hósdagur 26. september 2019síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
- Eg vakni klokkan 06.30. Fari upp og geri meg klára, og
síðan geri eg børnini klár til dagin. Fari heimanífrá umleið
klokkan 07.30. Eg byrji í barnagarðinum og leggi síðan leiðina
til Havnar.
Gudny Langgaard sigur, at arbeiðsdagurin kann vera ymiskur,
men tað eru fáir dagar, har eingir fundir eru á skránni.
- Eg eri mest í Havn, men arbeiði garna ein dag um vikuna í
Klaksvík, har vit eisini hava handil umframt skrivstovu.
Men, stjórin í Nema|Hey er eisini úti á kundavitjan.
- Vanliga eri eg heima við hús aftur í Leirvík um 17.30-tíðina.
Vit eta um 18-tíðina, og síðan eru tað skúlating og ymiskt annað
saman við børnunum. Er veðrið hampiligt, verður kanska farið
ein trillitúr, og annars fara børnini í song klokkan 20. Seinni um
kvøldið eru tað matpakkar, klæðir og annað, og okkum dámar
eisini væl at hyggja eftir einari góðari filmsrøð, tá børnini eru
farin til songar.
Nakrar ferðir um vikuna fer stjórin í Nema|Hey til venjing
í Fullpower ella venjing, og tað heldur Gudny Langgaard er
ein góður avvekslingur til arbeiðsdagin og dagligu uppgávurnar
heima við hús.
Nema|Hey heildarveitari
Sig eitt sindur um uppgávurnar og tænastuøkið hjá Nema|Hey?
- Samanleggingin millum Nema|Hey merkir, at fyritøkan
hevur eina sera breiða viftu av vørum og tænastum. Vit selja
fjarskifti til privat og vinnu. KT hardware, sum tað verður
rópt, eitt nú teldur, servarar og printarar umframt hýsing og
netumsiting við meira.
Stjórin vísir á, at við í KT software-konseptinum er fíggjar
stýringskipan, lønarskipan, HR-skipan, stempulskipan og
journalskipan.
Haraftrat eru møblar og faber-gardinur og ymiskir skrivstovulutir.
Handlar eru í Klaksvík, Runavík, SMS og á Smyrilsvegi í
Havn, men møblar eru bara á Smyrilsvegi.
- Breiða viftan av vørum og tænastum er ein styrki hjá okkum,
tí tað merkir, at vit kunnu gerast heildarveitari hjá flest øllum
fyritøkum í Føroyum - til gagn fyri kundan, bæði tá ræður um
prís og tænastu.
Kundin merkir fyrimunir
Hvat kanst tú annars siga um framtíðina hjá Nema|Hey?
- Framtíðin hjá okkum er spennandi, og vit vilja framhaldandi
verða við til at menna og selja góðar loysnir til føroyska markn
aðin. Vit vilja eisini, at viðskiftafólk og viðskiftafeløg skulu
merkja fyrimunir við at brúka okkum sum heildarveitara, sigur
stjórin í Nema|Hey, Gudny Langgaard.
Breiða viftan av vørum
og tænastum er ein
styrki hjá okkum…
Samrøða