hósdagur 26. september 2019síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
995 METRAR AV NÝGGJARI BRYGGJU
Hin 21. oktober í ár verður fyrri parturin av nýggju Skansabryggjuni
liðugur og latin Tórshavnar havn, og endaliga avhendingin av stóru
byggiverkætlanini verður hin 15. mai næsta ár
Ú
tbyggingin av Tórshavnar havn er vorðin nakað dýrari enn upp
runaliga ætlað, og tískil skuldi Tórshavnar býráð í gjár taka støðu
til, um 37,7 miljónir krónur aftrat skulu játtast til Skansabryggjuna.
Tað var í 2016, at Tórshavnar býráð samtykti at játta 465 miljónir
krónur til víðkan av Skansabryggjuni og til eystara havnaøkið, men
samlaða verktlanin verður nakað dýrari enn tað, harav parturin
hjá J&K Petersen sambært Tórshavnar býráði
verður 413 miljónir krónur.
Ymiskar orsøkir eru til, at kostnaðarætlanin
ikki hevur hildið til fulnar, og ein av orsøkunum
er, at grótið, sum er sprongt á Glyvursnesi og
er ført heim í grótbátum, er sokkið nakað í
botninum. Tískil eru út við 10 miljónir krónur
meira enn ætlað brúktar til grót.
Samráðingar hava verið millum partarn
ar, Tórshavnar havn og arbeiðstakaran, J&K
Petersen, og nú verður parturin, sum eftir er
at gera, gjørdur fyri fastan prís, undantikið
møguligan prís-og lønarvøkstur.
Góð tvey ár síðan
Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Peter
sen, sigur, at arbeiðið at útbyggja havnalagið í
høvuðsstaðnum byrjaði í apríl mánaði í 2017.
- Okkara fólk byrjaðu at bora, spreingja og
føra grót heim av Glyvursnesi, men tað tók tað
mesta av einum ári, áðrenn nakað sást aftur í
vatnskorpuni. Størsta dýpi á grótkastinum er 34
metrar, og har grótkastið liggur hægst, liggur tað
níggju metrar yvir vatnskorpuni.
Í eini 16 ár hava J&K Petersen átt grótbátin Siri, og í samband við havnaútbygg
ingina keypti felagið eisini grótbátin Ragnhild í 2017.
- Vit fingu ongan bát til leigu. Tað eru nógvir bátar, sum føra sand og bleytt
tilfar annars, men tað eru ikki so nógvir klassaklárir bátar, sum burtur av kunnu
føra grót.
Stein Olvur Petersen heldur, at arbeiðið at byggja út Tórshavnar havn eftir
umstøðunum hevur gingið væl, og sum heild hava teir ikki verið nógv tarnaðir
av veðri.
- Samlað er talan um stívliga fýra miljónir rúmmetrar av gróti, sum alt er borað,
sprongt og ført heim av Glyvursnesi, leggur hann aftrat.
995 metrar av atløgu
Við útbyggingini av Skansabryggjuni og eystara havnaøkinum annars fær Tórs
havnar havn 995 metrar av nýggjari atløgusíðu, ið øll hevur eitt dýpi, sum í minsta
lagi er 15 metrar.
- Haraftrat verður havnaøkið stívliga 100.000 fermetrar størri, enn tað var áður,
og av hesum fær Tórshavnar havn 95.000 fermetrar til brúks.
Stein Olvur Petersen vísir á, at parturin,
sum verður handaður hin 21. oktober, er tann
parturin, sum áður var gamli molin, men sum
nú eisini hevur atløgu á eystursíðuni.
- Nú nýggja grótkastið liggur sum verja fyri
gamla mola, er stóra grótið, ið áður lá sum verja
við eystursíðuna á gamla mola, tikið upp og
brúkt í havnabyggingini annars. Gamli moli er
breiðkaður einar 30 metrar longur út í sjógvin.
Stjórin vísir á, at eitt grótkast, sum nýggja
grótkastið í Skansabryggjuni, er bygt upp í
løðum, har tað smæsta grótið liggur við botnin.
