Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 N ú Vinnudagurin er, kunnu flestu fyritøkurnar siga, at tær hava nóg mikið at gera. Størsta avbjóðingin í hesum døgum er at fáa nóg mikið av arbeiðsfólki, tí arbeiði er til allar hendur og fleiri vinnugreinar brúka útlendingar til arbeiðis, tí ongi fólk eru at fáa á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Góður tíðirnar gera, at umsetningurin fer upp hjá flestu fyritøkunum, men tað vil ikki altíð siga tað sama sum at inntjeningin veksur. -Tað vísir seg ofta, at nógvar fyritøkur fáa meira burtur úr á botnlinjuni, tá ið heldur minni er at gera. Tá ið nógv ferð er á sum nú, fer umsetningurin upp, men tað er verri enn so hjá øllum, at vinningurin veksur. Tað sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, sum kortini fegnast um, at so nógv er at gera, sum júst í hesum tíðum. Planlegging Høga ferðin á føroyska búskapinum stendst fyri stóran part av nógvum almennum, kommunalum og interkommunalum íløgum. Hesar íløgurnar krevja nógv av vinnulívinum, sum ofta heldur hevði viljað, at íløgurnar vóru strektar eitt sindur longri út. -Vit hava sagt tað fleiri ferðir og tað sama hevur Búskaparráðið. Tað er ikki rætt altíð at reka ein konjunkturviðgangandi politikk, so bæði tað almenna og tað privata gera íløgurnar, tá ið búskapurin toppar, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Tí heldur hon, at tað hevði gagnað bæði vinnuni og samfelagnum um virksemi var eitt sindur meira planlagt. Komandi tíðina gera landið og kommunurnar íløgur fyri umleið tvær milljardir, samstudis, sum nógv ferð er á í privatu vinnuni, og tað knípir at finna nóg mikið av fólki at gera tey arbeiðir, sum skulu gerast. -Hetta gagnar neyvan nøkrum, tí alt verður dýrari og minni fæst fyri hvørja einstaka krónu, sigur Marita Rasmussen. SÍGGJA VINNU­ LIGAR GLOTTAR Í NÝGGJA SAM­ GONGU­SKJAL­ INUM F øroyska vinnulívið heldur, at positiv tekin eru at síggja í nýggja samgonguskjalinum. Vinnulívið hevur leingi eftirlýst tryggar karmar at arbeiða undir og nú vænta tey sær eina planlegging, sum er meira til at síggja fer at koma. Vinnuhúsið hevur eisini eitt ynski um, at búskaparliga skulu vit sleppa undan teimum stóru og ógvusligu sveiggjunum í búskapinum. -Vit skulu helst sleppa undan so nógvum toppum og so nógvum dølum, og arbeiða soleiðis vit teimum búskaparligu amboðum sum eru, fyri at gera búskapin meira javn­an, sig­ur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­hús­in­ um. Her er talan fyrst og fremst um at stýra íløg­ un­um hjá landi, almennum stovnum, komm­ un­um og kommunalum felagsskapum, soleiðis at virksemið verður javnað mest møguligt. Hon krógvar heldur ikki, at tað sum vit hava sæð í nógv ár, at tá ið tíðirnar eru góðar, so gera bæði tey privatu og tað almenna stórar íløg­ur. Við øðrum orðum reka almennu Før­oy­ ar, sum eru landið, kommunurnar, havn­ir og kommunalir felagsskapir, ein kon­junkt­ur­við­ gang­andi politikk. Onkrar røddir hava verið frammi um, at vinnan eigur at halda aftur við íløgunum. Hetta er misskilt. Tað er ikki upp­ gáv­an hjá vinnuni at reka búskaparpolitikk. Tað er tað vit øll hava valt politikararnir til. Vinnuhúsið sær eisini helst, at tað almenna mill­um annað tryggjar at lærlingar sleppa framat at læra, eisini ta ið tíðirnar ikki eru so góð­ar. Bústaðarmál Eitt sum hevur eyðkent føroyska samfelagið, nú tilflytingin og fólkavøksturin er størri enn nakrantíð, er bústaðarneyðin. Tað gevur sjálvandi avbjóðingar, men hinvegin, so má tað almenna hugsa seg væl um, áðrenn alt ov mikið verður sett í gongd. Nógva virk­semi leggur stórt trýst á arbeiðsmarknaðin og helst eru einir 500 útlendingar, sum nú arbeiða í Føroyum. Hesi skulu sjálvandi eisini hava nakað at búgva í og stóra virksemi í land­ in­um er tí eisini við til at økja munandi um trýstið á búðstaðarmarknaðin. Vinnuhúsið heldur fast við tað, sum vinnan altíð sigur: tað er umráðandi at karmarnir eru tryggir og at vinnan kennir fortreytirnar í sam­ felagnum. -Men vit síggja positiv tekin. Nú fáa vit so at síggja hvussu samgongan roynist, sigur Marita Ras­mussen Síðani 2000 er Ársins virki valt og Ársins átak, sum altso nú eitur Vinnuátakið Her eru tey, sum hava fingið heiðurin   Ársins Virki Ársins Átak 2000     Havsbrún ikki valt 2001 Tórshavnar Skipasmiðja North Atlantic Fish Fair 2002 Vónin Teitur Lassen 2003 Vaðhorn Formula.fo, Total View 2004 Reyni Service Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord 2005 Faroe Marine Products Fariga Seafood 2006 Thor Vinnuvitan 2007 Eik Banki ikki valt 2008 ArtiCon Decision3 2009 Bakkafrost Tórshavnar Matfestivalur 2010 Tavan Vilt í Suðuroy 2011 Vónin Jákup Zachariassen 2012 Luna Varðin Pelagic 2013 Vest Pack KOKS 2014 Skansi Offshore MEST & PAM OFFSHORE SERVICE 2015 Bakkafrost Defined Energy 2016 KJ Hydraulik Sheep View 2017 Smyril Line hiking.fo 2018 Articon FabLab Samrøða Marita Ramussen, stjóri í Vinnuhúsinum