Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Orkumálini fylla nógv í hesum valskeiðnum Neyvan hevur spurningurin um orkuskifti fylt so nógv nakrantíð fyrr, so landsstýrismaðurin fær nóg mikið at gera A t veðurlagið broytist er ikki nøkur ósemja um í dag, men summi eru framvegis ósamd um hetta hendir av mannaávum – ella hetta er náttúrunar gongd. Veðurlagsverkføll eru kring allan heim, har endamálið fyrst og fremst er at fáa tey ráðandi at taka spurningin um veðurlagsbroytingarnar og dálkingina í álvara. Í New York hevur júst verið fundur um hesi viðurskifti, samstundis, sum skipað verður fyri verkføllum kring allan heim. Á middegi í dag verður aftur veðurlagsverkfall á Vaglinum í Havn. Tí eru orku- og umhvørvismál tvey risastór mál, sum nýggi landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, hevur fingið at umsita. Saman við vinnumálum skal hann bera eina tunga byrðu og av álvara fáa gongd á orkuskiftið í Føroyum. Tíðin er ikki so long tíð at gera tað í, tí tingið hevur samtykt, at Føroyar á landi ikki skulu brúka olju longu í 2030. SEV og hini Seinastu mongu árini er nógv tosað um orkuskiftið og vit hava fingið nakað av vindorku afturaat teimum vatnorkuverkum, sum SEV eigur. Sjálvt um hetta hjálpir væl, so er menningin í samfelagnum so ógvus­lig, at orkunýtslan veksur við rúkandi ferð, so at hó­ast vind­orkuútbyggingarnar, so er grøna orkan minkandi saman­ borið við orkuna frá oljuriknu verkunum. Nógv fyrireikingararbeiði er gjørt í sambandi við útbygg­ing­ ar­ætl­anirnar við vindi og næsta ár hendir eisini rættuliga nógv á økinum. -Vit hoyra ofta, at tað gongur ov seint, men vit eiga eisini at hava í huga, at tað skal nógv fyrireiking til orkuskiftið og har er nógv gjørt, sigur Helgi Abrahamsen. Hann hevur longu havt fund við interkommunala elfelag­ skap­in SEV. Har var hann kunnaður um, hvussu langt um­legg­ ing­in er komin og hvøja strategi felagsskapurin hevur lagt fyri kom­andi árini. Sjálvt um orkuskiftið er fyri framman, so hevur SEV gjørt eina risaútbygging á Sundi í eitt nýtt oljurikið verk. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at SEV altíð kann veita streym, eisini tá ið tað ikki er við vatni og vindi. Samgonguskjalið Tað eru føroysku kommunurnar, sum eiga SEV. SEV bæði fram­leiðis og veitir streymin út til brúkararnar. Mangan hevur verið sagt, at tað hevði veirð betri um net­part­ ur­in hjá SEV hevði ligið í einum felag fyri seg. Í samgonguskjalinum verður sagt: Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkis­ øk­inum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av net­partinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at priv­atar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja. -Tað fyrsta vit fara at gera, er at seta eina kanning í verk um hetta kann gerast og hvussu tað kann gerast, sigur Helgi Abra­ ham­sen. Hann sigur, at tað sum aðrir framleiðarar fegnir vilja, er, at teir sleppa inn á netið og so kunnu selja teirra streym beinleiðis til brúkaran. Sum støðan er nú, so kunnu aðrir framleiðarar bert selja streymin til SEV. -Tað skilji eg væl, at tey privatu fegin vilja og eg haldi eisini tey eiga at sleppa framat til tað, men lat okkum nú fyrst gera hesa kanningina, sigur landsstýrismaðurin. Móttøkan Landsstýrismaðurin er væl vitandi um, at eitt er at framleiða og veita grøna orku, men spurningurin er eins nógv um føroyski brúk­arin er til reiðar at taka ímóti nýggju orkuni. - Fyri at hetta skal geva meining, so er tað avgerandi, at brúk­ arin kring landið er sinnaður at skifta til grønu orkuna, sigur hann. - Í løtuni haldi eg vit síggja, at enn er álitið á nýggju orkuna ikki serliga stórt. Millum annað sæst tað í einari kanning, sum er gjørd millum brúkararnar. Tí er tað avgerandi at skapa álit á, at hendan skipanin er eins trygg, sum tann vit kenna í dag. Kanningar vísa, at brúkarin er hugaður, at vit fáa eitt orku­ skifti, men hann er enn ikki tilreiðar sjálvur at skifta. Tí hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at seta ein ráð­gev­ andi, óheftan stovn, sum kann upplýsa brúkaran um nýggju møgu­leikarnar og um hvat riggar væl og hvat riggar minni væl. - Tí megna vit ikki at taka ímóti grøna streyminum, so hava vit framvegis ein trupulleika, sigur Helgi Abrahamsen, lands­ stýris­maður.