Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 VIT SKULU VERA BETRI VIÐ HVØNN ANNAN – Vit eru alt meira intolerant ímóti hvørjum øðrum. Politiska samskiftið er ófantaligt, og vanligt kjak máar burtur. Tað førir til stórar misskiljingar, og misskiljingar føra til konfliktir. Vit skulu heilt einfalt vera betri og fittari við hvønn annan, sigur Bob Geldof, sum verður høvuðstalari á Vinnudegnum Æ tla vit at broyta heimin, skulu vit byrja við at vera betri við hvønn annan og virka fyri semjum heldur enn at dyrka ósemjur. Tað sigur írski tónleikarin og politiski aktivist­ur­in Bob Geldof, sum verður høvuðstalari á Vinnu­degn­ um fríggjadagin. Bob Geldof er kendur sum sangari og sangskrivari í írska bólkinum The Boomtown Rats – teirra stóra hitt var sangurin »I Don’t Like Mon­days« – og sum fyriskipari av tiltiknu Live Aid konsertini í 1985, sum savnaði pengar til Etiopia, ið var rakt av hungursneyð. Bob Geldof er virkin aktivistur, og hann hevur serliga arbeitt við menning­ ar­ætl­anum og hjálpartiltøkum í Afrika. Bob Geldof ferðast eisini kring heimin at halda fyrilestrar, og nú kemur hann á fyrsta sinni til Føroya at vitja. Bob Geldof skal á Vinnu­ degn­um tosa um at gera mun, um týdningin av samstarvi og um etiska ábyrgd. Hann er púra avgjørdur, tá ið hann verður spurdur, hvat kann broyta heimin rætta vegin. – Vit skulu vera betri við hvønn annan, svarar hann. – Vit eru alt meira intolerant ímóti hvørjum øðrum. Politiska sam­ skiftið er ófantaligt, og vanligt kjak máar burtur. Tað førir til stórar mis­skiljingar, og misskiljingar føra til konfliktir. Vit skulu heilt einfalt vera betri og fittari við hvønn annan, sigur Bob Geldof. Søkja semjur Høvuðsboðskapurin hjá Bob Geldof er, at vit eiga øll at gera meira burt­ur úr at finna semjur og felagsnevnarar heldur enn dyrka ósemjur og tað, sum skilir okkum. – Vit mugu seta fokus á samstarv og semjur heldur enn at vera so ósamd um alt. Vit fara ígjøgnum eitt óstøðugt tíðarskeið í søguni, og enn mangla vit at skilja, hvat 21. øld snýr seg um. Men tað, sum gong­ ur fyri seg í løtuni, boðar ikki frá góðum fyri framtíðina. – Vit eiga at fyrihalda okkum til politiskar ósemjur, umhvørvis­við­ ur­skifti og sosialan ójavna og leggja ætlanir um, hvussu vit kunnu loysa álvar­samar avbjóðingar í heiminum, sigur Bob Geldof. Hann heldur, at vit sum einstaklingar og smáir bólkar kunnu verliga gera mun í heiminum. – Tað eru framvegis tey smáu hugskotini, sum kunnu gerast stór og broyta heimin. Mark Zuckerberg hevði helst eitt hugskot um, hvussu hann kundi koma betur í samband við kvinnur á Harvard, men Face­ book hevði við sær eina alheimskollvelting við sosialum miðlum – helst til tað verra, men vit vita ikki rættiliga enn. Í øllum førum spilti Zuckerberg spælið, tá ið hann seldi persónligar upplýsingar um brúk­ararnar fyri at fáa fíggjarligan vinning, sigur Bob Geldof. – Tað eru veruliga tey smáu tingini, vit gera í gerandisdegnum, sum kunnu broyta heimin. Vit kunnu ikki lata alt upp í hendurnar á ónæri­ligum býttlingum sum Donald Trump at broyta heimin. Vit kunnu gera mun, har vit eru. – Ein maður, sum hevur valt at brúka lívið at vera fiskimaður í Føroyum, kann við sínum gerðum og avgerðum vera við at skapa broyt­ingar – um tað so er í familjuni, í bygdini ella í landinum. Hetta BAND AID OG LIVE AID Í 1984 tóku Bob Geldof og Midge Ure stig til bólkin Band Aid, sum var mannaður við kendastu bretsku og írsku tónleikarunum um tað mundið – eitt nú Bono, Phil Collins, Sting, George Michael og Paul Young. Bólkurin innspældi sangin »Do They Know It’s Christmas?«, og sangurin varð eitt risahitt. Sangurin innspældi stóra peningaupphædd, sum varð latin til hjálparfelagsskapir í Etiopia, har hungursneyð var. Hendan verkætlan førdi til Live Aid konsertirnar árið eftir. Aftur hesaferð var savanað inn til Etiopia. Tvær konsertir vórðu hildnar 13. juli í 1985. Onnur konsertin var á Wembley leikvøllinum í London, hin var á John F. Kennedy Stadium í Philadelphia. Tað var á Live Aid konsertini á Wembley, at rockbólkurin Queen hevði sína kanska bestu framførslu nakrantíð, og aðrir bólkar, sum spældu á konsertini, har 72.000 fólk vóru til staðar, vóru The Who, U2, David Bowie, Dire Straits og Paul McCartney. Á Live Aid konsertini í USA, har 100.000 fólk lurtaðu, framførdu bólkar sum Led Zeppelin, Duran Duran, Madonna, The Beach Boys, Judas Priest og Black Sabbath. Ein tónleikari framførdi á báðum konsertum. Phil Collins spældi um morgunin í London og fleyg um Atlantshavið at spæla á konsertini í USA um kvøldið. Mett verður, at 1,9 milliardir fólk í 150 londum sóu Live Aid konsertinar í sjónvarpi – tað svarar til 40 prosent av fólkatalinum í heiminum um tað mundið. TEKSTUR EYÐUN KLAKSTEIN MYNDIR PRESSUMYNDIR »Fyri meg hevur rocktónleikur altíð verið ein pallur at úttrykkja meg og virka fyri broytingum« Bob Geldof vann fram við bólkinum The Boomtown Rats seinna partin av sjeyti árunum Samrøða