Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Posta Logistics heiðrað við Gazellu viðurkenning Fyri fimm árum síðani tók Posta avgerð um at lata upp terminal og skrivstovu í Kolding við navninum Posta Logistics. Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt áhaldandi vøkstur. Posta Logistics hevur prógvað sítt virði sum ein týdningarmikil við­ leikari, tá tað snýr seg um frakt í norðuratlantsøkinum. Við vaksandi aktiviteti sást skjótt, at kapasiteturin mátti økjast – bæði í vavi og í starvsfólkatali. Tí lat Posta Logistics eina deild upp í Keypmannahavn í ár. Í Keypmannahavn sita okkara ser­ frøðingar innan flogfrakt, og í Kolding sita serfrøðingar innan sjófrakt. Saman við fraktdeildini hjá Posta, tryggja vit bestu loysnina, tá tað snýr seg um frakt til og úr Føroyum. Børsen Gazelle viðurkenning Stóri vøksturin førdi til stórfingna viðurkenning, tá vinnublaðið Børsen lat Posta Logistics eina Gazellu í farnu viku. Hendan viður kenning verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini hava havt stóran vøkstur í umsetninginum ella brutto úrslitinum og sum samanlagt í hesum tíðarskeiði, hava tvífaldað hetta við góðum úrsliti. Vilt tú vita meira? Ring til okkara á 34 60 00 ella les meira á posta.fo og á postalogistics.dk. 2014 Posta Logistics verður sett á stovn í Kolding 2016 Posta Logistics víðkar terminalin við 800 m2 afturat 2017 Nýggir marknaðir í Íslandi og Grønlandi 2019 Børsen Gazelle viðurkenning 2019 Nýggjur terminalur og skrivstova í Keypmannahavn 2019