mánadagur 30. september 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. september · Nr. 112
TÍÐINDI
- Greta ræðir stórkapitalin
Stórkapitalurin,
ábyrgd myndug
leikans, ungdómur
og boðskapurin hjá
Gretu Thunberg
vóru millum evnini,
ið vóru umrødd,
tá skipað varð fyri
veðurlagsverkfalli
farna fríggjadag.
Veðurlagsverkføllini
hava ligið still í
summar, men í sam
bandi við alheims
verkfallsvikuna, ið
varð, varð føroyska
verkfallið tikið upp
aftur fríggjadagin
Steinar Patursson
Onkrastaðni millum 200 og
300 fólk vóru komin saman til
stóra veðurlagsverkfallið, sum
var á Vaglinum fríggjadagin í
farnu viku. Nógvar skúlastov
ur hava staðið tómar, meðan
tiltakið fór fram, tí tað var
serliga millum tey heilt ungu,
at tiltakið hevði áhuga.
Veðurlagsverkfallið
var
í
stóran mun eitt umhvørvis
verkfall , og tað vóru ikki bara
veðurlagsbroytingar, men um
hvørvisavbjóðingar yvirhøvur,
ið vórðu tiknar upp til umrøðu.
Tað er boðskapurin,
sum telur
Nú er stundin at taka veður
lagsbroytingar í álvara og at
halda uppat við at leggja eftir
Gretu Thunberg og teimum, ið
taka undir við henni.
Tað var boðskapurin hjá
Elin Brimheim Heinesen, ið
bar fram fyrstu røðuna til veð
urlagsverkfallið.
- Tey verða løgd undir at
vera offur fyri massahysterí;
at vera frelstir ideologistýrdir
CO2 fanatikkarar, og at vera
imbessilir býttlingar, sum líða
av panikkangist, tí tey trúgva
fantasifullum,
konspirerandi
vinstrahallum, nazi-kommunist
iskum dómadagsprofetium og
so framvegis, og so framvegis,
segði Elin Brimheim Heinesen.
- Hon ræðir fólk við sínum
sterku
kenslum,
og
vreiði
hennara smakkar summum
sera illa. Automatreaktiónin
hjá summum er tí at kveistra
burtur tað, Greta sigur, sum
kensluporno og reint hysterí
og soleiðis sáa iva um trúvirði
hennara.
Greta Thunberg er tals
kvinna fyri ein boðskap, sum
sigur, at vit verða noydd at
kollvelta tilveru okkara, og
nógv kenna seg aftur í hesum
boðskapinum. Greta Thunberg
hevur verið røsk at vekja upp
merkisemi kring veðurlags
broytingar, og tí verður hon
sædd sum ein fíggindi hjá
valdsmiklum kreftum, ið vilja
varðveita status quo, heldur
Elin Brimheim Heinesen, sum
vísir á, at kolvetnisídnaðurin
er sterkur og fer at gera tað,
sum hann kann, fyri at fólk
fara at halda áfram at nýta
kolvetni.
- Skulu vit tora at risikera,
at lata kolvetnisídnaðin selja
framtíðina hjá børnum okkara
fyri løtuvinning, spurdi Elin
Brimheim Heinesen.
Eins og Greta Thunberg
skjýtur upp, ynskir Elin Brim
heim Heinesen, at fólk lurta
eftir granskarunum og teirri
gransking, ið vísir á, at veður
lagið er komið í trupulleikar,
heldur enn at leggja eftir trú
virðinum hjá Gretu Thunberg.
- Tað, sum Greta í veruleik
anum skapar við tí risa ávirk
an, ið hennara rødd hevur
havt, er vón. Vón um at eitt
nýtt ættarlið veruliga er ført
fyri at lata eyguni upp, har
sum vit onnur hava sovið í
tímanum. Vón um, at tað fer at
gera munin, sum skal til. Tann
munin, sum eldru ættarliðini
higartil ikki hava megnað at
gera,
segði
Elin
Brimheim
Heinesen.
This is all wrong. I
shouldn't be up here
Bjørg Egholm var ein teirra,
sum farnu vikuna vóru í veð
urlagsverkfalli frá Skúlanum á
Fløtum.
