Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 VINNAN SKAL HAVA NÝGGJAR MØGULEIKAR AT MENNAST Í nýggja samgonguskjalinum verður lagt upp til, at vinnan fær tryggar karmar, gerst kappingarfør og kann mennast á øllum økjum Í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, hava gjørt, er vinnulívið ein stórur partur. Málini fyri at menna vinnuna og gera karmarnar tryggar eru sett høgt, so nýggi landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, hevur eitt umfatandi skjal at halda seg til komandi fýra árini. Málsøki fevnir breitt frá landbúnaði yvir ferðavinnu til aling og mong onnur stór mál. - Avbjóingarnar eru stórar, men í summum vinnum eru vit komin væl áleiðis, sigur Helgi Abrahamsen. - Í alivinnuni hava vit júst fingið eina dagførda lóg, so fyrsta tíðin fer við at ansa eftir, at alt her virkar eftir ætlan, men á øðrum økjum skulu nýggjar loysnir finnast. Hann nevnir nýggju og skjótt vaksandi ferðavinnuna. Uppgávan, sum Visit Faroe Islands fekk, at fáa ferðafólk hendan veg­in, er eydnast avbera væl, men tað hevur givið okkum trupulleikar í Før­oyum, sum vit helst ikki sóu koma. - Har mugu vit inn at finna loysnir. Ferðavinnan er ein vinnan suum er løgst afturat og tí mugu vit syrgja fyri, at viðurskiftini gerast í lagi í Føroy­um og at vit seta greitt út í kortið, hvat vit ætla, sigur Helgi Abra­hamsen. Hann vísir á kjakið sum hevur verið um gongd í haga hesa seianstu tíð­ina og ikki minst um tann partir, har ávís økir seta gjøld á, uttan at hetta er samskipað. - Vit mugu allir parttar tosa saman og finna eina loysn, sum gagnar øll­um pørtum. Tað er umráðandi, at tey ferðafólk, sum koma higar fáa eina góða uppliving við sær heimaftur, men tey skulu helst eisini leggja pen­ing eftir seg her í landinum, sigur landsstýrismaðurin. Burðardygd Landsstýrismaðurin við vinnumálum umsitur eisini umhvørvismál. Tað sær hann hava stóran týdning. - Ja, tí í dag er tað soleiðis, at alt snýr seg um burðardygd og at ar­ beiða umhvørvisvinarligt, sigur hann. Í samgonguskjalinum stendur: Bæði okkara fiski- og alivinna hava fyri neyðini at kunna markn­að­ ar­føra seg sum burðardyggar og umhvørvisvinarligar vinnur. Tað hevur tí í hesum sambandi týdning, at útgerðarvinnur, sum veita vørur og tæn­astur til hesar vinnurnar, eru orkueffektivar og umhvørvisvinarligar. Føroyska útflutningsvinnan hevur merkt, at brúkarin í Evropa og aðra­staðni setir longu krøv til tær vørur, sum tey keypa. Alt skal vera burðardygt og undir framleiðsluni má umhvørvið ikki skað­ast. - Tí er hetta avgerandi fyri okkum, serliga tí vit í stóran mun eru ein mat­vørutjóð, sum selir matvørur úr reinasta havinum. Soleiðis skal tað fram­haldandi vera, sigur Helgi Abrahamsen. NÝGGIR MØGU­ LEIKAR SKULU BREIÐKA VINNU­ GRUNDAR­LAG Nógv ferð er í føroysku vinnuni, men karmarnir skulu gerast betri komandi árini S tór ferð er í føroysku vinnuni í hes­um árum. Arbeiði er til allar hendur og gott og væl tað. Tí ætlar landsstýrismaðurin við vinnumálum at arbeiða við einari loysn, so tað verður lættari at fáa út­lendska arbeiðs­megi til landið í avmarkaðum tíðar­ skeið­um. - Hetta er stundum neyðugt, tí tað er ein part­ur av, at vinnan kann menna seg, at ar­beiðs­ megin er tøk, tá ið nógv er at gera, sigur Helgi Abrahamsen. Tað er ein partur av tí, sum liggur fyri framman, men vinnumálaráðið hevur eis­ini stóran áhuga í, at vit fáa gjørt fleiri handils­av­ tal­ur, so vit kunnu selja okkara vørur á bestan hátt á so mongum marknaðum sum møguligt. -Ein nýggjur sáttmáli við Ísland skal fáast í lag nú Hoyvíkssáttmálin er uppsagdur og fer úr gildi á nýggjárinum, men vit mugu eisini gera sáttmálar við nýggjar marknaðir, sigur lands­stýrismaðurin. Skipasmíð Tað er langt ímillum at skip verða bygd í Før­ oy­um í hesum árum. Sum oftast verða skrokkarnir bygd­ir utt­an­ lands. Nýggjasta dømi er hav­rann­sókn­ar­skipið, sum kom á Skála úr Klejpeda í Litava sein­asta sunnudag. Nakrir alibátar erueisini bygdir í Føroyum. Men hendan samgongan hevur sett sær fyri at menna hesa vinnu og gera alt fyri, at so nógv skip verða bygd í landinum sum tilber. -Vit vita væl, at skrokkarnir til størri skip oftast verða bygdir aðrastaðni, men vit mugu halda fast í, at tað eru vit sum gera restina av skipinum í Føroyum, sigur Helgi Abrahamsen. Viðurskiftini kring Arktis gera Føroyar til eitt náttúrligt vinnuøki, har føroyskar vinnur kunnu veita tænastur til tað, sum fer fram á norð­aru leiðunum -Okkara visjón er, at føroysk shippingvinna skal verða ein týðandi leikari í altjóða høpi og skapa avkast, framburð og vælferð. Tí er neyð­ugt, at lógir og kunngerðir á hesum øk­ in­um eru dagførdar, soleiðis at Føroyar sum sjóvinnutjóð eru kappingarførar, sigur lands­ stýris­maðurin Matstovuvinnan er eisini ein partur av máls­ øk­inum hjá nýggja landsstýrismanninum. - Har er menningin stór og vit hava sæð hvønn týdning hon hevur fyri ferðavinnuna, men eisini fyri okkum føroyingar. Tí eiga vit eis­ini á hesum øki at stuðla menningini, sigur hann.