Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. september · Nr. 112 Luna setir nú smolt út í rørum á Sørvágsfirði - Heitt verður á skip og bátar um at vísa varsemi, tá verður siglt inn og út av Sørvági teir næstu dagarnar, siga tey í Sørvágs kommunu Vilmund Jacobsen Í dag vita tey í Sørvágs kommunu at siga, at ali­ fyritøkan Luna í dag byrj­ar at seta út smolt úr smoltrørum á Sørvágs­ firði. - Sett verður út frá park­eringsplássinum í Bø, og rørið er væl av­ merkt við ávaring­ar­ljós­ um. Í kommununi vita tey at siga, at útsetingin byrj­ar í dag, mánadagin 30. september, og hildið verður fram til og við fríggjadagin, 4. oktober. Hesar dagar fer skipa- og bátaferðslan fram innan fyri ringarnar við Múl­an. - Heitt verður tí á skip og bátar um at vísa var­ semi, tá verður siglt inn og út av Sørvági, siga tey í Sørvágs kommunu. Lagt verður aftrat, at um spurningar eru í sam­band við útseting­ar­ ar­beiðið, kunnu fólk ringja á tlf. 233205. Við yvirtøku av Brekkugerðar Vatnfelag, fór seinasta privata vatnfelag í Vágs kommunu í søguna. Nú verður farið undir at gera økið við brunnin klárt til reinsiverk. Gomlu rørini eru eisini skift - Vit vóna, at vegirnir á Stykkinum skjótt kunnu gerast lidnir, siga tey í Kvívíkar kommunu Vilmund Jacobsen Arbeiðstoymið hjá Kví­ vík­ar kommunu hevur ar­beitt við at fáa kloakk­ ina á Stykkinum lidnað, men hetta gjørdist mun­ andi meira umfatandi enn upprunaliga mett. Orsøkin er, siga tey í Kví­víkar kommunu, at tey gomlu rørini høvdu fingið skaða, og tískil varð neyðugt eisini at skifta tey út. - Arbeiðið hevur elvt til, at partar av vegnum á Stykkinum hava verið í ring­um standi, tí teir eru ikki asfalteraðir aftur. Í Kvívíkar kommunu vita tey at siga, at av­ bjóðingin hjá asfalt­fyri­ tøk­unum er at fáa asfalt. Tí­skil hava eisini fleiri ar­ beiði bíðað heldur leingi. Men, nú er líkt til, at hetta fer at koma í rætt­ lag. - Vit vóna tískil, at veg­ ir­nir á Stykkinum kunnu gerast lidnir innan rími­ liga tíð, siga tey í Kvívíkar kommunu. Tað verður eisini fiskað í hørðum ráki Vilmund Jacobsen Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip á Rygginum. Annað skipið kemur inn at landa í dag, og hitt landar seinni í vikuni. Skipini fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. - Eitt ísfiskalínuskip er norðan fyri og kemur eisini inn at landa í dag. Teir hava mest av toski og hýsu. Eitt ísfiskalínuskip er eisini undir Íslandi og kemur heim at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipið, sum fiskar í íslendskum sjógvi, hevur eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Restin av línuskipunum liggja við bryggju og bíða eftir betri streymi. - Av frystilínuskipunum fiskar eitt við Eysturgrønland, eitt er undir Íslandi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi. Eitt frystilínuskip tekur ímóti fiski í Grønlandi. Streymurin er sera harður, og tað verður hann eisini fyrst í hesi vikuni, men streymurin batnar, sum henda vikan gongur. - Veðrið verður hampiligt, so tað verður kanska nakað av útróðri, sjálvt um streymurin er harður. Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat. Myndin av Fiskivarða, sum er viðheft henda greinastubba, er tilvildarlig. Bjørg Poulsen Gøtuskeggi fekk í Gekka- spælinum fríggjakvøldið fulla plátu, tá høvuðsvinningurin var 2,6 miljónir. Í fyrsta drátti kom hon á 20.000 krónur, sum faldað við fimm gav henni 100.000 krónur. Hon steðgaði og takkaði fyri.