Síðan liggur tað størsta grótið frá umleið fýra
metrum undir vatnsskorpuni og einar fýra
metrar yvir vatnskorpuni.
- Í løtuni verður laðað, og her er enn nakað
at gera eftir. Her verður gjørt stálarbeiði, og
tað verður stoypt í havnabyggingini. Tá vit eru
komin út í mai næsta ár, verða vit lidnir, sigur
Stein Olvur Petersen.
100 fólk í sving
Av teimum 210 fólkunum, sum J&K Petersen
hevur á lønarlista, eru einir 20 útlendingar,
serliga polakkar og rumenar. Fleiri av hesum hava arbeitt leingi í Føroyum, og tað
eru eisini teir, sum hava sett búgv her.
- Eg vil meta, at umleið 100 fólk meira og minni burtur av eru knýtt at
arbeiðnum við Skansabryggjuni.
Stein Olvur Petersen vísir á, at umframt grótbátarnar, Siri og Ragnhild, eru
velduga stórar maskinur til arbeiðis við havnaútbyggingini.
- Størsta gravmaskinan er 150 tons, og harumframt eru tvær aðrar maskinur, sum
eru størri enn 100 tons hvør. Armurin á beltamaskinuni, sum er 150 tons, er heilar
22 metrar langur, og maskinan kann arbeiða niðri á 15 metra dýpi, tá hon stendur
á tveimum ella trimum metrum yvir vatnskorpuni, sigur stjórin í J&K Petersen.
Bogi Andreassen
er formaður í
vinnunevndini
hjá Tórshavnar
kommunu
Stein Olvur
Petersen er stjóri í
J&K Petersen
- Eg haldi, at arbeiðið at byggja út Skansabryggjuna og eystara havnaøkið hevur
gingið fyrimyndarliga væl, tá havt verður í huga, hvussu stór og krevjandi henda
verkætlan er.
Tað sigur Bogi Andreassen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar komm
unu.
Hann vísir á, at her hava verið ymiskar avbjóðingar, og her hava eisini verið
onkrir snávingarsteinar.
- Men, vit hava altíð funnið út av tí og hava funnið skilagóðar loysnir, soleiðis
at báðir partar - arbeiðsánari og arbeiðstakari - eru nøgdir.
Bogi Andreassen sigur, at arbeiðið, sum J&K Petersen higartil hava gjørt, er
sera gott og tað, sum kommunan fær afturfyri íløguna, er fyrimyndarliga væl úr
hondum greitt.
Í samrøðu, sum Sosialurin hevur havt við stjóran í J&K Petersen, Stein Olv Pet
ersen, helt hann, at um ætlaða maritima bátahavnin eisini hevði verið við í samlaðu
verkætlanini, hevði kostnaðurin kanska verið einar 50 miljónir krónur meira.
- Eg haldi, at tað er ein katastrofa, at bátahavnin ikki kom við. Her høvdu vit
fingið eitt fantastiskt umhvørvi, sum hevði verið ein fongur fyri høvuðsstaðin.
Haraftrat høvdu vit fingið eina nógv betri atkomu til havnalagið.
Bogi Andreassen sigur, at her hevði Tórshavnar kommuna fingið nógv fyri peng
arnar, eins og kommunan hevði fingið nøkur harðliga tiltrongd bátapláss aftrat.
- Hetta hevði verið eitt nýtt, forvitnisligt og spennandi maritimt umhvørvi,
har ymiskir fasilitetir eisini kundu verið við ætlaðu bátahavnina, eitt nú kafé’ir,
sølubásar, wc-og brúsumøguleikar og hølir til feløg, sum hava við sjógvin at gera.
Bogi Andreassen vísir á, at ofta skulu slíkar verkætlanir búnast, og tað kann taka
tíð. Tískil hevur hann heldur ikki mist vónina um, at her einaferð verður skapt eitt
spennandi maritimt umhvørvi.
Samrøða