Bjørg Egholm fýltist á, skúl
in ikki hevði stuðlað teimum í
verkfallinum frá byrjan, og hví
tað yvirhøvur var uppgávan
hjá teimu ungu at bjarga veð
urlagnum, tá tað er ein trupul
leiki, ið onnur ættarlið hava
skapt.
- Hví skulu tey ungu rudda
upp eftir teimum vaksnu? Hví
er tað vit, ið skulu taka ábyrgd
av hesum? Hetta er okkara
framtíð, ikki tykkara. Og tað er
tit, sum hava møguleikan, at
broyta hetta. Stjórnin hevur
møguleika at broyta hetta.
Bjørg
Egholm
treiv
um
sama enda, sum Greta Thun
berg gjørdi fyri góðum tveim
um vikum síðani á ST fundin
um í New York og gjørdi greitt,
at tað skuldi ikki verið neyð
ugt, at ung fólk skuldu fara í
verkfall fyri at fáa tey vaksnu
til at rakna við.
- Tað, sum skuffar okkum
mest, er tað, at stjórnin sigur,
at hon leggur í veðurlagið. Men
hví bora tit so eftir olju?
Ábyrgdin liggur ikki
hjá tí einstaka
- Eitt skepilsi býr inni í mær,
og skepilsið livir av ótta. Og eg
óttist veðurlagsbroytingar.
Soleiðis
byrjaði
Tjóðhild
Patursson, stjóri á Mat- og
moldmentanarháskúlanum,
røðu sína til veðurlagsverk
fallið.
- Tá eg hugsi nógv um veð
urlagsbroytingar,
so
tekur
skepilsið yvir kroppin. Onkun
tíð tá skepilsið svevur, kenni
eg meg vónríka og sterka. Og
eg seti mær fyri, at nú skal eg
gera alt tað, sum eg veit, at eg
eigi, men eg ofta ikki megni.
- Tí tað er ikki so trupult.
Frá NÚ av fari eg at planleggja
alla matgerð, soleiðis at einki
fer til spillis. Og eg fari at
minnast til at sløkkja øll ljós í
húsinum altíð. Og eg fari ong
antíð, ongantíð, at keypa ein
plastikkposa - eg fari altíð at
minnast til berinetið, segði
Tjóðhild Patursson.
Tær loysnir og teir batar, ið
tú sum einstaklingur kann
áleggja tær sjálvum, eru nógv
ar. Keypa í leysari vekt fyri at
sleppa
undan
pakningi,
ferðast minni, nýta fleiri end
urnýtsluklæðir,
brúka
bókasavnið meira og internetið
minni. Men lítið nyttar, segði
Tjóðhild Patursson, tí fyrr ella
seinni
kemur
okkurt
upp
ímillum, og tú endar við einum
plastikkposa kortini, hóast tað
ikki var meiningin. Ábyrgdin
skal tó ikki liggja á tí einstaka,
og
myndugleikarnir
mugu
traðka til og gera tær lógar
broytingar, ið eru neyðugar.
- Hetta er ikki mín individu
ella ábyrgd. Skulu vit klára tær
avbjóðingarnar, ið eru fyri
framman, mugu vit burtur frá
individualistisku og kapitalist
isku hugsanini, sum fekk okk
um í hesa støðuna.
Burtur við samvitskuni
- Vit mugu burtur frá forbrúk
aramentanini, sum sigur okk
um, at alt verður betri, um vit
bara keypa rætt; sum tosar
um, at vit mugu atkvøða við
okkara pengum. At tað ábyrgd
in hjá hvørjum einstøkum at
umleggja lív okkara í einum og
øllum. Ja, so fara flestu okkara
annað hvørt at miseydnast
ella at lata vera.
Sostatt eru tað landsins
myndugleikar, ið skulu taka
kampin upp við verðurlags
broytingarnar, og einstakling
urin skal ikki hava ringa sam
vitsku av teimum smálutun-
um, ið ikki eydnast teimum.
- Tí ábyrgdin liggur á okk
ara samfelagsskipanum; tær,
sum okkara politikkarar settu
frá stýri. Vit mugu krevja, at
teir skipa okkara samfelag
soleiðis, at tað rætta valið altíð
verður tað lætta valið, segði
Tjóðhild Patursson.