Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 SKRIVAÐI RISAHITT Er ein sangur, sum Bob Geldof er kendur fyri at syngja og hava skrivað, er tað hittið »I Don’t Like Mondays«, og kendasti sangur, hann hevur verið við at skriva, er risahittið »Do They Know It’s Christmas Time?«. Bob Geldof skrivaði sangin »I Don’t Like Mondays« um skottilburð á skúla í San Diego í USA. 16 ára gamla Brenda Ann Spencer skeyt frá hond á spæliplássi uttan fyri fólkaskúla, og hon drap tvey vaksin fólk og særdi átta børn og ein løgreglumann. Tá ið hon varð spurd, hví hon hevði framt illgerðina, svaraði hon: – Mær dámar ikki mánadagar. Hetta fær lív í dagin. »I Don’t Like Mondays«, sum bólkurin The Boomtown framførdi, var ovast á bretska hit­list­anum í fýra vikur á sumri í 1979. Sangin »Do They Know It’s Christmas Time?« skrivaðu Bob Geldof og Midge Ure til vælgerandi endamál. Sangurin var ovast á bretska hitlistanum í fimm vikur í 1984 og var sonevndi »christmas number one« hetta árið. Sangurin tók metið sum mest seljandi single­pláta í Onglandi, men í 1997 yvirhálaði sang­urin »Candle In The Wind 1997«, sum Elton John innspældi í sambandi við deyðan hjá Dianu prinsessu. TOSAR Á VINNU­ DEGNUM Sir Bob Geldof verður høvuðstalari á Vinnu­ degnum, sum verður hildin í Norður­landa­ hús­in­um fríggjadagin frá kl. 12:30. Vinnuhúsið skrivar soleiðis um fyrilesturin: – Á Vinnudegnum fer Sir Bob Geldof undir heit­inum »Making a Difference« millum annað at tosa um heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar “ethical accountability”, og um tørv­in á samstarvi fyri at røkka úrslitinum. Bob Geldof fer eisini at tosa um, hvussu einstøk átøk kunnu gera mun. er kanska ikki svarið, vit vilja hava, tá ið vit hugsa um at broyta heim­ in, men soleiðis tykist tað vera. Tað hevur veruliga týdning, hvat vit sum einstaklingar gera og halda, sigur Bob Geldof. Etisk ábyrgd Bob Geldof fer á Vinnudegnum at tosa um etiska ábyrgd í eitt nú vinnulívi. – Tað átti at verið sjálvsagt, men bankakreppan er dømi um etiskt ábyrgd­arloysi, har einki fær fylgjur, og óetiska framferðin í fíggjar­ heim­in heldur fram summastaðni. Írland, haðani eg eri ættaður, hevur koyrt tríggjar bankamenn í fongsul fyri teirra gerðir, men annars hevur bankakreppan fingið alt ov fáar avleiðingar fyri tey, sum høvdu ábyrgd. – Vit uppliva eisini etiskt ábyrgdarloysi í politiska heiminum, til dømis her í Onglandi, her forsætisráðharrin sendi parlamentið heim, og hægsti rættur hevur sagt, at tað var ólógligt. Hetta er álvarsamt, tí for­sætisráðharrin hevur fingið drotningina at vera við í einari brots­ gerð. Eg spyrji bara, hvar er ábyrgdarkenslan? – Tú mást taka ábyrgd av tínum gerðum og kunna grundgeva og greiða rímiliga frá teimum – líkamikið um tað er í politikki, í skúla, á arbeiðn­um, heima ella aðrastaðni – men gongdin er tíverri, at alt færri fólk vilja taka ábyrgd av sínum gerðum. Og tað leiðir meg aftur til mín høv­uðs­boðskap. Vit mugu vera betri og mildari við hvønn annan, og vit mugu taka ábyrgd mótvegis fólki, sum vit ikki kenna persónliga. – Vit kunnu ikki liva og virka einsamøll, vit hava brúk fyri øðrum fólk, ella yvirliva vit ikki sum menniskju. Serliga í smáum samfeløgum sum tí føroyska og tí írska, haðani eg komi, hava vit brúk fyri hvørjum øðr­um og mugu finna saman og vera góð við hvønn annan. Vit kenna hvønn annan, og tað krevur ikki minni ábyrgdarkenslu og etikk. Fyri meg er hetta púra sjálvsagt, sigur Bob Geldof. Tónleikur og politikkur Bob Geldof hevur frá ungum árum verið virkin í politiskum kjaki og átøk­um, og fyri hann er tað natúrligt samband millum rocktónleik og lut­tøku í samfelagsligum kjaki. – Fyri meg hevur rocktónleikur altíð verið ein pallur at úttrykkja meg og virka fyri broytingum. Tónleikarar, sum eg sá upp til sum ung­ur, førdu meg til eldri tónleik, sum eisini hevði nakað upp á hjartað. Bob Dylan leiddi meg til Woody Guthrie, og Rolling Stones leiddu meg til Muddy Waters og Robert Johnson. Hetta var ektaður tónleikur, sum setti menniskjað inn í samfelagsligan samanhang, sigur Bob Geldof. – The Boomtown Rats er eitt navn, sum eg tók frá Woody Guthrie, og tá ið okkara bólkur kom fram, var neyðugt at virka fyri broytingum í Írlandi. Vit komu eisini fram í einari tíð, har The Clash, Sex Pistols og The Ramones broyttu tónleikin, og fyri meg var tað upplagt at brúka tónleikin til at tosa um samfelagslig viðurskifti. Eg hevði atgongd til miðlar – bløð, útvarp og sjónvarp – og tað kundi eg brúka til at tosa um annað enn bert tónleik. – Eg var virkin í politiskum samanhangi longu sum unglingi. Eg mótmælti kjarnorkuvápn og apartheid, og eg var við í vælgerandi arbeiði millum heimleys og fátøk í Dublin. Tá ið eg kom fram sum tónleikari, kundi eg brúka miðlarnar til at koma út til fólk kring heimin við mínum sjónarmiðum. Tað kann ein sjómaður ella ein hand­verkari ikki á sama hátt, men mítt arbeiði sum tónleikari gav mær hendan møguleikan, og hann tók eg, sigur Bob Geldof. Síðan miðskeiðis í 1980’unum hevur Bob Geldof verið heimskendur fyri at skipa fyri hjálpartiltøkum – eitt nú Live Aid og Band Aid – og hann hevur eisini virkað í nógvum øðrum humaniterum saman­hang­ um – serliga til frama fyri Afrika. Hann er eisini nógv umbiðin sum røð­ari til ráðstevnur og tiltøk av ymsum slagi, og nú vitjar hann so í Før­oyum fyri fyrstu ferð. – Eg havi ongantíð verið í Føroyum, og tí eri eg sera forvitin og spentur at vitja. Føroyar síggja vakrar út, og tær líkjast Írlandi. Á flestu mynd­um, sum eg síggi av Føroyum, eru grá skýggj og fólk í heitum klæð­um, so eg rokni við, at Føroyar líkjast Írlandi nógv, sigur Bob Geldof. »Ein maður, sum hevur valt at brúka lívið at vera fiskimaður í Føroyum, kann við sínum gerðum og avgerðum vera við at skapa broytingar« – Tað hevur veruliga týdning, hvat vit sum einstaklingar gera og halda, sigur Bob Geldof