mánadagur 30. september 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. september · Nr. 112
TÍÐINDI
J&K Petersen
vilja byggja flog-
vøll í Grønlandi
Sum føroysk fyritøka verða J&K Petersen við í innbodnari
lisitatión at byggja flogvøll í Julianehåb í Grønlandi. – Vit hava
stillað eina trygd á 15 prosent av verkætlanini, og vit eru
undangóðkendir at bjóða, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan J&K Petersen trívist
væl við stórum byggiverkætl
anum,
og
tíðliga
komandi
summar verður stóra verkætl
anin at útbyggja Tórshavnar
Havn endaliga liðug.
Fyrri partur av hesum ar
beiði, sum eitt nú er eystursíð
an av gamla mola í Havn, verð
ur latið Tórshavnar Havn í
seinnu hálvu av oktober í ár,
og síðan veðrur alt arbeiðið av
hendað hálvan mai næsta ár.
Hyggja vit nøkur fá ár aftur
í tíðina, hevði J&K Petersen
eisini útbyggingina av flog
vøllinum í Vágum um hendi,
eins og felagið seinni eisini
stóð fyri stóra parkeringøkin
um hjá Vága Floghavn.
Tað var í desember í 2012, at
J&K Petersen kundu avhenda
ein longdan flogvøll til Vága
Floghavn.
Kanska til Grønlands
Saman við sínum fólki í stóru
fyritøkuni er Stein Olvur Pet
ersen, stjóri í J&K Petersen,
ógvuliga
spentur,
um
tað
kanska fer at eydnast felagn
um at sleppa til Grønlands at
byggja flogvøll, tá summarið
2020 fer at nærkast, og útbygg
ingin av Tórshavnar havn er
liðug.
J&K Petersen telist nevni
liga millum fyritøkurnar, sum
eru bodnar at bjóða upp á ein
av trimum flogvallum í so
nevnda flogvallapakkanum í
Grønlandi.
Talan er um triða vøllin í
pakkanum, sum er flogvøllurin
í Julianehåb, og hetta arbeiði
skal eftir ætlan byrja í juni
mánaði næsta ár.
Fyri nøkrum vikum síðan
vóru umboð fyri J&K Petersen
á ástaðarfundi í Grønlandi og
hugdu eftir, hvussu umstøður
nar í Julianehåb síggja út.
- Tað eru fimm byggifyritøk
ur, sum hava fingið høvi at
bjóða upp á hesa stóru verk
ætlan. Talan er um tvær
danskar fyritøkur, eina ís
lendska, eina kanadiska, eina
hálendska – og síðan vit, J&K
Petersen sum føroyskt felag.
Stein Olvur Petersen sigur,
at hetta verður størsta verk
ætlan,
sum
J&K
Petersen
nakrantíð hevur bjóðað upp á.
J&K undangóðkendir
Stjórin í J&K Petersen sigur, at
talan er um innbodna lisita
tión, og at felagið hjá teimum
nú eisini er undangóðkent til
at bjóða.
- Sum partur av hesum er
okkum álagt at stilla eina
trygd á 15 prosent av verkætl
anini, sum fer at kosta meira
enn eina hálva miljard. So, tað
er onkur, sum trýr upp á okk
um, sigur hann brosandi.
Í fyritøkuni eru tey ógvuliga
spent upp á henda møguleika,
sum byggingin av flogvøllinum
í Julianehåb er, og tey vóna, at
tað fer at eydnast felagnum at
sleppa at byggja flogvøllin.
- Hetta hevði passað okkum
væl í mun til verkætlanina við
Tórshavnar Havn, sum verður
liðug tíðliga komandi summar.
Hetta merkir samstundis, at
vit,
tá
byggiverkætlanin
í
Grønlandi skal byrja, hava øll
amboðini tøk til verkætlanina,
sigur Stein Olvur Petersen.
J&K eru væl fyri
Um vónirnar at fáa arbeiðið at
byggja flogvøllin í Grønlandi,
heldur Stein Olvur Petersen
fyri, at J&K Petersen eru líka
væl fyri at bjóða, sum aðrir, ið
fara at bjóða upp á stóru verk
ætlanina.
- Vit eru einsamallir í løtuni,
men fáa vit arbeiðið, skulu vit
út at finna undirveitarar til
onkrar uppgávur. Vit hugsa í
hesum føri um smærri veitar
ar, sum vilja samstarva við
okkum. Málið hjá okkum verð
ur – um vit fáa arbeiðið - at
brúka so nógva grønlendska
arbeiðsmegi, sum tilber, sigur
Stein Olvur Petersen.
J&K Petersen hevur í løtuni
umleið 210 fólk á lønarlista. Av
hesum eru einir 20 útlendingar,
serliga póllendingar og rumen
ar, sum fleiri hava arbeitt
leingi hjá felagnum.
- Vit hava áður gjørt ymisk
arbeiði í Grønlandi, og okkum
dámar væl at arbeiða har yviri.
Men, vit hava ikki fingist við
nakra verkætlan í Grønlandi,
sum er í hesum klassanum,
sigur Stein Olvur Petersen,
stjóri í J&K Petersen.
Flogvallarverkætlanin, sum J&K Petersen fer at bjóða upp á í Julianehåb, kostar meira enn eina hálva miljard
- Tað er onkur, sum trýr upp á okkum, sigur Stein
Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, brosandi