Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. september · Nr. 112 Leygardagin 5. oktober verður heystmarknaður og langur leygardagur á Tvøroyri, og tá verður eisini høvi at fara ein túr á flot við Thorshavn. Toskur fæst inni við land Tað er eitt løgið fyribrigdi, vit síggja í dag, har nógvur stórur toskur fæst inni við land Vilmund Jacobsen Ein partur av fiskinum er rak, men alt er ikki líka rak. Tað er eisini góður fiskur ímillum, soleiðis sum viðhefta mynd av bryggjuni í Vestmanna vísir. Fremsti fiskurin á myndini er rak, men hinir báðir síggja út til at vera rímiliga væl fyri. Herfyri lá filmsbrot úr Sør­ vági á netinum, har ein toska­ torva stóð undir reyvini á ein­ um skipi, sum lá við bryggju. Fisk­urin, sum sást á hesum film­inum, var at síggja til rætti­liga rak, men trupult er at meta um tað, sum eyguni síggja á slíkum filmi. Um dagarnar hava útróðr­ ar­bátar ligið heilt inni á Vest­ manna og fiskað tosk, eins og fólk eisini hava staðið á bryggj­ uni og fingið tosk á tráðu. Úr Vestmanna verður sagt í morgun, at toskur framvegis fæst heilt inni á vánni. Tá Sosialurin var ein túr í Fugla­firði í gjár, lógu nakrir bát­ar beint út fyri Pelagos- bryggj­uni og fiskaðu. At toskur nærkast landi at leita sær eftir føði, tá nógv er til, og føðin úti á svíkur, er ikki ókent. Men, tað munnu vera nøk­ur ár, síðan vit sóu hetta fyribrigdið so týðiliga seinast. Herfyri var Sosialurin á bryggj­uni á Sandi, tá útróðr­ar­ mað­ur, sum einsamallur hevði verið við snellu, kom aftur at landi. Henda dagin hevði hann 2500 pund og helt, at fiskurin nú sá betur út aftur. Bilar út av í Kunoy Vilmund Jacobsen Kunoyar kommuna hevur sett eitt skelti upp á vegn­ um Niðan Viðarlund, tey rópa í Kunoy. Orsøkin er, siga tey, at trupulleikar hava verið við, at ferðafólk og onnur brúka vegin, sum er gjørdur til brúks hjá land­búnaðinum. Í summar hava fimm bil­ar koyrt út av, og fleiri hava staðið fastir. - Vit heita tí á fólk, sum brúka henda vegin í samband við land­búnað, um at heingja skeltið fyri aftur, tá tey koyra eftir vegnum. Í kommununi siga tey, at fólk sjálvandi eru væl­ komin at brúka vegin til gongu­túrar og annað. - Men, minnist bara til at koyra skelti fyri aftur, verð­ur lagt aftrat. UPPBOÐSSØLA: Mikukvøldið 9. oktober klokkan 19 verður uppboðssla av seyði í bygninginum hjá Høj Flutningi á Hulki. Allur peningur, sum kemur inn, fer til Missiónshúsið. Hesi eru útlitini Skipini, sum fiska upsa, fáa eisini nakað av hýsu og toski Vilmund Jacobsen Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og øll skipini fiska upsa. Fiskiskapurin er hampi­ ligur, og partrolararnir fáa eisini nakað av toski og hýsu. Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Annar fiskar kongafisk, og hin fisk­ ar mest hýsu og tosk. Vænt­ andi koma báðir inn at landa hesa vikuna. Fríggjadagin var bara ein av teimum smáu trol­bát­un­ um til fiskiskap. Teir eru ný­ liga byrjaðir túr og koma tí helst ikki inn aftur at landa fyrr enn síðst í vikuni. Væntandi loysa aðrir trolbátar í næstum. Tey fiska tosk á bryggjuni í Vestmanna. Beint út fyri liggja bátar og fiska tosk Mynd: Birgir Teir báðir aftaru fiskarnir eru í rímiliga góðum standi Mynd: Birgir