Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Politiskur handverkari skal umsita vinnumálini Tað verður fuglfirðingurin á Strondum, Helgi Abrahamsen, sum komandi árini skal taka sær av vinnu- og orkumálum T að er ein royndan politiskan handverkara, sum løgmaður hevur sett at umsita vinnu- og orkumál, umframt fleiri onnur mál, komandi fýra árini. 52 ára gamli Helgi Abrahamsen gjørdist skrivari í Sambandsflokkinum fyri 20 árum síðani og hann hevur sitið í tinginum frá 2008 til 2015. Á valinum í 2015 var hann ikki afturvaldur, men var kortini so ovarlaga á listanum hjá Sambandsflokkinum at hann av og á frá 2015 til 2019 tók sæti á tingi sum eykamaður. Á valinum 31.august í ár kom hann afturíaftur við stórum atkvøðutali aftanfyri seg. Hann gjørdist við 497 atkvøðum nummar trý á listanum hjá Sambandsflokkinum. Tá ið samgongusamráðingarnar vóru lidnar og málsøkini býtt skuldi løgmaður tilnevna tveir landsstýrismenn úr egnum flokki. Annar bleiv Kaj Leo Johannesen, sum umsitur heilsumál og hin bleiv Helgi Abrahamsen, sum fekk nøkur risastór málsøkir at umsita. Í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum var full semja um, at Helgi Abrahamsen, sum eisini er næstformaður í flokkinum, er rætti maðurin til rætta starvið. Royndirnar telja Tað er onki at ivast í, at tá ið løgmaður hevur skula tilnevnt hendan landsstýrismannin, so hevur hann hugt eftir einum persóni, sum hevur ávísar royndir í politikki, men hann hevur helst eisini hugt eftir einum persóni, sum hevur kunnleika til umsiting og til at fáa ting avgreidd, tá ið hann valdi Helga Abrahamsen. Hansara arbeiði fyri Sambandsflokkin sum skrivari í 10 ár, hevur helst víst, at talan er um ein mann, sum rættuliga skjótt dugir at seta seg inn í trupul mál og sum dugir at leggja tey út, so onnur eisini skilja tey. Í hesum sambandi hava vit tosa við landsstýrismannin, tí hann umsitur vinnumál og orkumál, men hann hevur eisini fleiri onnur mál at taka sær av. Helst er tað hann, sum hevur fingið størstu málsøkini at umsita. Helgi Abrahamsen er ættaður úr Fuglafirði, men er giftur á Strondum, har hann býr saman við familjuni. Helgi og Oddbjørg Abrhamsen eiga trý børn. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN Samrøða