mánadagur 30. september 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. september · Nr. 112
TÍÐINDI
Tryggja møguleikan at
vaksa um alifyritøkuna
Føroyski alirisin er vaksin munandi eftir at felagið hevur
keypt skotska alifelagið The Scottish Salmon Company
Árni Gregersen
Føroyski alirisin Bakkafrost
hevur nú tryggjað sær, at fyri
tøkan kann vaksa og at hetta
kann henda uttanfyri land
oddarnar.
Fyribils hevur Bakkafrost
keypt gott og væl tveir triðing
ar
av
partabrøvunum
í
skotska
felagnum
Scottish
Salmon Company. Ætlanin er
at yvirtaka allan partapening
in og hetta verður væntandi
gjørt áðrenn ein mánaður er
farin.
Skotsla alifelagið tekur eini
30.000 tons av laksi um árið.
Eini 600 fólk arbeiða í fyritøk
uni, sum heldur til á oyggj
unum vestanfyri Skotland - á
Hebridunum.
- Vit hava eina vakstrarætl
an í Føroyum, men tað, at vit
sleppa út um landoddarnar,
gevur okkum møugleikan at
skapa nýggj virðir, sigur Regin
Jacobsen, stóri á Bakkafrost.
Skotska alivinnan er vorðin
rættuliga stór, men Bakkafrost
heldur, at hon ikki er eins
framkomin og alivinnan í Før
oyum og føroyska felagið tí
rættuliga skjótt kann gera
broytingar, sum gagna felagn
um.
- Vit meta, at vit innanfyri
nøkur á kunnu broyta alingina
í Skotlandi. Vit hava gjørt
nakrar royndir í Føroyum,
sum vit kunnu yvirføra til al
ingina í Skotlandi, sigur Regin
Jacobsen.
Virðisketan
Á Bakkafrost hava tey eisini
tikið atlit til, at virðisketan í
Føroyum røkkur allanvegin
ígjøgnum frá smolti til sølu av
laksi, men so sanniliga eisini
til fóðurframleiðsluna.
Bakkafrost kann beinan
vegin byrja at selja alifóður frá
Havsbrún til alingina í Skot
landi og á tann hátt heysta
nakrar fyrimunur beinanveg
in.
- Vit kunnu rættuliga skjótt
byrja at selja fyri eini 100 milj
ónir krónur av fóðri frá Havs
brún til alingina í Skotlandi og
vit rokna eisini við, at vit
rættuliga skjótt kunnu lækka
prísin fyri at framleiða eitt kilo
av laksi í Skotlandi, rættuliga
nógv, sigur Regin Jacobsen.
Fíggingin
Tá ið talan var um at keypa
skotska alifelagið, so var talan
um ómetaliga nógvar pengar.
Tveir triðingarnir av parta
brøvunum kostaðu 2,8 miljard
ir norskar krónur, men nógv
meira peningur skuldi fáast til
vega.
- Faktisk skuldu vit fáa 5,8
miljardir krónur til vega. Vit
hava keypt góðar tveir triðing
ar frá høvuðseigaranum, men
vit hava eisini givið hinum
partaeigarunum sama tilboð.
Tað vil siga, at partabrøvini
kosta 5,5 miljardir krónur og
so yvirtaka vit skuldina í
felagnum, sum er á leið 300
miljónir krónur, sigur Regin
Jacobsen.
Tað vil siga, at longu nú eig
ur Bakkafrost tveir triðingar
av alifyritøkuni í Skotlandi,
men restin av partabrøvunum
verða helst yvirtikin hendan
mánaðin.
Fyri at fáa peningin til vega
fór Bakkafrost á norska keyps
skálan og bjóðaðu partabrøv
út, sum svaraðu til 4,5 miljardir
danskar krónur.
Marknaðurtin tók sera væl
ímóti tilboðnum og longu tá ið
tríggir tímar vóru farnir høvdu
fólk teknað seg at keypa fyri 12
miljardir í partabrøvum.
Hetta var ríkiligt, so parta
eigararnir og tey sum høvdu
teknað seg til at seta meira í
felagið, fingu at vita, at tey
ikki sluppu at keypa so nógv,
sum tey ynsktu.
Bakkafrost hevur í sama
viðfangi gjørt eina nýggja
fíggjaravtalu. Higartil hevur
Nordea einsamalt staðið aft
anfyri fíggingina av føroyska
alifelagnum, men núkrevjast
rúmari ræsur.
Nú eru tað Nordea, Rabo
bank og DNB, sum fíggja fyri
tøkuna. Hesir tríggir bankarnir
fíggja
fyritøkuna
komandi
fimm árini.
- Men keypið er fyrst og
fremt fíggjað av partabræva
eigarunum og ikki við læntum
pengum, sigur Regin Jacobsen,
stjóri.
Hann ledggur afturat, at tey
600 starvsfólkini í skotska fel
agnum halda fram eins og
starvsfólkini í Bakkafrost.
Skotska felagið er sterkt á
bretska marknaðinum, men
eisini í ES.
- Tað er ein fyrimunur, sjálvt
um vit hoyra nógv um Brexit
og tá ið Bakkafrost er sterkt á
amerikanska
og
asiatiska
marknaðinum, so gera hetta
møguleikarnar
størri
kring
allan heimin, sigur Regin Jac
obsen.
Regin Jacobsen, stjóri, á Bakkafrost.