Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Her síggjast spølini á dekkinum Bíða eftir Tróndi í Gøtu Tíðliga í vár fekk Tróndur í Gøtu mask­inskaða. Tað sum drívur alt um borð er gearið, sum fær kraftina frá høvuðs­ maskinuni. Tann húsin, sum hetta situr í, fekk eina rivu, sum gjørdi at tað ikki kundi brúk­ast. Í fyrstuni hildu tey ikki at hetta var so álvarsligt, men rættuliga skjótt stóð greitt, at her ber ikki til bert at keypa eykalut og so seta hann í skipið. Húsin, sum fór, skal stoypast av nýggjum og hann skal eftirkannast í drúgva tíð, áðrenn verk­smiðj­an letur hann frá sær. Tá ið hetta gjørdist greitt var farið undir at finna aðrar loysnir saman við Wartsila-mask­in­verk­smiðjuni. Tróndur í Gøtu hevur so mikið nógvar ljósmotorar, at tað átti at bera til at brúka teir í eina tíð, men tá ið skipanin var royndarkoyrd, vísti tað seg, at skipan­in ikki helt. Tí má Tróndur í Gøtu bíða eftir einum nýgjørdum húsa, sum helst verð­ur latin einaferð seint í vár. Makrel-tíðin stóð fyri durum, so reiðaríið royndi at finna eitt skip, sum kann fiska í makrelvertíðini. Tað eydnaðist at keypa danska skipið, sum manningin av Tróndi nú er umborð á. - Vit eru takksamir fyri hesa loysnina og eru glaðir fyri at tað júst er hesum skipinum vit eru endaðir umborð á, sigur Arngrím Hansen, skip­ari. Messuborðið, har manningin skaffar. Arbeiðsviðurskiftini hjá kokkinum eru sera góð Sjálvandi er eitt motiónsrúm umborð GITTE HENNING1 Skipið er tað størsta fiskiskipið í danska ríkinum Longd: 90,45 metrar Breidd:17,8 metrar Stingur 8,2 metrar Skrokkur bygdur í Pollandi Gjørt liðugt á Kleven-Myklebust í Noreg Mesta ferð: 16,5 fjóðringar um tíman Pláss fyri 13 persónum Bruttotons 4.264 Tangarnir: 4.514 rúmmetrar