Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 T að er eitt risastórt uppsjóvarskip, sum Varðin í Gøtu hevur keypt inn, sum avloysaraskip fyri Trónd í Gøtu. Skipið tekur 900 tons meira av svartkjafti enn Tróndur í Gøtu, men skipið er eis­ ini útgjørt við øll­ um nútímans hent­ leikum, sum slík skip eiga at hava. Gitte Henning 1 er ikki meira enn gott og væl eitt ára gamalt skip, sum Varðin fekk hendur á, tá ið Tróndur í Gøtu fekk eitt álvarsligt maskinbrek, sumn tað tekur umleið eitt ár at fáa umvælt. Skipið er keypt, men danski reið­arin Henning Kjeldsen hevur forkeypsrætt at keypa skipið aftur um eitt ár, men ongin endalig av­ gerð er tikin um skipið skal verða verandi í Føroyum. Sunnudagin var skipið á Skála fyri at fáa onkrar smávegis um­væl­ ing­ar gjørdar, men skipið er aftur í makrel­veiðu nú. Skipari umborð er Arngrím Han­sen. -Vit halda hetta er eitt ómeta­ liga gott skip, sum ber seg væl í sjón­um, sigur hann. Fyribils hava teir bert roynt við troli eftir makreli, men skipið kann eisini fiska við nót. - Skipið tekur nógv og tá ið vit fiska svatkjaft, so kunnu vit hava eini 900 tons meira í lastini enn vit kundu við Tróndi í Gøtu, sigur skip­arin. Tangar til fiskin Uppsjóvarskipini hava øll tangar at koyra fiskin í. Tað er avgerandi fyri at fáa dygdini so góða sum møguligt, at fiskurin verður køldur niður beinanvegin hann kemur um­borð. Tí verður hann latin í tangar við niðurkøldum sjógvi í. Tað vísir seg, at tey nýggjastu skipini við bestu kølingini hava bestu dygdina, tá ið fiskurin verður landaður til makrelvirkini kring landið. Umborð á Gitte Henning 1 er hendan skipin eisini meira framkomin enn umborð á flestu hin­um skipunum. Tangarnir á Gitte Henning 1 eru útgjørdir við dysum, so tað ber til at reinsa tangarnar við fjrstýring, hvørja ferð skipið hevur landað. - Vit stýra reinsingin frá einum kontrolborði undir bakkanum og tá ið liðugt er at vaska, fylla vit tangarnar aftur við sjógvi, sum verður køldur niður og so er klárt at fiska aftur, sigur Dia Mikkel­sen, sum er ein av monnunum umborð á skipinum. 12 mans eru við skipinum hvønn túrin og teir hava hvør sítt kamar við brúsu umborð og gott inter­netsamband. Uppihaldsrúmini eru stór og góð og væl verður ansað eftir at fara væl um alt umborð á skip­in­ um. Tað sigur seg næstan sjálvt, at eitt skip, sum er so stórt hevur út­gerð,, sum er bæði ógvuslig og tung. Maskinorkan er millum 10.000 og 11.000 hestar, spølini eru ógvuslig og bara blokkar og veir­ar eru úr ógvusligum tilfari. Í veruleikanum er ikki talan um nakað, sum verður handfarið við hond. Her situr Arngrím Hansen, skipari, í stólinum á brúnni umborð á Gitte Henning 1 Hiðani verður maskinan og annað stýrt. Maskinrúmið sjálvt er stórt, men har eru eisini yvir 10.000 hesatar, Troldekkið Ristin til lastina Gjøgnum rørini verður fiskurin sendur í teir tangar, sum lastin er býtt sundur í.