mánadagur 30. september 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á tingfundi í morgun varð uppskot
ið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2019
lagt fyri tingið.
Eyðvitað er, at samgongan enn
ikki hevur havt møguleika at ar
beiða við einum veruligum fíggjar
lógaruppskoti, tí landsstýrið hevur
bara sitið í tvær vikur. Tí verður,
eins og gjørt var í 2015, lagt fram eitt
framskrivað fíggjarlógaruppskot.
Tað merkir so bara tað, at veru
liga viðgerðin fer fram í fíggjar
nevndini, har landsstýrisflokkar
nir fáa sett síni fingramerki á ta
fíggjarlóg, sum somu flokkar fara
at samtykkja í desember.
Serligur áhugi hevur verið fyri
lyftinum frá Fólkaflokkinum um,
at samhaldsfasti skal vera skatta
fríur á nýggjárinum. Tað merkir, at
út við 200 milliónir skulu flytast á
fíggjarlógini – ella fáast inn á ann
an hátt.
Í øllum førum skulu fáast til
vega umleið 180 milliónir, har bróð
irparturin er skattainntøka hjá
kommununum,
sum
tilsamans
fingu 101 millión inn í skatti av
Samhaldsfasta í fjør.
Enn hava vit ikki hoyrt, hvussu
fíggjarmálaráðharrin
ætlar
at
fíggja hendan skattalættan hjá
pensjónistum. Men í Degi og Viku
herfyri royndi hann at tosa seg frá
lyftinum við at tosa um ein nýggj
an grunn, Aldursgrunnin.
Í valstríðnum førdi Fólkaflokk
urin fram, at tað var ein feilur, at
Sambaldsfasti verður skattaður
bæði við útgjald og innjgald. Men so
er ikki. Samhaldsfasti varð stovn
aður av samgonguni millum Javn
aðarflokkin og Fólkaflokkin í 1991.
Jógvan Sundstein, formaður Fólka
floksins, var fíggjarmálaráðharri,
og hann førdi tá fram, at inngjaldið
ikki var ein skattur, men eitt trygg
ingargjald, og at inngjødini til ALS
og Samhaldsfasta tí, akkurat sum
øll onnur tryggingargjøld, skuldu
rindast av skattaðum pengum.
Tað er í lagi at skifta meining,
men at kalla tað ein feil, tað er fakt
uelt skeivt.
Men verður útgjaldið úr Sam
haldsfasta gjørt skattafrítt, so er
eisini talan um skattalætta til tey,
sum hava nógv frammanundan. Til
dømis pensjóneraðar løgmenn og
onnur, sum hava nóg mikið uttan
Samhaldsfasta. Tí rakar ein slíkur
skattalætti sosialt skeivt.
At Tórshavnar kommuna missir
38 milliónir, og at Klaksvíkar
kommuna 11 milliónir fer at merkj
ast.
Kanska ráð eru fyri hesum.
Men lyftið frá Fólkaflokkinum um,
at Samhaldsfasti er skattafríur
á nýggjárinum var klokkuklárt.
Verður hann ikki tað, so er talan
um eitt stórt lyftisbrot.
Man lyftið um skattafrían
Samhaldsfasta fara at halda?
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
FÍGGJARLÓGIN OG SAMHALDSFASTI
Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 114 mkr og virksemi kring alt landið.
Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark.
Koyrideildin á Posta sóknast eftir bilførara
til stóran bil. Talan er um starv við skiftandi
arbeiðstíðum, har koyrt verður í Tórshavn.
Á koyrideildini starvast 17 dugnalig fólk.
Gerandisdagurin á koyrideildini er ferðmikil
og spennandi.
Um teg
Tú ert kundavinalig/ur, og hevur eyga fyri
góðari tænastu. Tú ert ágrýtin, jalig/ur og
skipað/ur í tínum arbeiðslagi. Tú megnar
at hava fleiri bóltar í luftini samstundis.
Starvsroyndir sum bil- og trukkførari eru
ein fyrimunur. Tú vilt lyfta í felag, og eisini
megnar tú at lyfta sjálvstøðugt.
Krøv
•
Tú hevur stóra koyrikortið.
•
Koyrikort til trukk er ein fyrimunur.
•
Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
•
Starvsroyndir við líknandi arbeiði eru ein
fyrimunur.
Talan er um eitt fulltíðar starv. Løn sam-
bært sáttmála við Starvsmannafelagið.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Umsóknir
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin, 14.10.2019.
Umsókn skal sendast til:
Posta
Att.: Koyrideildin
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
Spurningar
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú væl-
komin at venda tær til Tórhall Thomsen,
leiðara á koyrideildini, á tel. 236011 ella
torhallur@posta.fo.
Bilførari til Posta