, og dysturin á Sandi er settur at vera sunnudagin 13. oktober. Í botninum er tað mest sum greitt, at EB/Streymur fer at flyta niður. Tað er stórur spenningur um, hvat hitt liðið verður, sum fer at flyta niður. Kappingin stendur millum HB, sum týskvøldið vann 2-0 á Eiði, B71, Skála og B36. 24. umfar leygardagin 28. september: KÍ – 07 Vestur, NSÍ – EB/Streymur, B68 – Víkingur, Skála – HB og B71 – B36. Uppflytingin er upp á spæl 1. deild støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 Víkingur II 23 13 7 3 45 22 +23 46 2 NSÍ II 23 14 3 6 49 34 +15 45 3 KÍ II 21 13 2 6 55 30 +25 41 4 07 Vestur 23 12 5 6 51 34 +17 41 5 B68 23 8 7 8 40 41 -1 31 6 B36 II 23 6 6 11 38 46 -8 24 7 Skála II 23 4 12 7 29 37 -8 24 8 HB II 22 6 5 11 30 37 -7 23 9 B71 22 6 5 11 39 57 -18 23 10 EB/Streymur II 23 2 6 15 30 68 -38 12 Úrslitið í Klaksvík í morgin er avgerandi fyri vánirnar fyri uppflyting hjá 07 Vestur EB/Streymur – HB 1-0 (0-0) 1-0: Ragnar Samuelsen 70. Dómari: Petur Reinert EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen, Petur Zachariasen, Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Magnus Jarnskor – Ragnar Samuelsen, Mikkjal Hellisá, Svein Knút Kagnussen – Teitur D. Olsen (Gutti Dahl-Olsen, 76.), Steffan A. Løkin (Arnbjørn Hansen, 82.) Gult kort: Magnus Jarnskor Venjari: Jákup Martin Joensen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Brynjar Hlöðversson, Lasse Andersen, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Magnus Egilsson, 79.), René Shaki Joensen, Pætur J. Petersen (Símun Samuelsen, 79.) – Sebastian Pingel, Ari Mohr Olsen Gult kort: Sebastian Pingel Venjari: Heimir Guðjónsson