Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Arbeiðslívið byrjaði í einum egningaskúri - Breiða viftan av vørum og tænastum er ein styrki hjá okkum, tí tað merkir, at vit eru møguligur heildarveitari hjá flest øllum fyritøkum í Føroyum, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema|Hey U m miðjan august í ár byrjaði Gudny Langgaard sum stjóri í samtakinum, Nema|Hey. Hon kom úr einum starvi sum stjóri í Vága Floghavn, sum hon hevði røkt síðani 2018. Men, Gudny Langgaard hevur áður verið stjóri í Hey, tá fyritøkan bar navnið Vodafone Føroyar. Her var hon í fimm ár fram til 2016. Fyri ta tíð var hon sølu-og marknaðarstjóri í felagnum í tvey ár. Gudny Langgaard hevur soleiðis drúgvar leiðsluroyndir og kunnleika til virkis­økini hjá veitaranum, sum Nema nú eisini er partur av. Í leiðsluni hjá Nema|Hey er eingin ivi um, at tey hava fingið ein dugnaligan og arbeiðssaman stjóra, sum hevur víst í verki, at hon kann skapa góð úrslit og nøgdsemi millum viðskiftafólk og starvs­fólk. Hevur altíð arbeitt Vinnublaðið, sum er í Sosialinum í dag, hevur skift orð við nýggja stjóran í Nema|Hey, og vit hava eisini sett henni nakrar spurningar. Men, hvør er Gudny Langgard, sum í dag er 41 ára gomul? - Eg eri uppvaksin í Leirvík. Foreldrini eru Munda og Remi Langgaard. Eg eri yngst av fimm systkj­um og einasta dóttir. Fyrstu sjey árini gekk eg í Leirvíkar skúla, 8.-10. flokk í Fuglafirði, og síðan tók eg HF á Kambsdali. Gudny Langgaard sigur, at árini, áðrenn hon gjørdist mamma, hevði hon altíð stóran útlongsul. Mað­ur hennara, Ved Nagurset, er av Mauritius, og tey eiga trý børn, Emmu (15), Remi (8) og Evu (2). - Eg búði eg seks mánaðir í Fraklandi sum AFS’ari, seks mánaðir í Keypmannahavn, har eg suppl­eraði kemi og arbeiddi á ellisheimi. Eg búði eisini seks mánaðir í London, har eg arbeiddi í Hard Rock Café, og síðan arbeiddi eg í Føroyum í tvey ár. Gudny Langgaard vísir á, at tá hon hevði arbeitt eitt ár á Elektron og eitt ár á Sosialinum, fór hon á Bourne­mouth University í Suðuronglandi at lesa International Marketing Management. Her varð hon liðug í 2005, og árini 2007 til 2009 tók hon eisini Master of Business Administration. Hvør hevur starvsleiðin hjá tær verið? - Eg havi altíð arbeitt. Sum barn plagdi eg at egna, og sum ung arbeiddi eg í Statoil í Leirvík. Havi eisini arbeitt fisk og annað fyrifallandi. Sera høgt tempo Gudny Langgaard vísir á, at eftir loknað útbúgving hevur hon havt trý størv og soleiðis eisini trý arbeiðspláss. - Eg arbeiddi á Sosialinum árini 2005 til 2009, Vodafone Føroyar árini 2009 til 2016 og síðan í Vága Floghavn árini 2018 til 2019. Nú eri eg so aftur á Nema|Hey. Umframt at vera í barsil, hevði eg eisini konsulentvirksemi millum størvini í Vodafone og Vága Floghavn. Tú fór úr stjórastarvi í Vodafone í stjórastarv í Vága Floghavn, men endaði aftur í stjórastarvi í Nema|Hey? - Eg fór úr Vodafone til einki. Stovnaði eina konsulentfyritøku og fór síðan í barsil nakrar mán­ aðir seinni. Úr barslinum fór eg í starv í Vága Floghavn. Gudny Langgaard sigur, at hon fór úr starvinum í Vodafone av persónligum orsøkum. - Eg hevði eisini gott av at hava góða tíð til at taka mær av børnunum hetta tíðarskeið. Tempo’ið var sera høgt árini 2011 til 2016 - við stjórastarvi og smáum børnum, samstundis sum maðurin var búsitandi í Póllandi. Passar betri til mín Men, var starvið í Vága Floghavn ikki tað, tú hevði væntað? - Jú, starvið í Vága Floghavn var avgjørt spennandi. Fólkini eru sera fitt og dámlig, og eg treivst væl. Men, eftir at hava fingið starvið í Nema|Hey í boði, kom eg til ta niðurstøðu, at hetta arbeiði er ta betra. Eg meti, at uppgávurnar sum stjóri í Nema|Hey eru meira spennandi, og eg haldi eisini, at hesar passa betri til mínar førleikar. Gudny Langgaard sigur, at samleggingin av Hey og Nema er bæði spennndi og avbjóðandi, og saman­leggingin tiltalaði hana nógv í avgerðini. - Mær dámar væl avbjóðingar, sigur stjórin, sum eisini sigur seg vóna, at hon fer at fáa høvi at røkja starvið í Nema|Hey tey næstu árini. Ein arbeiðsdagur Hvussu sær so ein vanligur arbeiðsdagur út hjá stjóranum í Nema|Hey? TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN