Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. september · Nr. 112 TÍÐINDI Óðamannaverk at halda fram sum nú SLØKKJA ELD Tað mesta av tíðini fer til a sløkkja eldar og tí er tað neyðugt við kollveltandi broytingum, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð. Og tær verða settar í verk, hóast mótstøðan er hørð Áki Bertholdsen – Tað er óðamannaverk at halda fram upp á hend­an mátan, tí vit hava slett ikki tamarhald á støðuni, sum er. Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í Meta­mála­ nevndini hjá Tórshavnar Býráð. Tískil hevur býráðið nú samtykt at fara undir kollveltandi broytingar á barnaansingarøkinum í komm­ununi og, og tær verða settar í verk á nýggj­árinum. Í hesum sambandi hev­ur býráðið samtykt, at allir teir 37 dag­stovn­ ar­nir í kommununi, skulu leggjast saman í fimm eindir við hvør sín­ um eindarleiðara, sum skal vera millumlið ímill­ um leiðaran á dagstovn­ um og umsitingina í bý­ ráðnum. Tað merkir, at hvør eind­arleiðari fær ábyrgd­ ina av seks ella sjey dag­ stovn­um við eini 150 starvsfólkum. Hetta er ein bygn­að­ar­ broyting, sum kostar 3,5 milliónir krónur um árið. Í løtuni er tað ein leið­ ari í býráðnum við tveim­ um fulltrúum og ein­um skrivstovufólki, sum umsitur alt økið. Avleiðingin er, at mesta arbeiðsorkan fer til at sløkkja eldar, heldur enn at leiða og menna økið, sigur býráðið. Ábyrgdarleyst at halda fram Tað var í 2000, at komm­ unurnar fingu ábyrgdina av dagstovnaøkinum og núverandi bygnaður stav­ar frá eini tíð, tá ið talið á ansingarstovnum kundi teljast á hond­un­ um. Og enn eru ongar broytingar gjørdar, hó­ ast tað nú eru 37 ans­ing­ ar­stovnar, og stórar broytingar annars eru farn­ar fram í sam­felagn­ um, samstundis sum at barna­talið er nógv vaksið. Og á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, segði Gunvør Balle , at nú eru vit komin hartil, at bý­ ráðið hevur mist tam­ar­ haldið á støðuni. Avleiðingin av tí er, at tað er ymiskt, hvørji til­ boð børnini á teimum ein­støku stovnunum, fáa og samstundis hevur barna­ansingarøkið eina yv­irnýtslu upp á sjey átta milliónir á hvørjum árið. Hon sigur, at tað er ein støða, sum ikki kann halda fram, tí vit hava krav upp á, at øll børn fáa sama tilboð og at játt­ anirnar halda. Hon sigur, at tað er eyðsæð, at tað ber ikki til, at ein stjóri skal hava ábyrgdina av 37 dag­ stovn­um við 700 starvs­ fólkum og 3.000 børnum. – Tað kann eingin stjóri makta og tí er tað ábyrgd­ arleyst at halda fram, sig­ ur hon. Hon leggur dent á, at hetta er ikki ein spurn­ ing­ur um leiðslurnar á stovn­inum. Hetta er ein spurn­ingur um, at tað er alt ov langt úr leiðsluni í bý­ráðnum til leiðslurnar á dagstovnunum. – Har manglar eitt lið, tí ovasta leiðslan á bý­ ráðn­um kann ikki hava leiðsluna á 37 stovnum, sigur hon. Hon sigur, at sam­ stund­is sum bygn­að­ar­ broyt­ingarnar verða framd­ar, verða 2,7 milli­ ón­ir játtaðar afturat so at dagstovnarnir fáa tveir tímar um vikuna til fyrireikingartíð og til djúp­hugsni. Tá ið bygnaðar­broyt­ ing­arnar eru settar í verk, verður alt økið gjøgn­ umgingið við tí enda­máli at hækka talið á starvs­ fólkum á teimum ymsu stovnunum. Gunvør Balle leggur afturat, at hetta er ein bygnaðarbroyting, leið­ ar­arnir dagstovnunum hava biðið um og tær verða settar í verk í sam­ ráð við teir, og við Peda­ gog­felagið. Stór mótstøða Tað kom eisini fram á bý­ ráðsfundinum, at tað er ikki ein nýggjur tanki, at dagstovnaøkið skal um­ skipast, tí tað er roynt áður. Eitt nú var tað roynt í næstseinastu bý­ ráðs­setu, í 2015, men tá datt tað niðurfyri, tí mót­ støðan var so hørð. Og mótstøðan er fram­ vegis stór. Eitt er, at minni­ lutin í býráðnum er ímóti ætlanini, men somuleiðis hava 350 starvsfólk á dags­tovnum, tað vil siga helvtin av starvs­fólk­un­ um, eisini skrivað undir mótmæli ímóti ætlanini. Eitt sjónarmið, tey eru felags um, er, at tey vilja heldur brúka pengarnar upp á fáa fleiri starvsfólk á stovnarnar, tí tey siga, at tað er tann størsti trupulleikin, tey hava. Annfinn Brekkstein, bý­ráðslimur fyri Sam­ bands­flokkin. heldur, at hevur kunningin verið so góð, er tað undarligt, at starvsfólkið á stovn­un­ um reagera so harðliga at 350 starvsfólk hava skrivað undir eitt mót­ mæli. Hann heldur, at vil bý­ ráðið hava skil á, er tað skeivt at byrja í topp­in­ um, tí tað einasta rætta er at byrja við at seta fleiri starvsfólk. Halla Samuelsen, bý­ ráðs­limur fyri Javn­aðar­ flokkin, vísur aftur, at kunn­ingin er so góð, tí tað er ikki fyrr enn heilt nýliga at starvsfólkini á dagstovnunum eru kunnað. Eisini Heðin Morten­ sen, býráðslimur fyri Javn­aðarflokkin hevur illgruna um, at sam­ skiftið haltar, tá ið starvs­fólk mótmæla so harð­liga. Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javn­að­ arflokkin heldur, at tað er merkisvert, at meiri­ lutin í Tórshavnar Býráð, heldur vil hava eina nýggja umsiting afturat enn at seta fleiri peda­ gog­ar í starv fyri at bøta um barnaansingina. Hann leggur aftur, at allar royndir vísa, at stað­bundin leiðsla er einasta gongda leiðin, tí fjarleiðslur rigga ikki. Tey sjey, sum at­kvøddu fyri upp­skot­in­um, tá ið tað varð sam­tykt, vóru Annika Olsen, Gun­vør Balle, Marin Katrina Frý­ dal, Jákup Dam, Bogi Andreasen, Berg­un Kass og Jógvan Arge, sum hevði sæti í býráðn­um fyri Turið Horn, sum er ógegnið at viðgera málið, tí hon er leiðari á Bý­ lings­húsinum vesturi á Flat. Ímóti atkvøddu Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørg Dam, Halla Samuelsen og Ann­ finn Brekkstein. Trett­ andi og seinasti býráðs­ lim­urin, Helena Dam á Neystabø, var ikki á fundi. SETHÚSAOGN Á GLYVRUM TIL SØLU Vegna Føroya Skiftirætt verður ognin matr. nr. 56k Glyvrar, Glyvravegur 48, 625 Glyvrar við hesum lýst til sølu. Húsaskoðan og myndir av ognini eru at síggja á ogn.fo. ADVOKATVIRKIÐ Skansavegur 1, Postsmoga 85, 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo - heimasíða www.advokatvirkid.fo - ogn.fo Leys størv á Landssjúkrahúsinum Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina Umsóknarfreist 30. september 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til ADHD klinikkina á Psykiatriska deplinum Umsóknarfreist 30. september 2019 Sálarfrøðingur til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum Umsóknarfreist 02. oktober 2019 Sjúkrarøktarfrøðingar til Kommunulæknavaktina Umsóknarfreist 07. oktober 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til Økispsykiatr í Norðoyggjum Umsóknarfreist 14. oktober 2019 Sálarfrøðingur til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum Umsóknarfreist 14. oktober 2019 Starvsfólk til Tænastudepilin Umsóknarfreist 18. oktober 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo – Vit hava mist tamarhaldið á økinum, tí eingin einsamallur leiðari kann makta at hava ábyrgdina av 37 stovnum við 700 starvsfólkum og 3.000 børnum, sigur Gunvør Balle. Savnsmynd