Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Vinnudagurin er ein festdagur Í dag er ein stórur partur av føroysku fyri­tøk­unum savnaði til Vinnudagin í Norð­ur­landa­hús­in­um V innudagurin er ætlaður sum ein festdagur fyri føroyskar vinnufyritøkur. So einføld er ætlanin aftanfyri Vinnudagin, sum Vinnuhúsið nú skipar fyri á 20.sinni. Dagurin er ætlaður til íblástur til føroysku vinnuna – umframt at vinnufólk hitta hvønn annan undir øðrum viður­skiftum enn tey annars gera í gerandisdegnum. Tær báðar, Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevara og Esther Dahl, ráðgevi skipa í ár fyri Vinnu­degnum. Ætlanin er ikki broytt og skráin er stórt sæð tann sama við fyrilestrum og so teimum báð­um virðislønahandanum til Ársins virki og til Ársins átak, sum hevur skift navn til Vinnuátakið. - Høvi skal á Vinnudegnum vera hjá vinnulívsfólki at tosa saman og dentur verður lagdur á fyrst og fremst tað, sum gongur væl og hevur gingið væl, sigur Marita Rasmussen, stjóri. Esther Dahl leggur afturat, at talan er um at netverka profesionelt. Tað vil siga, at fólk frá teimum ymsu fyritøk­ un­um hava eina ætlan, tá ið tey fara á vinnudegin. Tey vita ofta hvønn tey vilja hitta og hvat tey vilja tosa um. At Vinnudagurin er ein dagur, sum vinnan hevur tikið til sín, sæst best av, at tað sum oftast eru um 400 fólk, sum koma til hendan dagin hvørja ferð. - Sæð frá okkara sjónarhorni, so er hetta ein dagur, har sum vinnufólk kunnu seta seg niður og taka ímóti. Tey skulu ikki luttaka í vinnudegnum annars, men fáa fyrilestrar, helst við íblástri og so annars kaffi og løtur at práta saman, sigur Marita Rasmussen. Hon sigur, at tá ið tey leggja skránna, so syrgja tey fyri, at steðgirnir eru heldur longri enn vanligt er á slíkum til­tøk­um. Hetta verður júst gjørt fyri at fólk kunnu hittast og práta saman. Tær báðar sum hesaferð skipa fyri Vinnudegnum vita eisini, at Vinnuátakið og Ársins vikrkið heiðurslønirnar hava stóran áhuga millum vinnufólk. Ársins átak er eitt sindur broytt hesaferð, tí nú verður eisini dentur lagdur á burðardygd og nú eitur tað Vinnu­ átakið. GÓÐAR TÍÐIR GEVA OFTA MINNI Á BOTN­ LINJUNUM Tíðirnar í Føroyum eru góðar, men tær krevja góða stýring í vinnulívinum – umsetningurin fer upp, men inntjeningin fylgir ikki altíð við TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN Esther Dahl, ráðgevi